Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 117 - 23. juni 2005 Í tíðindaskrivi frá politinum verður sagt at í sambandi við átakið at fáa fólk at nýta trygdarbelti kannaði politiið í Føroyum tilsamans 3.069 akfør í viku 21 og 22. Av hesum 3.069 akførunum vóru ikki øll í lagi. Skrivaðar vóru 715 rapportir har talan m.a. var um: Ljósini ikki í lagi 45 Ikki brúkt trygdarbelti 558 Ikki koyrikort hjá sær 104 Dekkini ikki í lagi 17 Rúsdrekkakoyring 2 Bøturnar komu samanlagt upp á 205.200,- krónur. 200 túsund í bót - nýtslan er hækkað við meiri enn 20% stigum TÍÐINDASKRIV RFF Í tvær vikur, frá 23. mai til 5. juni 2005, varð skipað fyri átakið at fáa fólk at nýta trygdarbelti. Umframt at lýsa í fjølmiðlunum, vóru eisini plakatir settar upp við vegirnar við áminning um at spenna beltið. Átakið varð gjørt í samstarvi við Landsverk, kommunur kring landið og ikki minst politiið, sum gjørdi rættiliga nógv burtur úr at steðga bilum. Í vikuni undan átakinum skipaði Ferðslutrygd fyri at gera teljingar kring landið, har nýtslan av trygdarbelt- inum varð kannað. Í vikuni eftir átakið, tríggjar vikur seinni, varð talt av nýggjum fyri at kanna, um átakið gjørdi nakran mun. Sum talvurnar og tølini niðanfyri vísa, kann ikki annað enn sigast, enn átak- ið gjørdi mun. Høvuðsstaðfestingarn ar eru hesar: • Miðalnýtslan av trygdar- belti hjá bilførarum hækkaði 27% stig. • Miðalnýtslan av trygdar- belti hjá vaksnum aftan hækkaði 16% stig. • Miðalnýtslan av trygdar- belti hjá børnum hækkaði 19% stig. • Miðalnýtslan av trygdar- belti hjá bilf. í arbeiðs- bilum hækkaði 23% stig. Hækkingin av nýtsluni av trygdarbelti fór fram um alt landið, men serliga í Klaks- vík og á Tvøroyri, har støð- an frammanundan ikki var góð. Um teljingarnar Talt varð undan átakinum, týsdagin 17. mai og eftir átakið, týsdagin 7. juni á hesum støðum: Tórshavn, Runavík, Miðvágur, Tvør- oyri, Klaksvík og við lands- vegin á Hvítanesi í Suð- urstreymoy. Í Miðvági varð tó seinnu ferð talt hin 31. mai. Í Runavík varð talt av nýggjum hin 10. juni og hetta nýggja úrslitið førdi við sær, at neyðugt var at broyta frágreiðingina í tíðindaskrivinum, sum varð almannakunngjørt hin 9. juni 2005. Talt var tvær ferðir ein tíma: frá kl. 7.45 til 8.45 og frá kl. 15 til kl. 16. Úrslitið omanfyri er grundað eina samanlegging av báðum teljingunum. Tað eru ann- ars nakað fleiri, ið nýta trygdarbelti um morgunin, enn um kvøldið. At enda kann verða nevnt, at við tað, at teljing á landsvegi bert var í einum staði, nevniliga í høvuðsstaðarøk- inum norðan fyri rundkoyr- ingina á Hvítanesi, er ikki møguligt í hesum umfari at síggja, um atburðurin á landsvegi aðrastaðni í land- inum er øðrvísi. Fleiri nýta trygdarbeltið nú