Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 117 - 23. juni 2005 Matur, dansur og festivaltónar Jóansøkufestivalur- in fer av bakka- stokki leygardagin og alt tykist ganga væl við fyrireiking- unum til fyrsta jóansøkufestivalin, ið hevur góðan tón- leik, góðan mat og góðan dans aftaná festivalin at bjóða FESTIVALUR dagfinn@sosialurin.fo Jónsøkufestivalurin fer nú inn í fyrireikingar- vikuna av álvara og festivaldagurin nærk- ast. Men alt gongur væl við fyrireikingun- um til festivalin, sum verður í skúlagarðin- um á Tvøroyri, sum verður skrýddur og gjørdur nýtiligur til endamálið. Umframt góðan tón- leik frá AS Sweet, Nylon, Makrel, Deja Vu, The Dreams, Para- dox, Guðrun og eini rúgvu av øðrum før- oyskum tónleikarum, verður góður matur og drekka at fáa á festi- valøkinum, siga fyri- reikararnir. Festivalurin verður skipaður við tveimum pallum, einum stórum og einum minni palli. Eftir stóra festivaltil- takið, verður dansur í høllini í Trongisvági, at tiltikni bólkurin Revival fer á pallin, og teir borga fyri lívligum dansi. Bussar koyra eftir festivalin til dans- in. Forsølan av at- gongumerkjum er byrjað og fáast tey á kunningarstovunum í Suðuroynni, í Tanga- búðini, á Flogvøllin- um, á Fjørðukrønni í Vestmanna og á Stat- oilstøðunum í Klaks- vík, Saltangará, í Gundadali, á Tvøroyri og í Vági. Heimasíðan hjá Jóansøkufestival- inum er nú virkin og eitur hon www.joansokufestivalurin.com Leygardagin 25. juni kl. 19.30 hevur Aldu- báran 10-ára føðing- ardags-konsert í Norðurlandahúsinum KONSERT Bólkurin er komin til árs nú. Eingin aldur vildi onkur hildið, men fyri tónleika- bólkar av hesum slagi, er tað undrunarvert, at tey hava hildið skútuna gang- andi so leingi. Tey fara at gera nógv burturúr konsertini leyg- arkvøldið. Har verður ein sera fjølbroytt skrá og fara tey at lata tann klassiska tónleikin í nýggjan ham við teknisku útgerðini, ið er til taks í Norðurlandahúsin- um. Eisini hava tey fólk afturat sær, so hesuferð er Aldubáran ein sokallað Sinfonietta, ella eitt lítið symfoniorkestur. Flestu stovnararnir eru við á hesi konsertini og harafturat hava tey fingið góð fólk afturat sær m.a. unga trompetleikaran Jó- han Hentze, ið gongur á Royal Schottish Academy of Music í Glasgow. Spennandi verður at hoyra henda úrmælingin. Eisini fer íslendski slagverks- leikarin Frank Aarnink at leggja nýggjan botn undir. Harumframt hetta fer yngsti limur í Aldubáruni, Andras Olsen, at framføra eitt sera krevjandi verk eftir russiska tónaskaldið Schnittke fyri trombon og sjey ljóðføri. Stóra verkið hjá Kristiani Blak "Shaman" verður at hoyra. Her fara Aldubáru- limirnir, umframt manandi sang og brumm, at fram- føra á didgeridoo, japons- kum bambusfloytum, látu- pípum og øðrum. Ein annarleiðis konsert, ið Bernharður Wilkinson stjórnar. Tey luttakandi eru: Anna Klett, klarinet, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Páll Sólstein, horn, Jógvan Zachariassen, fagot, Henrik Skotte, obo, Jóhan Hentze, trompet, Andras Olsen, trombon, Øssur Bæk og Sámal Petersen, violin, Mina Fred, bratsj, Frederik Waage, sello, Thomas Holmsgaard, kontrabass, Frank Aarnink, slagverk, Ólavur Jakobsen, guitar og Jóhannes Andrea- sen, klaver Kórið TARIRA undir leiðslu av Sunleif Rasmus- sen luttekur eisini á hesi konsertini við einari stuttari og spennandi skrá, sum m.a. inniheldur tvær frum- framførslur. Tann eina er verkið "Glitra" eftir Unn Paturson, sum nokk er bet- ur kend sum sangari enn tónaskald, men til hesa konsertina hevur hon skrivað eitt sera vakurt lag fyri kvinnurøddir til yrking eftir pápanum, Róa Patur- son. Tann seinna frumfram- førslan er verkið "Vatnið og Ljósið" eftir Kára Bæk. Her skulu átta ymiskar ræddir spíla seg út í einum heil- tónaskala. Orðini eigur Karsten Hoydal. Skráin hjá kórinum byrjar við einum verkið fyri tvær sopran solorøddir og kór eftir skotska tónaskaldið James MacMillan. Hann er nógv umbiðið tónaskald og er ofta at síggja á konsertskrá- um bæði til BBC Prome- nade konsertir og aðrar altjóða festivalir. Eisini syngur TARIRA verk eftir Paula Hansen og Sunleif Rasmussen og endaspurtur- in er krevjandi verkið "En ny himmel och en ny jord" eftir svian Sven-David Sandstrøm. Ein tíma fyri konsertina, kl. 18.30 verður høvið at hoyra tónaskøldini umrøða tónleik teirra. Sunleif Ras- mussen og Kristian Blak fara at siga nøkur orð og eisini verður høvið at seta spurningar. Konsertin byrjar kl. 19.30 og er liður í Summar- tónafagnaðinum, og atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum. Á jóanssøku skipar Vága Gongufelag fyri forkunnugum náttar- túri, har siglt verður fram við landi, áðr- enn farið verður til gongu tvørtur um aftur oynna NÁTTARTÚRUR Leygarkvøldið 25. juni verður skipað fyri náttartúri í Vágum. Byrjað verður við siglitúri úr Sørvági norður á Slættanes, og síðan ging- ið heim aftur eftir gomlu Gásadalsgøtuni til Fjalla- vatn og haðani til Sørvágs, har endað verður við morg- unmati á Hotel Vágum. Siglt verður fram við norðara armi á Sørvágs- firði. Fram við Gásadali, Sæurðardrangi, Barðinum og Víkum. Til ber at síggja Reipsáfoss og Ritunøvina, áðrenn farið verður fram við Kópamølini og Mið- vágsurðini. Víðari verður siglt undir Sandavágsbjørg- unum fyri norðan við øllum sínum gjáum og skorum, um Slættanestanga. Farið verður so á land á lendingini á Slættanesi, har ein stuttur steðgur verður, meðan ein lættur matpakki frá Hotel Vágum verður etin, áðrenn farið verður at hyggja at skúlanum, ið eis- ini er innrættaður sum kirkja. Vitjað verður eisini úti á vitanum og við báðar kirkjugarðarnar á Slætta- nesi, áðrenn farið verður til gongu niðan við Grøvini eftir gomlu Gásadalsgøtuni um Skoradalsháls. Av Skoradalshálsi verður gingið eftir gøtuni oman gjøgnum Botn og út á Munnan, har sýnt er niður á Viðvíkina og vestur yvir bygdina á Víkum. Gingið verður so fram við Fjalla- vatni heim til Sørvágs, har túrurin endar við morgun- mati á Hotel Vágum. Tilmelding skal gerast á Kunningarstovuni í Vágum, sum skipar fyri túrinum. Á Kunningarstovuni minna tey á at hava góð gongu- klæði, fótbúna og mat- pakka við til gongurtúrin, tí gingið verður um vátlendi fram við Fjallavatni, har eisini áir eru at fara um Aldubáran og Tarira framføra Summartónar Kórið TARIRA undir leiðslu av Sunleif Rasmussen luttekur eisini á hesi konsertini við einari stuttari og spennandi skrá, sum m.a. inniheldur tvær frumframførslur Til vatns og til lands í Vágum