Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 C M Y K handlar um ein ávísan persón, men tá ið tú gert ein slíkan kari- katur og fer langt út um mark og ger tað so langt úti, at eingin kann trúgva upp á tað, so haldi eg, at tað blívur meira óskyldugt. – Tann sangurin er so grovur, at eingin kann taka hann seriøst. Eingin heldur, at hatta passar. Tað hevði verið verri, um mann segði okkurt, sum var minni grovt, sum fólk kundu funnið at trúð. Tað er við vilja, at vit eru farnir so langt út við tí sanginum. Eg veit, at tað er frekt, og eg veit, at tað er ljótt, og eg hevði eisini verið keddur, um eg føldi meg raktan av einum slíkum sangi. Men samanumtikið er hasin sangurin so langt úti, at eingin kann trúgva honum. 200 vendir tingini á høvdið Ein annar av sangunum hjá 200 snýr seg um, at Miðflokkurin á seinasta vali fekk 666 atkvøður í Havn. Júst 666 ímyndar tað ónda í Opinberingini, og í hesum sangi syngur 200 millum annað: »Jenis sær út sum ein helvitis idiot« og »kanska umboðar Mið- flokkurin tað ónda«. Hesum sanginum verður Jenis av Rana ikki stoyttur av. – Longu valkvøldið var tað júst hetta, sum øll tosaðu um, tá ið eg kom í Norðurlandahúsið, og tað ger einki. Í fínteljingini tveir dagar seinni fingu vit tvær atkvøður afturat, men júst valkvøldið fingu vit 666, og tað varð tað grinið nógv eftir. Niels, hvat er hugkotið við hesum og hinum tekstunum hjá tykkum? – Vit royna at venda tingini eitt sindur á høvdið, og á tann hátt lata fólk síggja okkurt frá einum nýggjum vinkli. Nógv fólk eru bara líkasæl, so tað er tiltrongt, at onkur sigur okkurt, og summi fólk halda okkum verða djarvar, tí vit syngja soleiðis. Tit leggja í tykkara tekstum upp til, at Jenis og Miðflokkurin skulu verða meira tolerant mótvegis samkyntum. Men røkkur tykkara toleransa ikki til Miðflokkin og teirra meiningar? – Ein maður segði einaferð, at tú skalt ikki vera so tolerantur, at tú tolererar tey intolerantu. Mið- flokkurin er intolerantur ímóti samkyndum, og Miðflokkurin brúkar samvitskuna og fordómar- nar hjá fólki til at vinna sær vald. Teir brúka ein minniluta í sam- felagnum, sum ikki er væl fyri, til at koma fram. – Demokrati snýr seg um at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt fyri so nógv fólk sum gjørligt, og tað snýr seg ikki um at byggja eitt samfelag út frá persónligum sjónarmiðum. Ósamdir um samkynd Jenis, hví hevur Miðflokkurin ilt við at tolerera tey samkyndu? – Tann, sum hevur sagt, at mann ikki skal tolerera tey intole- rantu, hevur einki skilt, tí hatta avmonterar sjálvt tolsemi. – Tað er ein skeivur pástandur at siga, at Miðflokkurin er úti eftir teimum homoseksuellu. Vit eru ongantíð farin út av okkum sjálv- um fyri at siga nakað niðurset- andi um tey homoseksuellu, men tá ið vit eru spurdur av fjølmiðl- um um tey homoseksuellu, so hava vit svara. Eg skuldi verið tann fyrsti at mótmælt, um onkur forfylgdi teimum homoseksuellu. – Men Bíblian er grundin undir øllum tí, sum vit gera, og Bíblian hevur sína greiðu hugsan um tey homoseksuellu, og tí vilja vit fegin hjálpa teimum. Niels, hvat sigur tú til hetta? – Eg haldi ikki, at tað passar, at Jenis ongantíð hevur tosað niðr- andi um tey samkyndu. Til dømis hevur hann konsekvent brúkt orðið kynsvillingar um tey, og tað er eitt niðrandi orð, sum fólk verða stoytt av. Jenis, tú hevur ikki brúkt orðið kynsvillingur í kvøld. Hví tað? – Eg havi brúkt orðið homo- seksuell. Eg brúkti orðið kyns- villingur, tí tað stóð í orðabókini – bæði teirri fyrstu og teirri nýggj- astu. Eg varð gjørdur varugur við, at fólk tóku hetta illa upp, og tað er langt síðani, at eg brúkti tað orðið seinast. Kjakið millum Niels og Jenis helt fram eftir hetta, og hóast teir dúgliga argumenteraðu fyri sín- um sjónarmiðum, gjørdust teir ikki samdir um tey samkyndu. Men tað skuldu teir heldur ikki verða. Prátið var alla tíðina hampuligt og siðiligt, og eftir tíma við borð- ið vórðu teir sendir út í lýggja summarveðrið at verða avmynd- aðir – tveir ósamdir mans á einari mynd. Niels Arge Galán hevur sum sangari í 200 skotið við skørpum eftir Jenis av Rana, men tað tekur Jenis ikki illa upp. Tað er tó líka sangurn um Muscleman-blaðið, sum Jenis heldur fer langt út um mark. Niels Arge Galan hevði í sambandi við vitjanina úr danska kongshúsinum latið seg í eina troyggju við Danneborg á bringuni. Mynd: Álvur Haraldsen 23. JUNI 2005 5 Jenis av Rana 52 ár Kommunulækni og politikari Føddur í Trongisvági Búsitandi í Havn