hósdagur 23. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 117 - 23. juni 2005
- Eg haldi ikki, at eg
havi nátt á mál.
Eingin lærari nær á
mál, men tað er
umráðandi, at vit
stýra eftir málinum.
Viðhvørt tykist málið
nærri, og viðhvørt
tykist tað kámari. At
vera lærari, er sum at
vera reingeringsfólk.
Tú verður ongantið
liðugur, segði Harald
Hammer, sum eftir 39
ár hevur lagt frá sær
sum lærari við Gøtu
skúla
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hópur av fólki vóru møtt í
Gøtu skúla týskvøldið til
hugnaliga móttøku í sam-
band við, at Harald Hamm-
er, sum hevur verið lærari
við Gøtu skúla í samfull 39
ár, nú leggur frá sær, 63 ára
gamalur. Tey, ið skipaðu
fyri matinum, søgdu, at eini
150 fólk vóru inni á gólv-
inum í skúlanum og heils-
aðu Haraldi og familju
hansara.
Skúlastjórin, Karl A.
Thomsen, vísti á, at alt í
hesum heimi hevur sína tíð,
og soleiðis er eisini við
einum lívsstarvi ella einum
lívsverki.
- Nú tú hevur valt at
leggja frá tær, hevur tú
starvast í okkara skúla í
samfull 39 ár. Tað eru ikki
mong, sum kunnu breggja
sær av at hava starvast á
sama arbeiðsplássi í so
mong ár. Siga vit, at tey
elstu børnini í skúlanum
vóru 13 ár, tá tú í tíni tíð
komst til Gøtu at vera
lærari, hava øll gøtufólk,
sum í dag eru 52 ár og
yngri, havt teg til lærara.
So, tú hevur havt eina
øgiliga ávirkan á gøtufólk,
so ella so.
Karl segði, at tað at vera
lærari er eitt ógvuliga ser-
ligt starv.
- Sum lærari hevur tú við
tað besta og dýrabærasta
hjá foreldrunum at gera.
Børnini eru teirra gim-
steinar. Uppgávan er at
royna at snikka til og
menna børnini, sum í allar
flestu førum eru deilig
børn. Tá ið tú hevur havt
hesar vælsignaðu spýrar
um hendi í sjey ár, veitst tú,
at tín tíð til at tæða, ávirka
og brynja tey út til lívið - til
at gerast góðir og væl-
virkandi samfelagsborgarar
– er av.
Karl vísti á, at tað at vera
lærari er ikki sum so mong
onnur størv, har tú, tá ið
dagurin er liðugur, kanst
seta teg niður og gera upp
tað, tú hevur fingið burtur
úr fyri henda eina dagin.
Nei, arbeiði sum lærari er
ein longri "prosess", men
til ber at samanbera, hvat
børnini dugdu, tá ið tey
fyrstu ferð trinu inn um
skúlans gátt – og hvat tey
duga sjey ár seinni, tá ið tey
fara úr skúlanum.
- Tíbetur er vanliga stórur
munur á hesum, men
veruliga úrslitið sært tú ikki
fyrr enn um eini 10, 20 ella
30 ár. Tástaðni sært tú –
ella heldur teg síggja –
fruktirnar av tínum arbeiði.
Tú sleppur ikki børnunum,
tá ið tey eru um 14 ára
aldur, men fylgir teimum í
tí stilla á teirri lívsleið.
Millum tær bestu løturnar
hjá
einum
lærara
eru
løturnar, tá ið tú hoyrir, at
tað gongst tínum næming-
um væl. Og best er, tá ið tað
gongst teimum enn betur,
enn tú nakrantíð hevði
roknað við, tí tú visti – ella
helt teg vita – hvørji kort,
tey høvdu í hondini at
spæla við.
Skúlastjórin segði, at lær-
dómur so ella so er neyð-
ugur, um vit skulu mennast
og duga at virka og taka
avgerðir
undir
felags
ábyrgd sum skilagóð og
virkin menniskju í einum
tryggum og góðum fólka-
ræðisligum samfelag.
- Hetta er tín og okkara
løta, Harald! Eg fari vegna
skúlan at takka tær fyri tína
góðu og trúgvu tænastu og
vóni virkuliga, at tú fært
nógv góð og innihaldsrík
ár, nú tú fert at nýta títt
otium. Vit, sum kenna teg,
vita øll, at tú verður ikki
arbeiðsleysur. Tú gongur so
høgt upp í tíni børn og
teirra familjur; so har
verður okkurt at tríva í – og
haraftrat ert tú so góður við
abbabørn tíni!
Karl A. Thomsen segði,
at Harald skuldi ikki gerast
skakkur,
um
telefonin
ringir onkran dagin, og
hann verður biðin um at
taka eina hond í, tá ið lær-
arum berst frá at møta.
- Hjartans tøkk fyri alt, tú
hevur útynt fyri skúlan og
øll góð ynskir fyri framtíð-
ina, segði skúlastjórin í
røðu síni.
Poula Gregersen, sum er
formaður í trivnaðarnevnd-
ini hjá Gøtu kommunu,
varaborgarstjóri og limur í
skúlastýrinum, segði eisini
nøkur orð við móttøkuna.
So ung, sum hon er, helt
hon fyri, at 39 ára starvstíð
er ein ófatiliga long tíð í
hennara verð.
- Harald byrjaði sum
lærari við Gøtu skúla 16 ár,
áðrenn eg varð fødd – og tá
var mamma mín bert 5 ára
gomul! Tá ið vit byrjaðu í
fyrsta flokki í 1989, hevði
Harald verið lærari í Gøtu í
23 ár. Tað er líka nógv ár,
sum eg eri nú, segði Poula.
Hon legði aftrat, at hon
hevur havt Harald til rokni-
lærara og helt fyri, at hon
nú mundi hava roknað rætt!
- Tá ið vit vóru eini 10-12
ára gomul, vóru vit nógv
yviri á fótbóltsvøllinum og
í ítróttarhúsinum; tá komu
nakrar gamlar myndir upp
at hanga. Haldi, tær vóru
frá sjeytiárunum. Nógv
foreldur vóru á myndunum
– summi við pannibondum
og onnur í alt ov smáum
klæðum. Harald var av-
myndaður í jogging-drakt.
Hetta hildu vit vera ógvu-
liga stuttligt, tí vit høvdu
bara sæð hann í brúnum
inniskóm, klædningsbuks-
um
og
stuttermaðum
skjúrtum spaserandi eftir
gongini í skúlanum.
Poula segði seg hava
skilt, at Harald var rættiliga
virkin innan ítrótt – og hon
hevði eisini hoyrt, at hann í
sínari tíð var ein sera góður
hondbóltsmálmaður.
Eftir at skúlastjórin og
varaborgarstjórin
høvdu
sagt nøkur orð, handaði
borgarstjórin í Gøtu komm-
unu, Páll Isholm, Haraldi
eina gávu frá Gøtu komm-
unu,
skúlastýrinum
og
skúlanum.
Hetta var ein steinur við
mynd av skúlanum, flagg-
stong og føroyskum flaggi.
At enda takkaði Harald
Hammer fyri, at so mong
vóru komin at heilsa hon-
um og familjuni og greiddi
við vælvældum orðum frá,
hvussu tað kennist at gevast
í skúlanum eftir so mong
ár.
Hann segði, at dagurin
kendist tungur og helt fyri,
at tað neyvan er undarligt
eftir so langa tænastu.
- Eg kom her sum ungur
og nýútbúgvin lærari í
1966. Kendi ongan, tá ið eg
kom til bygdina, men varð
ógvuliga væl móttikin. Eg
kom skjótt at kenna fólk,
serliga tey ungu, og mær
dámdi væl beinanvegin.
Tað var serliga ígjøgnum
ítróttin, at eg kom at kenna
ungdómin í bygdini. Eitt
annað, sum ikki hevði
minni týdning fyri trivnað-
in, var, eg eg á ólavsøku í
1966 "rendi" meg í eina
unga damu, sum gjørdist
kona mín!
Hann vísti á, at í eini so
langari starvstíð eru tað
altíð nakrar løtur, sum seta
seg fastari enn aðrar.
- Tað var soleiðis ein stór
løta í 1973, tá ið farið varð
undir at útbyggja skúlan,
sum annars er bygdur í
1929 – og løtan var ikki
minni, tá ið nýggi skúlin
varð tikin í nýtslu í 1974.
Vit hildu í fyrstani, at
skúlin var ógvuliga stórur –
og hetta var ein góð tíð.
Men skjótt vísti tað seg, at
skúlin var ikki so stórur
kortini.
Harald segði, at eitt ann-
að hæddarpunkt í hesi
longu tíð er dagurin, tá ið tú
gevst.
- Eg haldi ikki, at eg havi
nátt á mál. Eingin lærari
nær á mál, men tað er
umráðandi, at vit stýra eftir
málinum. Viðhvørt tykist
málið nærri, og viðhvørt
tykist tað kámari. At vera
lærari, er sum at vera
reingeringsfólk. Tú verður
ongantið liðugur. Eg leggi
frá mær við góðari sam-
vitsku. Vit hava gott fólk
her á skúlanum – góðar
lærarar, góð børn og góða
leiðslu, og vit hava eitt
kommustýri, ið hevur viljað
skúlanum og børnunum,
sum eru okkara framtíð,
væl.
At enda takkaði hann
lærarum, leiðslu, børnum,
foreldrum og kommustýri
fyri góð ár – og hann takk-
aði enn einaferð øllum
teimum mongu, sum vóru
møtt at heilsa honum og
familjuni, nú hann gevst.
- Eg skal royna ikki at
sakna tykkum alt ov nógv,
nú eg gevist, meðan heilsan
enn er hampiliga góð, segði
Harald Hammer sorgblíður.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ein lærari kemur
ongantíð á mál
Sonja og Harald Hammer komu at kennast, tá ið Harald var liðugur við sína læraraútbúgving
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vegna Gøtu kommunu, skúlastýrið og skúlan handaði
borgarstjórin í Gøtu, Páll Isholm, Haraldi eina steinplátu við
mynd av skúlanum, flaggstong og føroyskum flaggi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skúlastjórin í Gøtu, Karl A.
Thomsen, bar Haraldi
heilsan, nú hann gevst
Mynd: Jonhard
Poula Gregersen, varaborgar-
stjóri, formaður í trivnaðar-
nevndini og skúlastýrislimur,
segði eisini nøkur orð
Mynd: Jonhard