hósdagur 23. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað er ikki gerandis-
kostur her á landi, at
vit fáa kongaliga
vitjan. Tískil verða
nógv heldur óvanlig
stig tikin í hesum
sambandi.
Hoff Stuff
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eitt gott dømi um hetta er
tað, at fleiri fyritøkur,
handlar og virki kring
landið leggja stilt, tá ið
kongaliga
fylgi
leggur
leiðina framvið. Mánadag-
in spákaðu tey kongaligu í
havnargøtum, og tá hingu
fólk í øllum vindeygum,
sum vendu út móti veg-
num, har tey kongaligu
gingu. At lítið er fingið av
skafti hesa løtuna, er einki
at ivast í.
Onki breyð og ongar
køkur til sandoyingar
Týsmorgunin løgdu tey
kongaligu leiðina framvið á
Sandi, og tá var tað, at vit
løgdu til merkis eitt skelti,
sum var í hurðini á bakar-
íinum á Sandi. Á skeltinum
stóð skrivað, at vegna
kongaliga vitjan var bak-
aríið stongt millum klokk-
an níggju og ellivu.
Tískil fingu sandoyingar
ongar køkur og onki breyð
hesar báðar tímarnar frá
einasta bakaranum í oynni.
Bakaríið á Sandi er nevn-
liga einasta bakarí í oynni.
Sum skilst hava handlar
aðrastaðnis í landinum
tikið somu stig, tá ið Mar-
greta
drotning,
Henrik
prinsur, Frederik krún-
prinsur og Mary krúnprin-
sessa hava vitjað.
Stongt vegna kongaliga vitjan
Eitt hondskrivað skelti í hurðini hjá bakaríinum á Sandi boðaði frá, at handilin var stongdur millum klokkan níggju og ellivu
týsmorgunin vegna kongaliga vitjan.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá ið Edmund
Joensen, løgtings-
formaður, mánadagin
gjørdist kommandør-
ur av Dannebrog,
bleiv hann tann
sjeyndi føroyingurin í
røðini av
kommandørum.
HOFF STUFF
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er rættuliga vanligt, at
drotningin í sambandi við
vitjanir her á landi útnevnir
nakrar føroyingar til riddar-
ar av Dannebrog, men tað
er meiri sjáldsamt, at
kommandørar verða út-
nevndir.
Politikarar og kirkju-
menn
Sum áðurnevnt er Edmund
Joensen
tann
sjeyndi
føroyingurin í røðini av
kommandørum. Hinir seks
eru Hans Jacob Joensen,
bispur, Eivind Vilhelm,
sáli, Jógvan Sundstein,
fyrrverandi løgmaður, J. Fr.
Øregaard,
sáli,
Johan
Djurhuus, sáli, og Jesper
Dinesen, kommandørur.
Sostatt kann staðfestast,
at tað eru fyrst og fremst
politikarar og kirkjumenn,
ið hava fingið tann heiður
at verða útnevndir til
kommandørar av Danne-
brog.
Tey mongu útlendsku
fjølmiðlafólkini siga
seg hava møtt óvan-
liga stórum blíðskapi
í Føroyum.
Hoff Stuff
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vanligt er, at fjølmiðlafólk,
ið
fylgja
við
teimum
kongaligu kring heimin,
standa uttan fyri og bíða,
meðan tey kongaligu eru
inni ymsastaðnis og vitja
og fáa eitthvørt leskiligt at
eta og drekka. Soleiðis
hevur tó ikki verið í
Føroyum, og tey mongu
útlendsku fjølmiðlafólkini
siga seg hava møtt óvanliga
stórum blíðskapi undir
vitjanini í Føroyum sein-
astu dagarnar.
Oksasteik og brún sós
At sandoyingar eru blíðir,
kundu
tey
mongu
fjølmiðlafólkini ásanna, tá
ið borðreitt var við oksa-
steik, eplum, grønmeti og
brúnari sós, meðan konga-
liga fylgi vitjaði kommunu-
hølini á Sandi.
Slíkt er ikki gerandis-
kostur hjá mongu fjøl-
miðlafólkunum, og nógv
teirra tóktust fullkomiliga
tikin á bóli, tá ið tey vóru
bjóðaði innar í ungmanna-
felagi Virki, har borðreitt
var fyri fjølmiðlunum.
Eftir vitjanina á Sandi var
farið við Brimli til Suður-
oyar, og eisini umborð á
Brimli
vóru
fjølmiðla-
fólkini væl móttikin og
borðreitt var við øllum
góðum.
Í Vági var blíðskapurin
eisini stórur, og tá ið Vágs
Býráð bjóðaði kongaligu
gestunum frokost á Hotel
Bakkanum, var borðreitt
við smyrjubreyði í Framtíð-
ini fyri teimum mongu fjøl-
miðlafólkunum.
Slík viðferð av teimum
mongu
útlendsku
fjøl-
miðlagestunum kann bert
verða Føroyum til frama.
Fjølmiðlafólkini stríðast óført fyri at fáa tær bestu myndirnar og søgurnar allastaðnis, har tey
kongaligu vitja. Í Føroyum siga útlendsku fjølmiðlafólkini seg hava møtt óvanilga stórum
blíðskapi.
Mynd: Jens Kr. Vang
Miðlarnir bornir á lógvum
Løgtingsformaðurin Edmund
Joensen gjørdist mánadagin
sjeyndi føroyingurin, ið bleiv
útnevndur til kommandør av
Dannebrog.
Mynd: Bárður Lydersen
Edmund sjeyndi
kommandørurin