hósdagur 23. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 117 - 23. juni 2005
Mitt í eini væltilrættislagdari drotninga- og
hjúnprinsavitjan segði drotningin nøkur orð,
sum hon helst ikki skuldi havt sagt.Hugsað
verður um politiska - ella samfelagsliga -
brotið í tí annars frálíku røðuni, hon helt í
Norðurlandahúsinum mánakvøldið, tá Føroya
landsstýri var vertur.
Tey flestu munnu vera samd um, at orðingin um
nýggju
skipanina
-
yvirtøkulógina
og
heimildarlógina - vóru óheppin, tí semja er ikki
um hesa nýskipanina í Føroyum. Tey flestu
munnu tó halda, at talan er um eitt framstig,
samstundis sum andstøðan heldur, at talan er
um eitt afturstig.
Danska kongshúsið hevur verið óheft, og nógv
hava stóra virðing fyri danska kongshúsinum, tí
tað hevur ikki lagt seg upp í samfelagslig
viðurskifti síðani Páskakreppuna í 1920-unum,
tá Kristian 10 kongur elvdi til eina politiska
kreppu, hóast Joakim Prinsur hevur verið í so
langt farmmi við sínum sjónarmiðum um
landbúnaðarpolitikkin í ES.
Tað er kent, at danska stjórnin góðkennir røður,
sum drotningin skal halda. Nú skulu vit halda
okkum frá gitingum, men onkur politikkari
hevur róð upp undir, at onkur embætismaður í
forsætismálaráðnum hevur skrivað røðuna, og
lagt nakrar tulkingar hjá forætismálaráðnum
inn í røðuna. Um so er, er tað spell, at
forsætismálaráðið misnýtir drotninga, sum stór
virðing er um, til slík politisk sneisaørindi.
Hóast nógv harmast um orðingina, yppa vit
øksl, og siga tað var so tað, og vit umbera
drotningina. Men tað ger formaðurin Tjóð-
veldisfloksins ikki. Høgni Hoydal boðaði týs-
dagin frá, at hann sendi avboð til nátturðan um-
borð á kongaskipinum ígjárkvøldið. Hann
"fekk ta pressu", sum hann bað um, vil onkur
halda.
Nógv kunnu óivað taka undir við, at hann sum
formaður í Tjóðveldisflokkinum mótmælir
politisku orðingina í røðuni, um hon verður
tulkað til politiska uppílegging. Men haðani og
til at senda avboð til ein nátturðabita er eitt í so
langt lop, sum summi helst vilja kalla smásinni.
Í øllum førum kunnu vit seta spurnartekin við,
um tað er rætt at vera so avgjørdur, tá tað kann
hugsast, at tað eru onnur enn sjálv drotningin,
sum hava orðað røðuna, hon helt í
Norðurlandahúsinum á tí annars frálíka
kvøldinum við spennandi konsert konsert og
mótasýning og góðum borðhaldi.
Skal mótmælast, skal mótmælast á røttum stað
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Óheppin orðing -
men í so avgjørdur
floksformaður!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bill Justinussen,
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Tað er at fegnast um, at
formaður sambandsfloksins
so áhaldandi greiðir frá teim-
um ætlanum, hann hevur í
sambandi við at fáa bíð-
ilistarnar til tey føroysku
sjúkrahúsini niður. Hetta er
ein neyðug ætlan, sum
krevur politiska styrki. Eg eri
sannførdur um, at føroyska
sjúkrahúsverkið
kann
samskipast betri enn tað
verður gjørt ídag. Samstarv-
ið sjúkrahúsanna sínámillum
og við kommunulæknarnar
kann betrast á fleiri økjum.
Verandi støða við vantandi
samstarvi ger, at sjúklingurin
fær ikki ta tænastu, hann
hevur uppiborið. Og Føroya
fólk fær ikki nóg mikið fyri
skattapeningin, sum verður
latin til sjúkrahúsverkið.
Samstarvsbólkur
Fyri at koma hesum trupul-
leikum til lívs, setti eg sum
landsstýrismaður ein sam-
starvsbólk við tí endamáli at
fáa samstarvið millum tey 3
sjúkrahúsini at virka. Bólk-
urin, sum m.a. er mannaður
við leiðandi umboðum frá
teimum 3 sjúkrahús-unum,
skuldi á heysti 2003 koma
við einum felags tilmæli,
men mær vitandi hevur
landsstýrismaðurin enn onki
tilmæli fingið. Kanska var
uppgávan ov stór. Tó burdi
nógv verið at rivið í, tí nógv
kann gerast betri. Nógv er,
sum ein slíkur samstarvs-
bólkur heilt náttúrliga eigur
at kunna semjast um. Eitt nú
einfaldar mannagongdir um,
hvussu og nær sjúklingar
skulu/kunnu sendast frá
einum sjúkrahúsi til eitt
annað, tá tørvur er á tí. Eitt
nú, hvussu samlaða tilfeingi
av starvsfólki, útgerð og
hølum kann nýtast til fulnar.
Eitt nú, hvussu sjúkra-
húsverkið kann virka sum
EITT verk heldur enn 3
sjálvstøðug
sjúkrahús.
Endurskoðan av leiðslu-
bygnaðinum var eisini ein av
a r b e i ð s s e t n i n g u n u m .
Leiðslubygnaðurin er ov stir-
vin, og tí nýtir serliga leið-
slan á landssjúkrahúsinum
ov stóran part av sínari orku
til at semjast innanhýsis, og
fær sostatt minni tíð til
átrokandi uppgávur. Alt við
sama
endamáli:
at
fáa
bíðilistarnar burtur og hækka
tænastustøðið,
so
sjúklingurin veruliga kann
siga, at hann fær eina
dygdargóða tænastu.
Brúkarakanning
Sjúkrahúsráðini hava mælt
landsstýrismanninum til at
gera eina brúkarakanning á
teimum føroysku sjúkrahús-
unum. Hesum ætlanum kom
eg ikki nóg langt við, áðrenn
samgongan slitnaði. Men tað
er avgjørt neyðugt, at sjúk-
lingarnir sleppa at siga sína
erligu meining um, hvussu
tey uppliva sjúkrahúsini.
Hvussu fóru starvsfólkini
við teimum, hvussu eydn-
aðist viðgerðin, hvussu var
tænastan rundan um við-
gerðina, hvat manglar og
hvat burdi ikki verið. Allar
slíkar spurningar haldi eg, at
leiðslurnar hava tørv á at seta
brúkarunum fyri at kunna
gera tænastuna enn betri.
Hetta er vanligt aðrastaðni
og ein gongd leið at lúka í
veltuni.
Miðflokkurin er fúsur
Tað skal ikki standa á Mið-
flokkinum at fáa føroyska
sjúkrahúsverkið at virka so
væl sum gjørligt. Longu nú
eru verkætlanir í gongd, sum
Miðflokkurin eisini hevur
verið við til at borið fram.
Serliga er tað talgilda heilsu-
skipanin, sum er komin væl
áleiðis. Vónandi verður hon
tað nýtiliga amboð, sum
ætlanin er.
Føroyar í 2015
Bíðilistar og samstarv
Palli Petersen
Føroya Lívstrygging, LÍV
varð stovnað í 1967 sum ein
sjálvsognarstovnur. Líka til
tosið um einskiljing byrjaði
var støðan hjá LÍV sum
sjálvsognarstovni rættuliga
greið, nevniliga at arbeiða
fyri at tryggja trygging-
artakarunum størst møguligt
avkast.
Einskiljingin, sum tað nú
hevur verið arbeitt við í long-
ri tíð, reisir nógvar ivaspurn-
ingar:
… Hví skal Landskassin,
sum ikki hevur goldið eina
krónu til LÍV, fáa ágóðan av
eini einskiljing. Hevði tað
ikki verið rættari, at ein ein-
skiljing kom okkum trygg-
ingartakarum til góðar. Vit
hava gjørt avtalu við LÍV í
teirri trúgv, at LÍV var ein
sjálvsognarstovnur
hvørs
avkast fall til okkum sum
tryggingartakarar, og vit
hava
staðið
fyri
øllum
inngjøldunum.
… Ein møguligur komandi
eigari av LÍV vil hava fyri
eyga at fáa sum mest avkast
av síni íløgu - hetta kann
einans koma frá virksem-
inum hjá LÍV - tað merkir
minni
bonus
til
trygg-
ingartakarnar.
… Ein stovnur sum LÍV
eigur at hava stóran týdning
fyri føroyska samfelagið sum
ein strategiskur íleggjari,
serliga aktuelt nú ein parta-
brævamarknaður er við at
taka seg upp. Hetta er deils
týdningarmikið fyri okkara
samfelag, og royndir vísa
eisini, at íløgur í partabrøv
gjørdar
við
passandi
spjaðing við tíðini geva størri
vinning enn tær tryggu
íløgurnar í lánsbrøv - Men
partabrøv innihalda eisini
vága, og tá LÍV skal kunna
garantera tryggingartakarun-
um tað, sum teir hava krav
uppá, so er neyðugt við tøk-
um peningi í tiltaksgrunnum,
hesin kemur frá vinningin-
um, sum LÍV hevur. Men
hvat um vinningsbýti fer við
bróðurpartinum av tí, sum
kundi farið í tiltaksgrunn - so
verða møguleikarnir hjá LÍV
til íløgur í partabrøv rættu-
liga avmarkaðir.
Uppsparing til eftirløn er
ein langtíðarætlan, har tað er
ómetaliga
umráðandi
at
rentan er so høg sum gjørligt.
Um vit td. ímynda okkum
eina 40 ára uppsparing við
føstum árligum inngjaldi og
samanbera úrslitið við eina
rentu, ið er 5,5 % í mun til
4,5 %, so vil hetta eina
prosentið í rentu geva heili
28 % hægri uppsparing í
tíðarskeiðinum.
Eftir einskiljingina verður
aðalendamálið hjá LÍV, sum
eyðvitað er, at geva parta-
eigarunum mest møguligan
vinning, og stríðir hetta móti
áhugamálunum hjá trygging-
artakarunum.
Ein máti at loyst hetta
áhugamálsstríðið var at ein-
skilt Føroya Lívstrygging
100 % til tryggingartakarnar,
sum hava áhuga í, at vinning-
urin hjá LÍV verður brúktur
til at styrkja um felagið.
Hetta kundi verið gjørt við at
skipa
LÍV
sum
eitt
sínámillum felag við um-
boðsráði og nevnd, valda av
tryggingartakarunum. Hetta
vildi eisini tryggjað trygg-
ingartakaran
innlit
og
ávirkan.
Einskiljingin av Føroya Lívstrygging