Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 19 - 28. januar 2000 Í síðstu viku savnaði John Faxe Jensen Jákup Mikk- elsen og hinar spælararnar á oddaliðnum í superliguni til fyrstu venjingina í ár. Málið er at verja tryggga oddasessin so leingi, sum tað ber til. Tað verður strev- ið, og longu í teimum báðu fyrstu umførunum fer nógv at standa á. Grækarismessu- dag, sunnudagin 12. mars, skal Herfølge spæla á úti- vølli í Lyngby, og sunnu- dagin 19. mars fáa teir vit- jan av Brøndby. 18 av 33 umførum eru farin afturum. Herfølge hevur 37 stig, og Brøndby, sum er á øðrum plássi, hevur 31 stig. Silke- borg og Lyngby hava 29 stig. Nýggj nøvn Millum spælararnar, sum fóru undir venjingina í Her- følge í síðstu viku, vóru onkrir, sum ikki vóru har, tá danska fótbóltskappingin eftir fyrsta sunnudagin í ad- ventini fór í vetrarfrí. Chris Hermansen, málsókni á- lopsmaðurin, er komin aftur úr útlegdini í AB, har hann hevur verið í tvey ár, og so hevur Jákup Mikkelsen fingið ein kappingarneyta: – Tað liggur í luftini, at Jákup Mikkelsen skal verða seldur til útlandið. Vit hava Í kvøld verður farið undir fyrsta fótbóltsvenjaraskeið- ið í hesum árinum. Tað er Björn Hansen, sum er í full- tíðarstarvi hjá best kenda fótbóltsfelagnum í Norður- londum, Rosenborg, sum er skeiðhaldari. Skeiðið verð- ur í hølunum hjá Trygging- arfelagnum Føroyar í Runa- vík, og áhugin er stórur. Fleiri enn tríati venjarar hava boðað frá, at teir fara at taka lut í skeiðnum, sum byrjar í kvøld klokkan 20 og sum endar seinnapartin í morgin klokkan 16.30. Greiðir frá Rosenborg Björn Hansen hevur arbeitt Herfølge hevur fingið ein nýggjan málverja Teir rokna við møguleikanum, at Jákup Mikkelsen fer at verða seldur til út- landið einki ítøkiligt tilboð upp á hann akkurát nú, men vit eru noyddir at leggja upp- fyri tí møguleikanum, tá vit leggja til rættis, segði John Faxe Jensen við Politiken fyrr í vikuni. At Jákup Mikkelsen framvegis er iva- leysa fyrsta valið ímillum stólparnar hjá Herfølge er kortini einki at ivast í. Nýggi málverjin eitur Ni- colas Abbot. Hann er 22 ára gamal, og hann er ameriku- maður. Hann er komin til Danmarkar í lestrarørind- um, og Herfølge hevur mett hann at vera so mikið stinn- an, at teir rokna hann sum møguligan avloysara hjá føroyska landsliðsmálver- janum. Í fyrstu atløgu venja teir í Herfølge heima í Danmark, men seinni fara teir til Span- ia. Leiðin gongur til La Manga, har teir umframt at venja skulu taka lut í norð- urlendskari kapping í tíðar- skeiðnum 19. til 26. februar. John Faxe Jensen hevur gjørt avtalur um venjing- ardystir í Keypmannahavn- arøkinum. Teir vera ímóti Frem, B93, Køge og Hvid- ovre, sum øll spæla í næst- bestu deildini. Størri heimildir Í dag skal John Faxe Jensen til samráðingar við leiðslu- na í Herfølge. Tá Kenneth Wegner í heyst fekk sekkin sum ítróttarstjóri dittaðu vit okkum at gita, at tað kundi hugsast, at John Faxe Jen- sen fór at fáa leiklutin sum venjari og stjóri, akkurát sum tað er kent frá t.d. eing- ilskum fótbólti. Í síðstu viku vistu danskir fjølmiðlar at siga, at akkurát hetta er á skránni, tá leiðslan í felagnum og venjarin skul- u hittast í dag. Kenneth Wegner tóktist ikki so hugaður í at arbeiða fyri, at Jákup Mikkelsen varð seldur av landinum, sum John Faxe Jensen hev- ur tykist vera. Tískil kann tað fara at vísa seg at vera ein fyrimunur fyri føroyska málverjan, at venjarin nú kanska fer at taka sær av keyp og sølu av spælarum. JH Stórur áhugi fyri at læra av norðmonnum Fleiri enn 30 venjarar fara at taka lut í skeiðinum í vikuskiftinum. FSF vil hava ábyrgdarpersónar í feløgunum at møta upp í kvøld í Rosenborg í fleiri ár. Fram til á nýggjárinum var hann eisini venjari hjá norska U- 21 landsliðnum, men nú er hann í fulltíðarstarvi hjá Ro- senborg sum talentvenjari. Alla staðni í Norðureu- ropa kaga teir til Rosenborg fyri at frætta, hvat býr aft- anfyri framúr góðu gongd- ina hjá besta liðnum. Í ok- tober vóru Jógvan Martin Olsen, Jákup Simonsen og Jóhan Nielsen og vitjaðu í felagnum í nakrar dagar, og nú fáa føroyskir venjarar høvi at hoyra meiri um Ro- senborg: – Men vit vilja fegnir eis- ini geva nevndarlimum og øðrum ábyrgdarpersónum í feløgunum høvi at hoyra Björn Hansen røða um tað, sum hevur við felagið at gera, og sum ikki snýr seg beinleiðis um bóltspælið. Í kvøld klokkan átta fer hann at tosa um bygnaðin í fe- lagnum og hugsjónina aft- anfyri felagið. Hetta er nak- að, sum vit halda, at tað eigur at vera áhugi fyri hjá øðrum enn teimum, sum eru venjarar, og tí er tað, at vit bjóða omanfyri nevndu at vera vælkomnum tann fyr- sta tíman í kvøld, sigur Jógvan Martin Olsen, sum hevur ábyrgdina fyri yngru landsliðunum. Seinni í kvøld fer venjarin at greiða frá spælistílinum, sum Rosenborg venur og nýtir í dystum, og tað prátið og alt tað, sum fer at ganga fyri seg leygardagin, er mest ætlað venjarunum, sum fara at taka lut í skeið- num. Fyrrapartin í morgin fer skráin at snúgva seg um venjingina í Rosenborg, og seinnapartin verður farið á vøllin úti við Løkin, har spælarar úr NSÍ fara at verða partur í venjingini. Skeiðið verður liðugt klokkan 16.30 í morgin. JH Úrslitini úr Tórshavn Open Stór badminton kapping var í Havn seinasta vikuskifti JÁKUP MØRK Seinasta vikuskifti varð stór badmintonkapping hildin í Badmintonhøllini í Havn, har leikarar úr øll- um landinum høvdu høvi at royna seg. Dystast varð í einmans- leiki í øllum deildum, og leikararnir drivu á, so at siga alt vikuskiftið. Byrjað varð leygar- morgunin, og seinasti vinnarin varð ikki funnin, fyrr enn Erland Jacobsn seinnapartin sunnudag, hevði bast Heðini Jacob- sen, tá hesir báðir hittust í finaluni hjá monnunum. Sum vera man, so var spenningurin stórur í fleiri av deildunum, tí nogvir leikarunum vóru sera javnir. Tvey heiðursmerki Hjá monnunum mundi mest óvæntaða úrslitið vera, at Heðin megnaði at leika seg í finaluna, hóast hann á vegnum mátti dystast móti Regini Hammer, sum framman undan var styrkismettur sum nr. 2. Eisini hjá teimum yng- ru vóru onkur óvæntað úrslit, og serliga var tað merkisvert, at Niclas Eysturoy megnaði at vinna sær tvey heiðurs- merki. Hann vann nevnliga kappingina í sínum bólki, dreingir 10-12 ár, og aftur fyri slapp hann so at lut- taka í dreingir 12-14 ár. Her megnaði hann eisini at leika seg fram til fi- naluna, men mátti hann tá koritni lúta fyri Thomas Rubbeksen, sum vísti seg at verða ein ov stórur biti. Hjá kvinnunm var eis- ini sera stórur spenningur undan kappingini. Kanska var luttakara- talið, fýra, í so lágt, men talan var um fýra sera javnar leikarar. Endin var tó, at Elin Elin Jacobsen og Guri Poulsen skuldu leika av- gerandi dystin, og her eydnaðist tað Elin at vinna í trimum settum. Úrslitini í ymsu deild- unum vórðu annars hesi: Gentur 10 ár: 1. Brynhild Carlsson 2. Agnas Olsen Gentur 10-12 ár: 1. Christina Eriksen 2. Ulla í Dávastovu Gentur 12-14 ár: Malan Simonsen Mia Mortensen Gentur 14-16 ár: 1. Elin Hansen 2. Guðrun Poulsen Kvinnuunglingar: 1. Karin Hansen 2. Elin Hansen Dreingir 10 ár: 1. Reidar Luid 2. Magnus á Rógvu Dreingir 10-12 ár: 1. Niclas Eysturoy 2. Hilmar Kass Jacobsen Dreingir 12-14 ár: 1. Thomas Rubeksen 2. Niclas Eysturoy Dreingir 14-16 ár: 1. Bjartur Lamhauge 2. Jonhard Hansen Mansunglingar: 1. Aksel Poulsen 2. Bjartur Lamhauge Kvinnur: 1. Elin Jacobsen 2. Guri Poulsen Menn 1. Erland Poulsen 2. Heðin Joensen Niclas Eysturoy megnaði, umframt at vinna kappingina hjá dreingjum 10-12 ár, at leika seg í finaluna í dreingjum 12-14 ár Mynd: Álvur Haraldsen Leiðslan í Herfølge hevur nú gjørt av at keypa nýggjan málverja, tí ikki er væntandi, at Jákup Mikkelsen verður verandi í felagnum JÁKUP MØRK Neistin-StÍF 30-23 (17-9) Tað var við stórum vónum, at farið varð oman í Ítrótt- arhøllina á Hálsi miku- kvøldið, har lagt var upp til eitt brak av einum hond- bóltsdysti, tá seinna hálv- finalan í steypakappingini millum Neistan og StÍF skuldi avgreiðast. Eitt tað fyrsta ein legði til merkis, tá trinið varð inn í høllina var, at stórur munur er á, hvussu trúgvir áskoð- ararnir eru móti liði sínum. Tvær vikur framman und- an høvdu liðini bæði dystast á Skála, og tað ferðina kundu neistaáskoðararnir teljast á einari hond. Hesu ferð var høllin so at siga stúgvandi full, og ein heilt fittur partur av áskoðaru- num vóru strandingar, sum høvdu lagt leiðina til Havn- ar, so karmarnir fyri einum spennandi og undirhaldandi dysti, vóru í øllum førum til staðar. Fyrra hálvfinalan endaði sum kunnugt við eitt máls sigri til strandingar, tá teir fingu avgerandi máli við seinasta skotinum í dyst- inum, og havandi í huga at liðini høvdu leiktu javnt seinasta dystin teirra millum í grundspælinum, var tí øll orsøk til at vænta ein javnan og spennandi dyst. Neistin eksploderaði Hetta sá eisini út til at gerast veruleiki fyrstu løtuna av dystinum, men brádliga var tað sum neistaliðið eksplo- deraði. Ikki tí, tað er hent fyrr, men tá hevur tað ofta verið í stuttum løtum. Hesu ferð vardi eksplo- siónin í góðar 20 minuttir, og serliga vóru tað Heini, Áki og Finnur, sum gjørdu um seg, tá teir lyftu likamið frá gólvinum og lameteraðu bóltarnir fram við málver- janum hjá strandingum, líkamikið um hesin æt Jo- han ella Pól Jákup. Samstundis riggaði verjuparturin á neistalið- num sera væl, og komst hetta í stóran mun av, at Finnur nú bert verður nýttur í álopspartinum. Har er hann nevnliga ein sera týdn- ingarmikil partur av liðnum, meðan tað ofta hevur ging- ist sera striltið hjá honum í verjupartinum. Nú hevði venjarin valt, at lata løgtingsmannin hjá Neistanum avloysa Finn í verjupartinum, og hetta merkist í stóran mun. Har- umframt eydnaðist tað eis- ini hjá Kára Mortensen at fremja eina sera offensiva dekking mótvegis John Pe- tersen, sum als ikki slapp fram at skotmøguleikum, og við hesum var ein stórur partur av álopsvápninum hjá StÍF sett úr spælinum. Alt í alt ein sera góður fyrri hálvleikur frá neista- liðnum, og í hálvleikinum mundu flestu áskoðararnir verða samdir um, at um lið- ið nú helt fast, átti finalu- sessurin at verið heima. Sigurin kom í vanda Neistaliðið byrjaði eisini seinna hálvleik á sama hátt, sum teir sleptu í fyrra. Tvey mál á rað syrgdu fyri eini 10 mála leiðslu, og strand- ingar tóktust alt meira mót- falnir. Brádliga raknaðu teir tó við aftur, og spakuliga fóru teir at taka burtur av leið- sluni hjá Neistaliðnum. Í eini roynd at venda dyst- inum, valdu teir so at siga allan seinna hálvleik at mansverja Áka og Heina, og hetta tóktist í stóran mun at darva álopsspælinum hjá havnarliðnum. Tað var sum vistu leikararnir á heima- liðnum ikki, hvønn teir nú skuldu royna at spæla upp til skot, og flestu álops- royndirnar endaðu við hálv- hjartaðum einstaklinga- royndum. Tá teir so endiliga komu ígjøgnum strandaver- juna, stóð Johan sum ein múrur millum stengurnar. John var nú eisini komin fyri seg, og helst mundi tað vera honum ein stór hjálp, at Alexandur nú var komin á veingin, so John sjálvur varð fluttur nærri miðjuni. Frá støðuni 19-9 togaðu strandingar seg eftir 12 mi- nuttum upp á 17-21, og brádliga var finalusessurin bert eini trý ella fýra mál burturi. Neistaleikararnir, og ikki minst —áskoðarar- nir, gjrørdust alt meira tyng- dir av nervum av gongdini, og fóru nú at hugsa um, hvørt tað veruliga skuldi eydnast StÍF at taka leið- sluna innaftur. Framhaldandi vórðu Áki og Heini mansvardir, og tá tað eina ferð eydnaðist Áka at skræða seg leysan, var Artur sera heppin, tá hann bert fekk tveir fingrar frá dómarunum, tá hann heldur átti at fingið reyða kortið fyri at skumpa Áka, sum Eingin endurtøka Nú fyrsti finaluluttakarin er funnin, er greitt, at talan verður ikki um nakra endurtøku av finaludystinum seinasta ár. Í einum dysti, sum brádliga gjørdist meira spennandi enn líkt var til í hálvleikinum, eydnaðist tað loksins havnar- liðnum at basa føroyameistarunum av Skála hevði beina kós móti mál- inum. Ódnartakið hjá StÍF hevði tó helst kostað ov nógvar kreftir, tí um hálvan seinna hálvleik, byrjaði heimaliðið aftur at fáa glið á, og so við og við, fóru teir nú aftur frá Strandingunum. Í álopspartinum funnu teir nú stevið aftur, og tá Bogi móti endanum kom á vøllin fyri Petur, stongdi hann málið í einar fimm minuttir, so sigurin ikki enn einaferð kom í vanda. FM er framvegis eftir Neistaliðið er sostatt til reið- ar at leika finaludyst, meðan strandingar mugu ásanna, at hetta ikki skal gerast teirra lutur hetta kappingarárið. Enn hava teir tó onga or- søk til at hanga við høvd- inum, tí framvegis hava teir eitt FM-heitið at verja, tá hugsað verður um, hvussu liðið leikti seinasta ár eftir vónbrotið í finaludystinum, er als ikki óhugsandi, at teir enn einaferð reisa seg, og hevnað steypatapið í lands- kappingini. JÁKUP MØRK Seinastu tíðina hevur tað verið alt meira vanligt, at útlendsk feløg sýna á- huga í føroyskum leik- arum. Eitt av teimum londum, har tað í dag eru flest før- oyskir leikarar, er Ísland, og tykist møguleiki vera fyri, at enn ein føroyskur landsliðsleikari leitar norðureftir. Talan er landsliðsleik- aran, Henning Jarnsskor, sum helst man teljast millum teirra, sum kann røkja flestar uppgávur á vøllinum. Hóast hann mest hevur verið nýttur sum vong- verji á landsliðnum, hev- ur hann í felagshøpi røkt ymisk pláss. Sostatt hev- ur hann røkt flestu pláss- ini á miðvøllinum, um- framt at hann eisini hevur leikt fleiri dystir í álop- inum, har hann eisini hevur sýnt gott máltev. Sjálvur sigur Henning, at enn er langt á mál í hesum sambandi, men hann váttar tó fyri Sosi- alinum, at Íslendingar hava verið í sambandi við seg, og venda teir vænt- andi aftur í komandi viku. Sáttmálabundin Henning leggur tó dent á, at hann framvegis er bundin at sáttmála við GÍ, og at hann tískil ikki er fullvísur í, júst hvussu landið liggur. Hann sigur tó, at hann sjálvandi er áhugaður at fara, um tað nú kemur somikið langt. Petur Holm, sum um- boðar GÍ í slíkum málum, sigur fyri Sosialinum, at enn er langt á mál hesum viðvíkjandi. Við tíðini hava vit verið ígjøgnum hetta fleiri ferð- ir, og fyrr eru vit ofta komnir longri í samráð- ingunum, uttan at nakað úrslit hevur spurst burtur úr. Hann váttar tó, eins og Henning, at Íslendska lið- ið hevur sett seg í sam- band við GÍ, og at teir væntandi venda aftur til málið í komandi viku. Fyrsta møguleikan til hetta fáa teir, tá teir kom- andi sunnudag skulu til Vestmanna, og um tað eyd- nast teimum at skala odda- liðnum, munnu viðhalds- fólkini hjá Neistanum helst hava gloymt alt um, at Artur skuldi sæð reytt miku- kvøldið. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Neistin: Heini Joensen 10 (2), Áki Olsen 6 (1), Finnur Hansson 5, Kári Mortensen 4, Jákup Sverri Kass 2, Karl Oddmar Rasmussen 1, El- mar Ósá 1, Áki Mørk 1 StÍF: John Petersen 9 (3), Jónleif Sólsker 4, Svein- bjørn Poulsen 3, Artur Jo- hansen 2, Marius Joensen 2, Kartin Danielsen 2, Alex- andur Johansen 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 3 Útvísingar: Neistin 3, StÍF 5 Diskvalifikatión: Neistin 1 (3x2 minuttir) Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánial Hansen Íslendska felagið, Valur, hevur sýnt áhuga í føroyska landsliðsleikara- num Henning á veg til Íslands Upptakt til ítróttin um vikuskiftið verður í blaðnum í morgin Finnur Hansson tykist rættuliga at vera komin fyri seg á neistaliðnum, og hann var saman við Heina og Áka ein støðug hóttan móti StÍF verjuni Mynd: Álvur Haraldsen