Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 8 23 ára gamla prinsessa Madeleine er tað heita navnið í svenska kongshús- inum. Tá ið tey kongaligu eru úti til almenn ella privat tiltøk er tað altíð tann unga prinsessan, sum stjelur myndina. Hon verður avmyndað úr høvd í r... og áhugin fyri at skriva um hana í bløðum er sera stórur – ikki bara í Svøríki, men eisini í hinum norðurlondunum og í til dømis Týsk- landi. Um vikuskiftið var svenska konga- familjan til brúdleyp hjá Carl Silfer- schøld og Mariu Frederiksson, og aftur hesaferð var tað Madeleine, sum myndamenninir vóru ídnaðist at avmynda. Stóri áhugin fyri prinsessuni ger, at trygdarfólk fylgja henni allastaðni, har hon ferð. Svenska trygdarløgreglan Sæpo ansar eftir Madeline, og tá ið hon skal í veitslur ella út millum fólk, fylgja vanliga fýra mans prinsessuni. Og tað kann stundum virka nakað komiskt, tí tá ið Medeleine herfyri var úti við sjeikinum sat ein trygdarvørð- ar saman við teimum allatíðina, með- an tríggir aðrir mans sótu við borð nærindis. TANN HEITA PRINSESSAN Krúnprinsessa Victoria, prins Carl Philip og prinsessa Madeline komu saman til brúdleypið hjá Carl Silfverschold og Mariu Fredriksson Madeleine við berum ryggi til brúdleyp um vikuskiftið. Svenska prinsessan strálaði í tí góða summarveðrinum Holmes cruisar við Tom Sjónleikarparið Tom Cruise og Katie Holmes eru mest umtalaða parið í Hollywood í hesum døgum. 42 ára gamli Tom Cruise hevur funngið saman við tí 26 ára gomlu Katie Holmes, og tey hava úr at gera við at vísa seg alment. Nú um dagarnar vóru tey í Paris, har Tom Cruise gjørdi pr-arbeiði í sambandi við filmin War of the Worlds. Og í høl- unum á honum var sjálvandi Katie Holmes, og tey høvdu einki ímóti at vísa almenninginum, at tey eru góð. Sum prikkurin yvir i'ið fríggjaði Tom Cruise til Katie Holmes í Eifeltorn- inum. (Mynd: Scanpix) Mótmæla berum boppum Tríggir týskir ferðamenn mótmæltu í farnu viku, at kvinnur ganga topp- leysar á strondunum í Antalya í Turkalandi. Herman Oppbscher, Heibert Kocourek og Ahmet Senyuz høvdu latið seg í bikini, og teir gingu síðani runt á strondini og heittu á konufólk um at lata seg betur í og ikki ganga við berum boppum. Teir tríggir týskararnir halda, at topp- leysar kvinnur oyðileggja moralin hjá ungfólk. (Mynd: Scanpix) Backstreet royna aftur Fýra ár aftan á at amerikanski dreingjabólkurin Backstreet Boys kastaði handklæðið í ringin, royna teir seg nú aftur við nýggjari útgávu. Dreingirnir, sum eru vorðnir menn, hava givið nýggja fløgu út, ið kallast »Never Gone«. Tað er svenski snill- inignurin Max Martin, ið hevur pro- duserað og co-skrivað. Martin var eisini maðurin aftan fyri fleiri av teirra størstu hittum á eitt nú fløguni "Millennium", sum kom út í 1999 og seldi 13 milliónir eintøk. Hóast Back- street Boys tilsamans hava selt 35 milliónir fløgur, so siga teir seg onki hava ímóti at vera underdogs, nú hip-hop hevur tikið føringina frá dreingjapoppinum. Teirra fyrsta single-lag »Incomplete« rakk einum 6. plássi á amerikanska Billboard hitlistanum, men er smokkað niður- eftir síðani. (Mynd: Scanpix)