hósdagur 23. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2005
9
144 lond hava staðfest
forboðið ímóti at
brúka landminur, og
handilin við
landminum er næstan
steðgaður.
LANDMINUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyri 15 árum síðani tóku
nøkur fólk seg saman fyri
at fáa altjóða samfelagið at
banna londum at brúka
landminur
sum
vápn.
Arbeiðið hevur givið úrslit,
tí nú hava 152 lond skrivað
undir forboðið, og 144
teirra hava eisini staðfest
tað. Samstundis vísa hag-
tøl,
at
handilin
við
landminum er at kalla
steðgaður.
Kortini eru tað lond, sum
framvegis brúka landminur.
Russiski herurin brúkar tær
í Kekenia, og í Burma
brúkar herurin tær ímóti
uppreistrarmonnum.
Avtalan um forboð ímóti
landminum varð undir-
skrivað í kanadiska býnum
Ottawa í 1997, og takkað
verði eftirliti hjá virknum
felagsskapum hava londini
hildið forboðið, sigur Jody
Williams, sum var ímillum
stigtakararnar fyri 15 árum
síðani. Sjálv fekk hon
Nobel-friðarheiðurslønina í
1997
fyri
sín
lut
í
arbeiðinum ímóti land-
minum.
Eisini annað
At átakið ímóti landminum
hevur eydnast so væl hevur
fingið onnur at taka stig til
at banna øðrum vápna-
sløgum. Eitt nú er felags-
skapurin IANSA stovnaður
við tí endamáli at fáa
londini at banna fólki at
hava
hondvápn.
Jody
Williams
vísir
á,
at
hondvápn
krevja
fleiri
mannalív í dag enn tey
kríggj, sum støðugt eru
kring heimin. Hon ásannar
tó, at tað verður rupult at
fáa undirtøku fyri átak-
inum.
-Hendan avbjóðingin er
nógv størri enn tann ímóti
landminum. Tað kemst
fyrst og fremst av, at nógvir
pengar eru uppií, tá vit tosa
um hondvápn, sigur Jody
Williams við Dagsavisen.
Fleiri lond eftir
Sjálvt um átakið ímóti
landminunum hevur eydna-
st betur, enn nakar hevði
væntað, eru tað framvegis
týðandi lond, sum ikki hava
skrivað undir forboðið. Eitt
nú
hava
USA,
Kina,
Russland, India og Pakistan
ikki skrivað undir.
-USA hevur ikki skrivað
undir, tí amerikanararnir
stúra fyri, at hetta er bara
byrjanin. Landminur hava
ongan hernaðarligan týdn-
ing fyri USA, men stjórnin
er bangin fyri at fáa krøv
um forboð ímóti øðrum
vápnum, skrivar hon undir.
Jody Williams hevur
góðar vónir um, at Kina,
India og Pakistan fara at
skriva undir forboðið. Kin-
verjar hava í øllum førum
tikið eitt týðandi stig, tí teir
eru givnir við at útflyta
landminur.
Fyrrverandi Ku Klux
Klan-leiðarin Edgar
Ray Killen kann fáa
60 ára fongsul fyri trý
morð í 1964.
Dómur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Eftir at hava hugsað seg um
í tveir dagar samdust nevn-
ingarnir í býnum Philadelp-
hia í amerikanska statinum
Mississippi um, at tann 86
ára gamli Edgard Ray Kill-
en
var
høvuðsmaðurin
aftan fyri trý morð har í
1964.
Tað var tann 12. juni í
1964, at nakrir menn úr Ku
Klux Klan burturfluttu teir
tríggjar borgararættinda-
stríðsmenninar
James
Chaney, Andrew Goodman
og Michael Svhwerner.
Hálvan annan mánað seinni
vórðu lík teirra funnin. Tað
sást, at teir høvdu fingið
harðliga viðferð, áðrenn
teir vórðu myrdir. Nevning-
arnir í Philadelphia komu
til ta niðurstøðu, at tað var
Edgar Ray Killen, sum gav
boð um morðini.
Sambært AP kann Edgar
Ray Killen fáa 60 ára
fongsul - 20 ár fyri hvørt
morðið.
Tilburðurin fyri 41 árum
síðani gjørdist kendur um
allan heimin við filminum
"Mississippi Burning", ið
hevði Gene Hackman í
høvuðsleiklutinum.
Arnold
missir
undirtøku
Guvernørurin
í
Kali-
fornia, Arnold Schwarze-
negger, er ikki so væl
umtóktur longur.
Sambært einari nýggj-
ari kanning halda 37
prosent av veljarunum í
Kalifornia,
at
guver-
nørurin roynist væl. Tað
er kanska ikki so galið
samanborið við undirtøk-
una hjá mongum øðrum
leiðarum, men trupul-
leikin er, at umdømið
hansara er nógv versnað í
seinastuni. Í einari tilsvar-
andi kanning fyri bara
fýra
mánaðum
síðani
søgdu heili 55 prosent, at
tey vóru nøgd við guver-
nørin og tað, sum hann
fekk av skafti.
Hetta
hevur
fingið
Schwarzenegger at seta
fleiri átøk í verk, sum
skulu royna at bøta um
umdømi hansara, men
higartil hava átøkini ikki
givið nakað úrslit, skrivar
AP úr Sacramento.
Bilførarar
sovna
Tað er ikki nakað ókent
fyribrigdi, at fólk kunnu
sovna, meðan tey koyra
bil, og í Noregi vísa
kanningar, at hvønn dag
sovna umleið 500 bilfør-
arar, meðan teir sita við
róðrið.
Norsku ferðslumyndu-
gleikarnir siga, at í meðal
doyr eitt fólk í ferðsluni
um vikuna, tí at ein
bilførari sovnar, meðan
hann situr við róðrið, og á
hvørjum ári fáa umleið
400
fólk
skaða
av
óhappum, ið standast av
svøvni. Ferðslumyndug-
leikarnir hava tosað við
15.000
bilførarar,
og
kanningin vísir, at tey
flestu sovna, tá tey koyra
á einum breiðum og
beinum vegateini.
Í gjár fóru ferðslu-
myndugleikarnir
undir
eitt átak ímóti slíkum
óhappum og vanlukkum,
tí myndugleikarnir á-
sanna, at vandin er serliga
stórur í teirri nógvu
ferðsluni um summarið.
Tí er ætlanin at fá bil-
førararnar at steðga á og
at fáa sær ein lítlan lúr,
kenna teir seg troyttar.
Myndugleikarnir siga, at
hjá teimum flestu kunnu
15 minuttir vera nóg
mikið
til
at
bjarga
mannalívum.
Skilagóðar
leyvur
Fyrr í hesum mánaðinum
bleiv ein tólv ára gomul
genta rænd og burturflutt
har suðuri í Etiopia. Fýra
menn fóru avstað við
gentuni, tí hon skuldi
giftast burtur.
Gentan vildi ikki fara
við monnunum, og í
tríggjar dagar bukaðu teir
hana fyri at fáa hana at
akta. Men tann triðja
dagin komu tríggjar leyv-
ur gentuni til hjálpar. Tær
róku teir fýra menninar
burtur og stóðu uppi yvir
gentuni, til løgreglan kom
og
bjargaði
gentuni,
skrivar AP.
Stuart Williams, sum
stendur á odda fyri einari
villdjóraverkætlan í Eti-
opia, sigur við AP, at tað
var helst gráturin hjá
gentuni, sum fekk leyvur-
nar at hjálpa henni. Hann
ivast ikki í, at hevði gent-
an ikki grátið, høvdu
leyvurnar gjørt av við
hana.
L ø g r e g l u m a ð u r i n
Wondimu Wedajo, sum
kom fram á gentuna, sig-
ur, at tað hendir javnan, at
ungar gentur verða rænd-
ar í sambandi við giftar-
mál. Hetta er serliga gald-
andi á bygd, og hann
heldur, at umleið 70 pros-
ent av brúðrunum har eru
gentur, sum eru burtur-
fluttar.
Ikki pláss
fyri
fornlutum
Svensku myndugleikarnir
hava boðið sær til at lata
Noreg fáa umleið 2.500
fornlutir, sum uppruna-
liga stava úr Noregi, men
norðmenn siga seg ikki
hava pláss fyri teimum,
skrivar Aftenposten.
Tá norðmenn herfyri
hátíðarhildu, at 100 ár
vóru liðin, síðani teir fóru
burtur úr ríkiseindini við
sviar, handaði Carl Gustaf
kongur Hákuni krúnprinsi
ein virðismiklan lut frá
víkingatíðini. Men hesin
luturin var bara ein av
mongum, sum sviar eru
sinnaðir at lata norð-
monnum aftur, og tí um-
hugsa norðmenn nú at
byggja eitt nýtt forn-
minnissavn.
Ætlandi
verður tað einar 5.000
fermetrar stórt, og nógv
bendir á, at tað verður
bygt í Bygdøy.
Nógvir norðmenn halda
tað vera pínligt, at landið
ikki kann hýsa sínum
egnu fornlutum, og Kjell
Magne Bondevik, for-
sætisráðharri, hevur eisini
sagt, at stjórnin ætlar at
finna eina loysn.
UTTAN ÚR HEIMI
Dømdur fyri morð 41 ár seinni
Stríðið ímóti landminum
hevur givið úrslit
Seinastu 15 árini eru nógv landminuøki kring heimin ruddað. Her er jordanski herurin í ferð við at rudda eit øki nærhendis
Jordan-ánni.
Mynd: Reuters