hósdagur 23. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 117 - 23. juni 2005
– Umborð á Norrönu
raðfesta vit altíð
trygdina hægst, bæði
tá talan er um ferðaf-
ólk og manning, sigur
Jógvan í Dávastovu,
trygdarleiðari hjá
Smyril Line. Teir hava
tí longu tikið streymin
av øllum Peugeot 307-
bilunum, sum higartil
hava ferðast við Nor-
rönu
SJÓTRYGD
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norröna: – Tað hava ikki
verið nógvir Peugeot 307
bilar við Norrønu higartil.
Men vit hava kortini longu
tikið streymin frá hvørjum
einasta teirra undir sigling-
ini, sigur trygdarleiðarin
við Sosialin.
Hetta hendir eftir at tað er
komið fram, at eitt ólag var
í teirri elektrisku skipanini í
hesum bilum. Dømi eru
um, at eldur er komin í hes-
ar bilar í Danmark, men
sum skilst er eingin slík fr-
áboðan komin úr Føroyum.
Teir á Smyril Line vilja
kortini ikki lata tilvildina
ráða, men hava nú sett til-
tøk í verk til tess at varð-
veita trygdina umborð, og
soleiðis forða fyri, at eldur
skal koma í ein av hesum
bilunum, meðan Norröna
er í sigling á miðjum havi.
Tá teir umborð síggja ein
slíkan bil verður hann settur
á sítt pláss umborð á bil-
dekkinum, og síðani fer ein
av manningini yvir til bilin
og loysir annan polskógvin
av akkumulatorinum.
Á henda hátt er eingin
streymføring til bilin, og á
henda hátt sleppur ein und-
an vandanum við at eldur
skal kunna koma í motorin.
– Hjá okkum hevur
trygdin alt at siga, sigur
Jógvan í Dávastovu.
100% feilfríir
Um vikuskiftið kom fram,
at hvørki DFDS, sum siglir
millum Danmark, Ongland
og Noregs treytaleyst vildi
loyva Peugeot 307-bilum at
koyra umborð á skip teirra.
Hetta sama segði eisini
Samsø
Linien,
meðan
Scandlines, Stena Line,
Bornholmstrafikken, Color
Line og Mols Linjan seta
ikki hesi krøvini til eigarar
av hesum bilum.
Hetta hendi eftir, at teir
eru vorðnir kunnugir við, at
eldur er komin í sjey bilar,
orsakað av trupulleika við
akkumulatorinum.
Hesi bæði donsku ferju-
feløgini krevja nú av eigar-
unum, at teir kunnu prógva,
at bilur teirra er feilfríur.
Um ikki, so skal manningin
avmontera henda leidning-
in til akkumulatorin, áðr-
enn lagt verður frá landi.
– Vit vilja vera 100 % vís
í, at einki skal henda um-
borð, hevur operatiónssjef-
urin hjá DFDS Seaways,
John Høybye, sagt við
donsk bløð um vikuskiftið.
Hevur eigarin ikki hesa
váttanina, so tekur mann-
ingin sær rætt til at loysa
henda polin. Men sum skilst
noyðist eigarin av bilinum
kortini at fara á verkstað við
bilinum. Tí neyðugt er hjá
einum
professionellum
mekanikara at fáa alt at
virka aftur so sum tað skal.
Trygt skip
At teir á Smyril Line frættu
um henda trupulleikan og
krøvini frá teimum donsku
skipafeløgunum, var mest-
sum av tilvild.
Hósmorgunin í farnu
viku ringdi ein blaðmaður
frá einum donskum blaði til
hansara og spurdi, um teir á
Smyril Line vistu um hetta.
– Vit vistu tað ikki, men
fyri okkum hevur trygdin
alt at siga. Tá talan er um
trygdina,
verður
einki
spart, og tí vilja vit gera alt
fyri at sleppa undan slíkum
vandastøðum.
– Hjá okkum er avger-
andi, at fólk vita, at tá tey
fara umborð á Norrønu, so
fara tey umborð á eitt trygt
skip, sigur Jógvan í Dáva-
stovu.
Hann hevur síðani bæði
tosað við FDM (felagið fyri
danskar bileigarar) í Dan-
mark og við Finnboga
Arge, stjóra hjá Meinhard
Arge, sum selur hetta bila-
slagið í Føroyum.
Og sum hann hevur skilt
tað, so verða nú allir Peu-
geot-bilarnir,
sum
eru
framleiddir millum 2001 og
2003, innkallaðir til eftirlit.
Brøv til havnir
Hinvegin undrar tað trygd-
arleiðaran kortini eitt sind-
ur, at teir á Smyril Line ikki
hava fingið hetta at vita
fyrrenn nú, tá tað er líkt til
at bilasølurnar hava vitað
um hetta í fleiri mánaðir.
– So skjótt eg hevði fingið
alt hetta at vita, sendi eg
bræv umborð á skipini og
havnirnar, hagar vit leggja
inn, um at vit hava sett
okkara tiltøk í verk við
trygdini, sigur hann.
Nógv hugskot hava
verið frammi um,
hvussu støðan hjá
rækjuskipaflotanum
kann bøtast, og eisini
hevur kvotukeyp úr
Grønlandi verið nevnt.
Men meðan bíðað
verður eftir eini loysn,
sum kanska kundi
verið bjargingin hjá
okkara rækjuskipa-
vinnu, eru skip farin
undir hamaran,
fremmand fløgg, seld
ella løgd
RÆKJUVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað minkar alsamt burtur av
tí áður so stolta føroyska
rækjuskipaflotanum, og nú
verður so eisini Høgifossur
lagdur.
Skipið er júst komið heim
av Flemmish Kap, og hóast
lastin er full, og túrurin hev-
ur verið rímiligur til longdar,
verður veiðan seld fyri bert
stívliga 4 miljónir krónur,
sum er ov lítið til, at rakstur-
in við eitt nú høgu oljuprís-
unum kann fáast at hanga
saman.
Tað eydnaðist ikki Sosial-
inum at fáa orð á reiðaran,
Jákup Egholm, í gjáramorg-
unin, áðrenn blaðið fór til
prentingar. Eingin telefon
hjá felagnum svaraði.
Men Albert Thomasen,
sum er bókhaldari hjá Høga-
fossi, váttaði, at skipið fer
ikki nýggjan túr, soleiðis
sum støðan er.
Tað er P/F Samvinnu-
felagið í Sandavági eigur
Høgafoss.
Eingin loysn
Hvussu vorðið verður við
skipinum, nú avgerð er tikin
um ikki at loysa aftur - og
hvussu vorðið verður mann-
ingini, vita vit ikki at siga.
Føroyski rækjuskipaflotin,
sum nú er tódnaður burtur í
lítið og einki, hevur leingi
ligið tungt í sjónum, og tað
ger hann framvegis. Hinveg-
in frættist um góðar tíðir hjá
grønlendsku
rækjuskipa-
vinnuni.
Nógv hugskot hava verið
frammi um, hvussu støðan
hjá rækjuskipunum kann
bøtast, og í hesum sambandi
hevur eitt nú verið nevt
kvotukeyp úr Grønlandi.
Men meðan bíðað verður
eftir eini loysn, sum kanska
kundi verið bjargingin hjá
okkara rækjuskipavinnu, eru
skip farin undir hamaran,
fremmand fløgg, seld ella
løgd.
_ Vit hava tikið
streymin av
Peugeot-bilum
Høgifossur fer ikki avstað aftur
Vit ætlaðu at fáa eina
viðmerking frá
Strandferðsluni til tað
sama. Men hetta
eydnaðist ikki áðrenn
blaðið fór til
prentingar í gjár.
– Eingin skal seta spurnartekin við trygdina umborð á Norrönu, sigur trygdarleiðarin hjá
Smyril Line, Jógvan í Dávastovu
Rækjuskipaflotin tódnar
alsamt – og nú verður eisini
Høgifossur, sum júst er komin
aftur av túri við fullari last,
lagdur