hósdagur 23. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Annita á
Fríðriksmørk,
limur í
Tjóðveldisflokkinum
Anders Fogh Rasmussen
hevði eina grein í viku-
skiftisbløðunum, har hann
takkar og fegnast um
arbeiðið, sum hann og
danska stjórnin hava gjørt,
og sum Løgtingssamgong-
an og Fólkatingið hava
samtykt.
Men hesir afturvendandi
setningarnir frá donskum
forsætismálaráðharrum um
gensidig respekt, ligeværd-
ige parter, fælles fremtid og
annað gott, sum teir óivað
halda rørir hjartastreingir í
Føroyum, verður eisini
endurtikið upp í saman í
greinini hjá Anders Fogh
Rasmussen. At vit kenna
endurtøkurnar aftur, kemst
óivað av, at hann hevur
sama Føroyapolitikk og
nøkulunda somu embætis-
menninar, sum forsætis-
málaráðharrarnir
undan
honum.
"Hann" skrivar m.a. at "den
nye
ordning....
mellem
Færøernes landsstyre og
den danske regering som
ligeværdige parter ". Men
hyggja vit so at hesum "nye
ordning", so stendur har
m.a., at "Kongeriget Dan-
mark er ét folkeretssubjekt -
én stat". Lógin tosar als
ikki um nakrar javnbjóðis
partar, sum Fogh fær tað til
at ljóða. Men lógin tosar
um éitt fólk og éin stat.
Fogh leggur eisini dent á í
greinini,
at
føroyingar
sjálvir skulu gera av sína
framtíð!
Hann
sigur
soleiðis " Jeg går ind for
folkenes selvbestemmelses-
ret. Det færøske folk kan og
skal
selv
beslutte
sin
fremtid." Men hvar var
hesin vilji Fogh´s, tá eitt
einmælt
løgting
fyri
tveimum árum síðani heitti
á donsku stjórnina um at
arbeiða fyri, at vit fingu
sjálvstøðugan limaskap í
Norðurlandaráðnum.
Góðan karakter í atburði
Eitt er, at hann ongastaðni
grundgevur
fyri
sínum
sjónarmiðum, men tað sum
verri er, er, at hann nýtir
sera manipulerandi vend-
ingar, og roynir ivaleyst so-
leiðis at tekkjast føroying-
um. Men hann ger tíbetur
so nógv av, at var eg leiðari
fyri ein av sambandsflokk-
unum í Føroyum, so hevði
eg hildið, at greinin var
betur óskrivað. Men sum
limur í Tjóðveldisflokk-
inum vil eg inniliga heita á
Fogh um at koma við fleiri
av hasum slagnum!
Tí júst hasin mátin at skriva
uppá, er so deiliga avdúk-
andi. Minnir einamest um
karakterirnar, sum vit fingu
í barnaskúlanum: Vórðu vit
fitt, skikkaðu okkum væl,
sótu still og aktaðu, so
fingu vit góðan karakter í
atburði.
Anders
Fogh
gevur
landsstýrinum góðan kar-
akter í atburði. Landsstýrið
hevur jú eisini verið fitt
mótvegis donsku stjórnini,
skikkað sær væl, sitið stilt
og akta.
Men hann sigur onki um,
hvat
hann
heldur
um
politiska hegni teirra og
strategiska snildni.
Karakterurin í atburði hjá
næmingunum segði heldur
onki um, hvussu næming-
urin annars kláraði seg
fakliga.
"Jeg og mine embeds-
mænd"
Og so skrivar Fogh, at "Vi
har sammen gennemført".
Hann kundi fyri ein ordans
skyld skriva aftanfyri orðið
"vi": jeg og mine embæds-
mænd! Annars kann onkur
halda, at Fogh meinar við
seg sjálvan og løgmann, tá
ið hann tosar um "vi". Men
tá ið løgmaður ikki eigur
ein
einasta
bókstav
í
lógartekstinum, kann orðið
"vi" neyvan av røttum sipað
til løgmann.
Gloymið tað, sum farið
er!
Fogh sigur eisini í greinini,
at hann gongur inn fyri, at
Føroya fólk sjálvt skal gera
av sína framtíð.
Men sigur seg skilja væl,
at tað kann vekja kenslur,
tað sum hendi í 1946, men
so biður hann okkum
hyggja frameftir. Eg skilji
væl, at hann royndir at fáa
fokusi flutt frá fortíðini.
Bað hann ikki eisini Thule
búgvarnar
gloyma,
tá
danska hervaldið tvangs-
flutti thulebúgvarnar, - ikki
fyri 400 árum, men fyri 40
árum síðani. Hesi fólkini
skulu vist eisini bara
gloyma tað, sum farið er og
hyggja frameftir. Ella tá ið
danskir embætismenn fyri -
ikki 50 men fyri 5 árum
síðani fyri altjóða sam-
felagnum, við vilja søgdu
ósannindi um føroyingar.
Hetta skal sjálvandi eisini
bara gloymast, og er tí
ongantíð rættað! Og vit
skulu í felag hyggja fram-
eftir við gensidig respekt, i
en fælles fremtid og som
ligeværdige parter. Ikki so!
Almanna og heilsu-
verkið verður fíggja
við føroyskum skatta-
krónum!
Fogh skrivar eisini, at
blokkstuðulin verður brúkt-
ur til almanna og heilsu-
verkið. Tað er heldur ikki
rætt. Tað var hann inntil
fyri 17 árum síðani, og var
tá kallaður refusión. Nú fer
blokkurin
(ella
endur-
gjaldið til føroyska sam-
felagið) í landskassan, og
er ikki markaður til nakað
sum helst.
Tað er kanska ikki av
tilvild, at hann sigur, at
blokkurin fer til almanna
og heilsuverkið. Tað hevði
jú ikki ljóða líka neyð-
synjað, um hann t.d segði:
• at blokkurin, sum fer til
almennan rakstrarstuðul til
vinnulívið, ella
• blokkurin, sum ger tað
møguligt at geva teimum
hægst løntu 240 mió í
skattalætta, ella
• at sagt sum var, at
blokkurin er ikki annað enn
eitt endurgjald fyri danskan
yvirvaldsrætt í Føroyum
Tað ræður jú um at lata sum
um, at blokkurin fer til
almanna og heilsuverkið.
Øll eru jú samd um, at
almanna og heilsuverkið er
tað mest grundleggjandi í
samfelagið okkara.
Tí er tað genialt at siga,
at blokkurin verður brúktur
til almanna og heilsuverk-
ið, ergo kunnu vit ikki
verða blokkin fyri uttan.
Smart!
Og so kundi eg hóskandi
lagt afturat, at samstundis
sum blokkurin lækkaði við
einum triðingi fyri 4 árum
síðani hækkaði játtanin til
almanna og heilsuverkið.
Men til síðst vil eg takka
Fogh fyri greinina og vóni
at handan var bara tann
fyrsta í røðini
Nr. 117 - 23. juni 2005
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Heri Mohr
Við hesari yvirskrift
hugleiddi Dimmalætting
í oddagrein 13. juni,
hvussu
SEV
kundi
gingið á odda í alheims-
høpi við einum orkupro-
jekti, sum kundi komið
nógvum strandalondum
kring knøttin til góðar;
at oyggjalond kunnu fáa
nakra nyttu av hesum
projekti, verður tó ikki
spátt um.
Oddagreinin
frøist
um, at mastodonturin
SEV nú av álvara er far-
in at vísa áhuga fyri
øðrum viðvarandi orku-
keldum enn vatnorku.
Vit fáa eisini at vita, at
SEV hevur sett á stovn
eitt partafelag, SeWave,
saman
við
einum
skotskum
felagi
við
kunnleika til tøknina.
Hetta
partafelagið
varð stovnað í oktober
2003 við bústaði á Sandi
og við Ólavi Gregersen
sum stjóra. Við hálvari
millión í partapeningi
skal felagið arbeiða við
alduorku.
Blaðið vil vera við, at
hetta alduorkuprojektið
kann verða so slóðbrót-
andi, at heimurin allur
kanska fer at hyggja upp
til okkum. Hóast hetta,
so er tað ikki heilt av
leið at spyrja, um vit
ikki tosa um gamalt vín í
nýggjum fløskum?
Í Final Report SeWave
May 2005 framgongur,
at síðani oktober 2003
hava The Board of
Directors,
Steering
Comittee (allir 4 parta-
eigararnir í P/f SeWave),
Projekt
Management
Team (Ólavur Greger-
sen, General Manager)
og Advisor
(Signar
Heinesen) arbeitt saman
við
Wavegen,
SEV,
Landsbyggifelagnum og
s/pf Data Quality v/
Signar Heinesen við-
víkjandi alduorkupro-
jektinum.
Sambært
Final Report (síðu 91)
skuldi
fyrsti
partur
PHASE 1 og nakað av
PHASE 2 nú verið gjørt,
og varð tað í 2004 mett
at kosta 4,5 milliónir. Í
Final Report sæst ongin
kostnaðarmeting
við-
víkjandi PHASE 2.
Og so tað gamla vínið.
Í 1979 játtaði løg-
tingið 10 milliónir til
"SEV í grunn" og í 1980
5 milliónir, eisini til
"SEV í grunn", men so
broytti løgtingið navnið
til "Orkugrunn".
Í árunum 1979 - 1991
(einki í 1981) játtaði
løgtingið 42,05 milliónir
til Orkugrunnin, og í
løgmansrøðuni
1980
fingu vit at vita, at eitt
orkuráð var farið til
verka. Kanningar av
vatnbyggingarætlanum
vóru í gongd og aðrir
alternativir orkumøgu-
leikar skuldu kannast.
Sum frá leið arbeiddi
Orkuráðið
við
fleiri
projektum: Vindorku,
vatnmegi, streymorku,
árinskanning o.fl.ø. Har-
umframt veitti Orku-
grunnurin í 1989 20
milliónir í láni til Fjar-
hitafelagið, sum skuldi
brúka avlopshita frá
SEV.
Orkuráðið
arbeiddi
við nógvum projektum
(10), men í 1992 varð
Orkugrunnurin likvider-
aður, og í 1995 varð 20-
millióna lánið avskrivað
sum tap og fór í sama
stóra køst, har 100-tals
milliónir av skattaborg-
aranna peningi endaðu,
við katastrofalum av-
leiðingum fyri hvørt hús
og heim í Føroyum.
Hann, køsturin, varð
ongantíð skumpaður og
flórurin ikki sópaður.
Nú er so fráligið, og -
the rest is silence.
Men hvussu við Orku-
ráðnum, er tað tikið av -
og nær?
Og hvussu við øllum
projektunum hjá Orku-
ráðnum, tey kostaðu
hóast alt um 12 milliónir
pluss umsiting? Varð 10
ára arbeiði fyri skatta-
borgaranna pening gjørt
til fánýtis?
Oddagreinin er av
teirri eitt sindur puerilu
áskoðan, at alduorku-
projektið kann bøta um
okkara so trevsuta um-
dømi.
Er tað nakað, vit
treingja til, so er tað tað;
men etikkur og moralur
kann ikki importerast í
projekti við ella uttan
spekulatión.
Spennandi orkuprojekt
Meira av hasum, Fogh!
Hjalgrim Samuelsen
Jan Müller, blaðstjóri, fer
víða um í sínum aftur-
svari til lesarabræv mítt
um lesaratøl frá Gallup.
Alt hetta skal eg ikki
gera viðmerkingar til, tí
Jan helst er skeivt upp-
lýstur av fólkum sínum í
hesum málinum, og skal
eg tí endurtaka, at:
• kanningin, ið greinin
hjá Sosialinum byggir á,
varð ikki send út fyri
góðari viku síðani, sum
Jan greiðir frá í síni
viðmerking, men fyri
meiri enn trimum vikum
síðani, tann 27 mai,
• kanningin fyri mai,
sum Jan heldur vera so
feska, at hann einki kann
kenna til hana, varð send
út av Gallup 9. juni, t.v.s.
9 dagar áðrenn greinin
stóð í Sosialinum.
Mótálopið
hjá
Jan
gevur tí ikki orsøk til at
taka nakað aftur, ið stóð í
lesarabrævi mínum.
Viðmerking til Jan Müller
VIÐMERKINGAR