hósdagur 23. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
C
M
Y
K
6
Harriet í Salong Zig-Zag stylaði Ásu
Fyrst var eitt serum fordeilt í hárið, fyri at fáa tað at síggja sunt og glansfult út. Síðani varð Pre
Style Spray sproytað í hárið, fyri at gera tað lættari at seta, og fyri at verja tað. Hárið varð
uppsett, við lokkum sum hingu niður ymsastaðni. Síðani var Firm Hold Hairspray sprayað í, fyri at
fáa uppsetingina at halda. Øll hárproduktini eru av merkinum Trevor Sorbie
Make-up: natúrligir litir. Foundation frá Body Shop, eygnaskuggar frá H&M i brúnum litum. Á
vippurnar smurdi hon Underwear For Lashes frá Origins, og aftaná eina svarta mascara frá
Amplicils. Kinnarnir fingu Bronzing Powder frá Body Shop, og varrarnar vórðu teknaðar við
liplinara frá Clinique, áðrenn Ultra Gloss Dior Addict varð smurt á.
Turið í Salong Zig-Zag stylaði Róki
Pre Style Spray var tað fyrsta, sum Turið sproytaði í hárið. Tað ger hárið lættari at seta og verjir
tað ímóti hita, kulda og øðrum hárproduktum. Síðani var Straightening Balm, sum er eitt slætti-
krem við fyllu, fordeilt í hárið. Tað varð sett við Moulding Mud for Men og endaði við at sproyta
Firm Hold Hairspray í, fyri at fáa frisuruna at halda. Øll hárproduktini eru av merkinum Trevor
Sorbie.
Niðurdeilur: . . . . . .Designersmixcollection 799,–
Toppur (innanf.) . .Underglam
399,–
Toppur (uttaná) . . .Designersmixcollection 379,–
Jakki . . . . . . . . . . .Time Zone
799,–
Stivlar . . . . . . . . . .Sofie Schnoor
1549,–
Taska . . . . . . . . . . .Mimic Copenhagen
149,–
Hálsprýði . . . . . . . .Jane Koping
299,–
Ása er í klæðum
frá Juniik:
Buksur: . . . .Jack n' Jones
699,–
Skjúrta: . . . .Item
499,–
Jakki: . . . . . .Selected
1595,–
Skógvar: . . .Puma
799,–
Belti: . . . . . .Bosswick
299,–
Rókur er í
klæðum frá Skálki:
FØROYSKUR MÓTI
Petrina í Juniik um klæðini:
– Hetta er tað allarnýggjasta, og
tað, sum er tað hottasta úti í
heimi. Tað er bæði rátt og femi-
nint, við tað, at ein blonduniður-
deilur er settur saman við
cowboystivlum og einum cow-
boyjakka. Hetta settið kann
nýtast av damum ímillum 18-40
ár.
– Rákið beint nú spennir ógvu-
liga víða, tí alt kann mixast. Tú
kanst seta alt saman, júst sum
tú vilt hava tað - markið er bara
í høvdinum.
– Niðurdeilar og cowboystivlar
eru annars nógv at síggja í
útlondunum.
Mást hava: – Eg haldi at fólk
skulu investera í einum ordiliga
feitum cowboybuksum og einum
lekrum skóm. Blusir og toppar
kunnu saktans vera av bíligum
merkjum, og gjarna second
hand, tí tað skal man hava ráð
at skifta ofta. Annars kann ein
lekkur hondtaska eisini seta nýtt
lív í eitt gamalt klædnasett.
Hávardur í Skálki um klæðini:
– Hetta settið er eitt ógvuliga
trendy sett, sum kanska er meiri
til teir ungu. Hetta er eitt smart
sett, t.d. til at fara í býin í. Hetta
er nakað, sum vit fara at síggja
nógv til framyvir, serliga stutti
bikerjakkin.
– Tað er ringt at siga nakað um
mótan júst nú, tí fólk skapa sjálvi
trendin. Teir ungu dreingirnir
tora nógv betri at lata seg í øðr-
vísi og spennandi klæðir enn t.d.
vit gjørdu.
– Vit fara at síggja nógvar
strípur, sum ganga tvørturum.
Eisini skjúrtur við strípum og
puntum fara at verða nógv at
síggja.
Mást hava: – Hevur tú einar
cowboybuksur og ein klædn-
ingsjakka, so hevur tú faktiskt
eitt sett til næstan alt, tí tú kanst
seta tað saman sum tú vilt. Fert
tú í eina blusu ella stríputa
troyggju, so er tað gerandissligt
og ungt, meðan ein skjúrta
skapar ein meiri tilkomnan og
meiri klassiskan stíl. So einar
cowboybuksur og ein klædn-
ingsjakka haldi eg, man má hava
óansæð aldur.