hósdagur 23. juni 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1 • JUNI 2005
7
C
M
Y
K
7
MÓTI
Eivør Pálsdóttir er eisini heimskend í
Føroyum fyri at tora at ganga nýggjar
leiðir innan klædnastíl. Ferð eftir ferð
hevur hon yvirraskað og sjokkerað við
sínum sermerktu klæðum.
À gallakvøldinum mánakvøldið var
hon eisini í einum sermerktum kjóla.
Tað er Svanhild Strøm, sum fleiri ferðir
áður hevur seymað uppá Eivør, sum
eisini hesuferð hevði havt gongd í nálini.
Tær hava eitt stak gott samstrav og
hóska væl saman. Svanhild hevur
eftirhondini seymað einar 10-15 kjólar til
Eivør.
Grøni kjólin er bundin og var til
endamálið settur saman við einum
svørtum toppi, sum Svanhild eisini hevur
seymað.
Eivør hevur fyrr verið í bæði toppinum
og kjólanum, men ongantíð áður hevur
hon borið pløggini í senn. Men tað
riggaði avbera væl, og styðjaði eisini
uppundir hennara gátuføru og lokkandi
framførðslu.
Eivør Pálsdóttir
Myndatekstur – Petrina Berg, ið var
frásøgufólk á kvøldinum, var eisini í
einum løttum kjóla frá Guðrun & Guðrun
Eftir sýningina komu allar modellirnar út
aftur, saman við sniðgevunum, sum
– júst sum í stóru mótasýningunum –
fingu blómur og vórðu heiðraðar.
KONGSHÚSIÐ
SÁ FØROYSKA
SNIÐGEVING
Til gallakvøldið, sum varð hildið í Norðurlandahúsinum
mánakvøldið, vóru tveir føroyskir sniðgevar, sum sýndu
sínar vørur fram fyri teimum royalu og meginpartinum av
VIP fólkunum í Føroyum. Tær vóru Guðrun Ludvig frá
Guðrun & Guðrun og Borgný Dam Patursson.
Við ullini sum grundtilfari gongur Borgný nýggjar leiðir og setur saman tað, ið eingin fyrr hevur roynt. Við
gazu og leður, bjartlittum tilfari, sum er tøvt inn í føroysku seyðaullina, sameinir Borgný til fullnar tað, sum
kann tykjast ósambæriligt. Borgný fær íblástur úr ótamdu náttúruni – stormur og friðsemi, óbrýnt og bleytt,
siðbundið og nýtt.
Guðrun Ludvig
Borgný Dam Patursson
Guðrun & Guðrun hava frá fyrstu kollektión spælt við mótsetningum – bæði tá ið umræður tilfar og litir. Tilfarið
er rátt og vilt, samstundis sum tað er fonnlætt og skygt. Litirnir eru bæði mildir og sterkir – júst sum litirnir í
færoysku náttúruni. Endamálið í sniðgevingini er at sameina kvinnuliga lættleikan við stórbæru og samansettu
náttúruna.