hósdagur 23. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 117 - 23. juni 2005
Starvsfólkið á Brenni-
støðini hjá IRF á
Hagaleiti eru vorðin
innflytarar av havnar-
gróti, hetta hóast ríki-
ligt er av gróti úr
Norðoyartunnilinum
RUSK
Eirikur Lindenskov
Leirvík er spakuliga við at
gerast miðstøð fyri grót-
innflutning í Føroyum.
Norðoyartunnilin legði fyri
við at flyta grót upp úr
dýpinum, men nú vilja
havnarborgarar ikki standa
aftanfyri. Hvørja viku kem-
ur endurnýtslubilurin hjá
Tórshavnar kommunu við
pappíri og gróti. Pappírið
verður skilt og sent av land-
inum, meðan grótið brýtur
og oyðileggur bæði bil og
skiljibondini hjá IRF.
– Hetta er ein veruligur
trupulleiki, sigur Niels Uni
Dam, kunningarfólk hjá
Tórshavnar kommunu. Tal-
an er ikki um rættuliga
nógv grót, men um ein
støðugan trupulleika. og
hetta fer illa við fína nýggja
bilinum hjá Endurnýtsluni,
og í ringasta føri kann øll
pressan á Endurnýtslubilin-
um fara í smildur.
Eisini IRF í Leirvík
hevur stórar trupulleikar av
hesum, skiljibondini eru
ikki gjørd til grót, og fara tí
illa, og starvsfólkið noyðist
alla tíðina at vera á varð-
haldi, soleiðis at grót ikki
fer inn í maskinurnar og
smildrar alt.
Her er sjálvandi talan um
gáloysni, og ikki óndan
vilja. Fólk leggja grót í
botnin á ílatinum, fyri at
tað ikki skal fara á flog, og
tá ílatið verður tømt, fer
grótið við.
Niels Uni Dam greiðir
frá, at til ber at keypa serlig
hongsul at seta grønu
íløtini føst við, her hava
Renovent framleitt eina
góða loysn, sum tryggjar
ílatið uttan at gera skaða á
fólk ella tilfar.
Eitt sindur av havnargrótinum sum er endað á skiljibandinum hjá IRF
Havnarfólk útflyta grót
Miðsummarhaldið í
Klaksvík, sum nú
verður fyri 17. ferð,
verður hildið jóan-
søkudag, fríggjadagin
24. juni
MIÐSUMMAR
Sjálvt um várið og tað
sum er farið av sumr-
inum hevur roynst illa
við veðri, so livir altíð
vónin um betri veður.
Tað er m.a. tí, at vit
skipa fyri tílíkum til-
tøkum, at fagna summ-
arinum og tí ljósu tíðini,
ið sólin og náttúran
gleðir okkum við hesa
ársins tíð. So sjálvt um
vit ikki higartil í ár ikki
kunnu siga at vit hava
merkt so nógv til summ-
arið, so vilja vit tó fagna
summarinum og aftur í
ár savnast í Grøvini, har
vit hugna okkum saman
og gleðast um náttúruna,
og tað hon hevur at geva
okkum.
Veðurforsøgnirnar
siga frá hampiligum
veðri, so ikki nýtist
nøkrum at setast aftur.
Sum vanligt tendra
skótarnir eldarnar kl. 15
í Grøvini, har høvi verð-
ur hjá børnum og vaks-
num at hugna sær til
kvøldið kemur.
Kl. 19 verður mið-
summarrøðan, og í ár
verður tað Hans Hjalti
Skaale, býargartnari, ið
fer at halda røðuna.
Eisini verður sungið
úr sangheftinum.
Aftaná
verður
ein
gongutúrur út í náttúr-
una. Seinastu tvey árini
hevur túrurin verið nið-
an á Myrkjanoyrarfjall.
Men illa hevur viðrað.
Báðu ferðir eru vit ikki
komin longri niðan enn
á Kjølin, tí tjúkt hevur
verið í erva. Í ár verður
so roynt fyri triðju ferð.
Skótaliðini í Klaksvík
saman
við
Norðoya
Fornminnafelag
skipa
fyri miðsummarhaldin-
um.
Eisini
stuðlar
Klaksvíkar
kommunu
tiltakinum.
Vælkomin til mið-
summarhaldið í Klaks-
vík.
Náttúran og menniskjað