hósdagur 23. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2005
5
"Politiska" røðan hjá drotningini:
Politikarar eru ójavnir á máli
Umboð fyri teir polit-
isku flokkarnar eru
ójavnir á máli um
røðuna, sum drotn-
ingin helt í Norður-
landahúsinum mána-
kvøldið
DROTNINGAVITJAN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Kristian Magnussen:
- Eg dugi væl at síggja, hví
tjóðveldismenn eru argir
um hetta brotið í taluni hjá
drotningini, men innihaldið
generar ikki meg. Eg eri
samdur við Drotningini í tí,
hon førir fram um yvir-
tøkulógina, sigur Kristian
Magnussen, formaður í
tingbólki Javnaðarfloksins.
- Eg hevði ikki mælt
drotningini til at umrøtt
hatta málið í hasi taluni, um
eg varð spurdur áðrenn, men
hon skal samstundis eisini
hava loyvi at úttala seg.
Jørgen Niclasen:
- Man gongur í ov trongum
skóm, um ein fær ilt av
hasum úttalilsinum hjá
drotningini. Vanliga sigur
hon ikki nógv politiskt í
sínum røðum, men hesu-
ferð nevndi hon so yvir-
tøkulógina, sigur Jørgen
Niclasen, formaður í ting-
bólki Fólkafloksins.
- Tað gleddi mítt sjálv-
stýrishjarta, tá hon nevndi
yvirtøkulógina, tí at handan
lógin er eitt amboð at tøma
ríkisfelagsskapin, leggur
hann afturat. Jørgen Nicla-
sen var ikki ovfarin av, at
drotningin nevndi yvir-
tøkulógina, men hann legði
eisini til merkis, at hon ikki
nevndi uttanríkispolitisku
heimildarlógina, sum Jørg-
en hinvegin ikki er eins feg-
in um sum yvirtøkulógina.
Kaj Leo Johannesen:
- Hatta var ikki ein politisk
røða, og drotningin skal
hava loyvi at hava eina
meining. Eg eri væl nøgdur
við røðuna, sum bygdi á
forstáilsi og virðing, sigur
Kaj Leo Johannesen, for-
maður Sambandsfloksins.
- Tað er ikki drotningin,
ið hevur drigið politikk inn
í hetta málið, men tað er
gjørt aftaná, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Kári P. Højgaard:
- Tað er sera óheppið, at vit
nú skulu leggja okkum út í,
hvat drotningin kann siga,
og hvat hon ikki kann siga.
Hetta markið er ómetaliga
torført at seta, heldur Kári
P. Højgaard úr Sjálvstýris-
flokkinum.
- Eg eri ikki samdur í tí,
sum drotningin segði, og eg
kundi kanska hugsa mær, at
tað ikki varð sagt, men eg
sigi, sum tað stendur í
Luthers Katekismus, at vit
skulu leggja tað besta í alt,
sigur hann.
Kári P. Højgaard heldur,
at tað er sera óheppið, at
hetta málið verður tikið
upp, nú tá allir teir donsku
fjølmiðlarnir
umframt
miðlar úr øðrum londum
seta ljóskastaran á Føroyar.
Bill Justinussen:
- Hatta var ein politisk
røða, og tað er sera vánaligt
av forsætismálaráðnum at
geva drotningini eina slíka
røðu, sigur Bill Justinussen
úr Miðflokkinum.
- Tað vanliga er, at øll
kunnu fegnast um eina røðu
hjá drotningini uttan mun
til tín politiska lit, men í
hesi røðuni úttalar hon seg
um politisk viðurskifti, sum
øll ikki taka undir við. Røð-
an sum heild var fín, men
hatta brotið hóskaði seg
ikki í hasum samanhangin-
um, sigur Bill Justinussen.
Drotningin hevur
seinastu tíðina gjørt
vart við seg, tá hon
hevur úttalað seg um
politisk mál í Dan-
mark, eitt nú um
sambandið millum
kirkju og stat, og
drotningin hevur ver-
ið fyri atfinningum í
hesum sambandi
DROTNINGAVITJAN
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Fór drotningin farin út um
mark í talu sínari, tá hon
hálovaði nýggju yvirtøku-
lógini? Hendan spurning
settu fleiri eftir røðuna hjá
drotning Margretu, sum
hon helt í Norðurlanda-
húsinum mánakvøldið.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at drotningin flytur seg á
markinum til tað, sum fólk
halda vera hóskandi hjá
einum monarki.
Tá Margreta drotning
fyri stuttum gav eina bók út
við egnum meiningum og
eygleiðingum, vóru fleiri
serfrøðingar og parlament-
arikarar, ið vístu á, at drotn-
ingin var farin út um mark.
Í bókini gevur hon sínar
meining til kennar um fleiri
umstrídd mál í danska sam-
felagnum. Eitt nú ávaraði
drotningin ímóti at sundur-
lima tað tætta sambandið
millum kirkju og stat.
Professari fanst at
Hetta fall mongum fyri
bróstið, og professarin í
statsrætti við Århus Uni-
versitet, Jens Peter Christ-
ensen, metti, at drotningin í
hesum føri var farin út um
markið fyri, hvat hon kann
loyva sær at siga alment.
Jens Peter Christensen
segði um tað málið, at
"praksis er, at drotningin
ikki úttalar seg um politisk
mál. Øll skipanin byggir á,
at hon er ein savnandi fig-
urur. Drotningin er uttan
ábyrgd, meðan ráðharrin
kann dragast til svars. Tað
byggir á, at hon er ein ópol-
itiskur figurur," segði Jens
Peter Christensen við Polit-
iken tann 15. apríl 2005.
Hann metti harumframt,
at málið um sambandið
millum kirkju og stat var
eitt politiskt mál, og tí
skuldi hon ikki havt úttala
seg um tað málið.
Høgni
Hoydal
hevur
givið ilt av sær, og hann
legði drotningina undir at
bera fram ein politiskan
boðskap fyri forsætismála-
ráðið í røðuni í Norður-
landahúsinum, sum var
send beinleiðis í sjónvarp-
inum. Hann segði við út-
varpið, at tað er sera
óheppið, at drotningin dróg
politisk mál inn í røðuna.
Finnur Helmsdal hevur ført
somu sjónarmið fram í
lesarabrævi.
Stjórnmálafrøðingurin
Bogi Eliasen sigur, at brot-
ið í taluni hjá drotningini er
á markinum til politiska
uppílegging, og tað er sera
óheppið.
Vit royndu at fáa fatur á
fjølmiðlastjóranum
hjá
kongshúsinum til eina við-
merking, men hon var ikki
at hitta áðrenn evstamark.
Brotið, sum vakti ónøgd:
"Det færøske folks ønske om og vilje til
fuldt ud at tage hånd om samfundets ud-
vikling har netop udmøntet sig i et nyt
lovmæssigt grundlag for forholdet mell-
em Færøerne og Danmark. Den nye
ordning bygger på en overenskomst
mellem Færøernes landsstyre og den
danske regering som ligeværdige parter,
og den skaber mulighed for, at de fær-
øske myndigheder med enkelte undtag-
elser efterhånden kan overtage samtlige
sager og sagsområder på Færøerne.
Denne vidtgående nyordning afspejler
mere end noget andet de nære historiske
og kulturelle forbindelser mellem Færø-
erne og Danmark. Den hviler på be-
vidstheden om den fælles respekt for de
grundlæggende værdier og retsprin-
cipper, der er et væsentligt element i den
følelse af samhørighed, der knytter os
sammen i Rigsfællesskabet."
Hetta segði drotningin á føroyskum:
"Avbjóðingar tróta ikki, hvørki nú í dag
ella í tíðini, sum kemur. Eitt nýtt grund-
støði til at útbyggja viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark er júst vorðið til.
Gævi tað eydnast Føroyum og Danmark
í felag at byggja á hetta grundstøðið, so
at tey skyldskaparbond, sum binda okk-
um saman, framvegis mega verða sterk."
”
Er drotningin farin út um mark?
Drotning Margreta heldur millum annað, at nýggja
yvirtøkulógin er eitt frambrot í sambandinum millum Føroyar
og Danmark. Røðan, hon helt í Norðurlandahúsinum
mánakvøldið, hevur elvt til kjak
Mynd: Jens Kr. Vang