hósdagur 23. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Harry
Johansen,
Lamba,
andaðist
mánadagin, 85 ára
gamal. Farið verður
úr Landssjúkrahús-
kapellinum miku-
dagin klokkan 16.
Jarðarferðin verður
úr Glyvra kirkju
hósdagin
klokkan
14. Sungið verður úr
sálmabókini.
Kistan við Fridu
Winther fór úr ka-
pellinum á Suður-
oyar Sjúkrahúsi týs-
kvøldið klokkan 19.
Jarðarferðin var úr
Vágs kirkju miku-
dagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Fridu, kunnu lata
Suðuroyar Elllis- og
Røktarheimi
eina
peningagávu. Konto
í peningastovnun-
um.
Kelda: Útvarp Føroya
Andlát og
jarðarferðir
Á Erhvervsskolen Hamlet í
Helsingør
tóku
fýra
lærlingar sveinastykki í
farnu viku
Teir fýra lærlingarnir
hava staðið í læru í fýra ár,
og eru avlærdir sum skibs-
og bátabyggjarar. Lær-ling-
arnir hjá AWI BOATS
Service kunnu harumframt
kalla seg plastbátasmiðir.
Í Runavík og Vági
Tveir av lærlingunum eru
útlærdir frá AWI BOATS
Service, og teir eru: Oddur
Klein, Saltangará og Mar-
geir Danielsen, Toftir. Hinir
báðir lærlingarnir eru av-
lærdir á Vágs Skipasmiðju
og eru: Thomas Christen-
sen, Vági og Kári Bratta-
berg, Vági.
Jóansøkudag
24.
juni
verður Justinus Háskor í
Havn 80 ár.
Justinus er føddur úti í
Svínoy í 1925. Foreldur
hansara vóru Julia og
Jóannes Frederiksen.
Í 1943 fluttu Justinus og
familjan til Havnar at
búgva. Justinus hevði ym-
iskt fyrifallandi arbeiði, var
eitt tíðarskeið til skips og
fór eitt skifti til Íslands at
arbeiða á bóndagarði.
Afturkomin úr Íslandi
arbeiddi hann hjá Peturi í
Gong, byggimeistara, og
bleiv hann har útlærdur
sum húsasmiður.
Í 1952 giftist hann við
Sonju Olsson, ættað av
Tvøroyri og fingu tey børn-
ini Sólrún og Jógvan.
Justinus eigur 4 abbabørn
og 4 langabbabørn.
Eitt skifti koyrdi Justinus
hýruvogn í Havn.
Í 1985 var hann við til at
starta P/F Polyplast saman
við soninum.
Konuna misti hann longu
í 1988, bert 56 ára gomul.
Justinus hevur tey síðstu
árini havt stóra gleði av
Tilhaldinum í Havn, har
hann trúliga hevur møtt
upp.
Tey ið ynskja at gleða
Justinus á føðingardegnum
eru vælkomin í Tilhaldið í
Tórsgøtu fríggjadagin 24.
juni millum kl.17.00-20.00.
Justinus Háskor 80 ár
Sveinastykki á Hamlet
Myndin er tikin uttanfyri
skúlan í Helsingør. Frá
vinstru: Thomas
Christensen, Kári Brattaberg,
Oddur Klein og Margeir
Danielsen
Mynd: Lasse Klein
Her er ein mynd av sjúkra-
systrum
á
Dronning
Alexandrines Hospitali í
1943. Spurningurin er um
hetta eru sjúkrasystrar,
sum hava fingið prógv í
1943, ella myndin er tikin
av sjúkrasystrum sum ar-
beiddu á Dronning Alex-
andrines Hospitali hetta
árið.
Um onkur av lesarum
okkara veit meira um hesa
myndina, ella kennir onkra
av sjúkrasystrunum, eru
hann ella hon vælkomin at
seta seg í samband við
Birgar Johannessen á tel.
214647 ella 314647.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
Havnar leksikon:
Sjúkrasystrar í 1943
Dagurin
23.
juni.
Paulinus,
deyður ár 431. Fransk-
ur
munkur,
sum
gjørdist biskupur í
Nola í Italiu, har hann
doyði úti við 80 ára
gamal.