Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 4 4 23. JUNI 2005 Teir heilsa høvisliga og smílandi upp á hvønn annan, tá ið teir hittast inni á gólvinum í Miðla- húsinum í Vágsbotni hetta miku- kvøldið. Punkarin og politikarin duga báðir fólkaskikk, hóast teir hava ymiskar meiningar um lívsins viðurskifti. Niels Arge Galán er oddamað- ur í punkbólkinum 200, sum sein- astu vikurnar hevur ligið ovast á 15 teimum bestu við sanginum um Muscleman-blaðið. Jenis av Rana er formaður í Miðflokkinum, sum rættiliga stendur fyri skotum í sangunum hjá 200. »Jenis sær út sum ein helvitis idiot« og »kanska umboðar Mið- flokkurin tað ónda«, syngur 200 í sanginum MF 666. Men hvat heldur Jenis um teir musikalsku spreingiknøttarnar, sum 200 tveitir eftir honum, og hvat vil 200 við teimum speirek- andi tekstunum. Planet.fo setti sær fyri at lodda dýpið og setti Niels Arge Galán og Jenis av Rana yvir av hvørjum øðrum til eitt prát um tónleikin hjá 200. Jenis og 200 kundu farið á turné saman Jenis, hvat heldur tú um 200? – Eg trúgvi, at um teir sungu kærleikan til Jesus, so høvdu vit sikkurt turnerað saman. Niels, hvat heldur tú um Miðflokkin? – Eg fari at brúka sama leist sum Jenis, tí um Jenis var líka tolerantur mótvegis øllum lívs- stílum, so høvdu vit nokk gjørt sangir til frama fyri Miðflokk- inum, og kanska høvdu vit enntá turnerað saman. Jenis, hvat dámar tær við 200? – Mær dámar ótrúliga væl menniskju, sum gera nakað við tað. Fólk, sum hava eina sann- føring og sum stríðast fyri henni. Hvat dámar tær ikki við 200? – Eg vildi bara ynskt, at tað, sum teir vóru ídnir fyri, vóru teir ídnir fyri við skili. Eg haldi ikki, at teir brúka síni talentir nóg væl. Til dømis haldi eg, at Niels syngur betur, enn hann letur okkum hoyra í tónleikinum hjá 200. Og tekstirnir haldi eg kundu verið penari. Tað hevði vart longri og komið eitt sindur víðari, um teir vóru meira poleraðir. Niels, hvat dámar tær við Miðflokkinum? – Mær dámar væl, at teir eru ein fullveldisflokkur í hesum døgum, tá ið fullveldisflokkarnir kunnu teljast á tveimum fingrum. Hvat dámar tær ikki við Miðflokkinum? – Mær dámar ikki, at teir blanda átrúnað og politikk sam- an. Átrúnaður snýr seg um tað, sum tú hevur í tínum hjarta og ert sum menniskja, meðan poli- tikkur snýr seg um við lóg at smíða eitt samfelag. Og ein tulk- ing av demokrati handlar um at gera lívið so gott sum møguligt fyri so nógv sum møguligt. Muscleman-blaðið er ikki stuttligt 200 argar fólk við sínum ber- søgnu og stundum provokerandi tekstum. Men hvat er orsøkin til hesar tekstir, Niels? – Vit í 200 ganga høgt upp í at gera tingini gjøgnumførd. Tekst- irnir og mátin, vit siga tingini, er ein reflektión av tónleikinum hjá okkum. Tónleikurin er ráur, nakin og einkultur, og tí hóskar tað seg væl at siga tingini eitt sindur ófantaliga, beint fram, onkuntíð á ein stuttligan hátt og ikki balla tingini for nógv inn. Og inni- haldið í tekstunum er sum tað er, tí tað avspeglar tað, sum upp- tekur okkum í bólkinum. Jenis, hvat heldur tú um at blíva argaður av 200? – Eg leggi einki í, at eg blívi argaður. Fólk, sum kenna meg, undrast ofta á, hví eg bara flenni, tá ið onnur kanska vildu blivið ill. Og tekstirnir hjá 200 røra meg sum so ikki. Men tann eini sang- urin hjá 200 fer longur enn bara at arga. Tað er hasin sangurin um Muscleman-blaðið, har teir syngja um ein løgtingsmann, sum eisini er lækni. Hóast teir ikki nevna meg við navni, so er lítið at ivast í, hvønn hasin sangurin handlar um. – Har haldi eg, at teir eru farnir ov langt. Hinir sangirnir hjá 200 eru stuttligir, men har er tað ikki stuttligt meir. Eg haldi, at man skal virða fólk, sum fara upp í politikk, tí tað kostar nakað, og ein slíkur sangur kann gera tað, at fólk siga, at um tað kostar so nógv at verða við í politikki, so mugu vit heldur ansa eftir. – Tí eri eg ikki glaður fyri hand- an sangin. Hann fer ov langt. Eg eri ikki illur inn á 200 fyri orsaka av sanginum, men eg eri eitt sindur keddur um, at Útvarpið og Sjónvarpið spæla sangin. Tað er ikki stuttligt fyri tey, sum varða av, at hoyra slíkt. Og tað er ein vandi fyri demokratiið, at mann kann verða hongdur so rátt og brutalt út. Sangurin tilvitað langt úti Sangurin hjá 200 um Muscleman -blaðið hevur seinastu vikurnar verið best umtókti sangurin á 15 teimum bestu. Ongastaðni í sanginum verður Jenis av Rana nevndur við navni, men sangurin snýr seg um ein løgtingsmann, sum eisini er lækni, og 200 rør fram undir, at hesin politikari, sum vil hava Før- oyar fríar fyri samkynd, sjálvur er samkyndur og lesur bløð við hálvnaknum monnum. 200 syng- ur millum annað soleiðis: »Á løgtingi situr ein vemmi- ligur maður/hann heldur, at Før- oyar skulu vera bøssafríar, baby/ Tað, sum man sigur, er man næstan altíð sjálvur/situr har og lesur sítt Muscleman-blað« Niels, er Muscleman-blaðið ein sangur, sum fer ov langt – eisini mótvegis Jenis og Miðflokk- inum? – Hatta er ein øgiliga frekur sangur. Og tað er øgiliga tilvitað, at einki navn er nevnt, so at mann ikki skal særa óneyðugt. Kanska hava nokk so nógv fólk fingið eina idé um, at sangurin Niels Arge Galán og 200 skjóta við skørpum eftir Jenis av Rana og Miðflokkinum. Men er 200 farið út um mark, tá ið teir til dømis syngja: »Jenis sær út sum ein helvitis idiot«. Hvat heldur sangarin í 200, og hvat sigur Jenis av Rana til spreingiknøttarnar hjá 200. Planet.fo setti teir báðar saman til eitt prát um tolsemi, arging og samkynd MÓTSETNINGAR MØTAST Niels Arge Galán 28 ár Grafikari og tónleikari Føddur í Gentofte Búsitandi í Hoyvík Konfrontatión I Eyðun Klakstein I eydun@sosialurin.fo JENIS OG PUNKARIN