Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 117 - 23. juni 2005 Drotning Margretha og Hendrik prinsur vitjaðu listakvinnuna Aggi í Vági og tey fingu eisini eina frá- greiðing um eina hina kendastu kvinnuna innan føroyska málningalist, Ruth Smith. Kongaligu gestirnir vitjaðu eisni hjá Sirri KONGALIG VITJAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eftir ábit á Bakkanum í Vági, gekk leiðin longur vestur í bygdina. Kongaligu gestirnir skuldu vitja ull- virkið Sirri og Margretha Drotning og Hendrik prins- ur skuldu innar hjá lista- kvinnuni Aggi - Ásgerð Ásgeirsdóttir -at síggja myndir hennara og heilsa uppá listakvinnuna, sum syndi fram í hølum í Gama Skúla í Vági. Eftir skránni skuldu tey eisini uppá loftið, har Ruth Smith savn er, men orsakað av, at drotningin ikki eru so væl gongd, gjørdist hendan vitjanin avmarkað. Men í gongini ávegis inn til Aggi hingu myndir hjá Ruth Smith og Maud Benj- ardøgg greiddi hegnisliga frá Ruth Smith - lívi og list. Síðani fóru tey innar til Aggi, har hon tók ímóti og greiddi frá. Eisini eittnú Kirsen Bech Strøm, borgar- stjóri, Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Hans P. Strøm, landsstýrismaður - og vágbingur, vitjaðu lista- kvinnuna saman við konga- ligu gestunum. Vitjan hjá Sirri var síðani á skránni. Inni tóku Karin og Árni Brattaberg ímóti, meðan gestirnir úti kundu njóta eina mótasýning á altanini á haldilsbygning- inum hjá virkinum og sá eittnú Mary krúnprinsessa hugtikin út av vøruúrvalin- um. Í samband við vitjanina hjá Sirri varð eisini spælt á veðrahorn. Ulf Nordlund, tónleikalærari hevur fingið hugskotið at gera ljóðføri úr hornum, og saman við næmingum leikti hann á horn og Mary fekk eit horn sum gávu. Tá vitjanin hjá Sirri var av, gekk leiðin til sluppina Johonnu TG 326, innan leiðin gekk norður eftir oynni til Tvøroyrar. Vitjaðu Sirri og listasavn Stór mannfjøld, stór og smá, hevði leitað sær á bryggjuna í Vági at heilsa konga- ligu gestunum og hóast morgunin var heldur tungur, so kom eisini sólin fram seinnapartin og tað gjørdist rættiliga summarkent hesa royalu løtuna í Vági KONGALIG VITJAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kongaligu gestirnir heils- aðu stóru mannfjøldini, ið hevði leitað sær á bryggj- una í Vági at taka ímóti kongaligu gestunum. Børn, skrýdd sum kongar og prinsessur við krúnum, heilsaðu teim kongaligu og børn høvdu blómur, sum bæði Mary krúnprinsessa, og hini í fylginum, fegin tóku ímóti. Og kongaliga fylgið gav sær góðar stundir at heilsa uppá og serliga børnini sluppu at geva blómur og at tosa við forkunnugu gestir- nar. Veðrið gjørdist av tí besta í Vági seinnapartin, sólin kom fram, og tað gjørdist rættiliga heitt, hóast mjørk- in lúrdi millum fjøllini. Tá komið var framvið fjøldini á bryggjuni, gekk leiðin á Hotel Bakkan at fáa sær ábit, har býráðið var vertur við ein døgurða og handaði teim kongaligu gávur. Á matarlepanum var ym- iskt føroyskt, eittnú tvøst, skerpikjøt og eisini okkurt gott uttan av havi. Og kongaliga fylgi gav sær góðar stundir at heilsa upp á mongu fólkini Heilsaðu stórum og smáum Aggi greiddi kongshjúnunum frá um list sína Á altanini hjá Sirri var mótasýning. Krúnprinsahjúnini tykjast hugtikin, men myndamenninir tykjast neyvan geva mótasýningini sjálvari ans Sólin kagaði fram, tá stóra mannfjøldin hevði høvi at hitta kongshúskið