Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2005 17 Innan kongaligu gest- irnir og fylgið teirra fóru úr Vági klokkan 16, vitjaðu tey um- borð á sluppini Johonnu KONGALIG VITJAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Innan kongaligu gestirnir fóru úr Vági, varð vitjað oman aftur á bryggjuna, har Johanna TG 326 lá flaggskrýdd. Hetta flótandi sjósavn, sum eisini júst er komið aftur av søguligari ferð í Íslandi og Aberdeen, er ein stoltleiki hjá Vágs- bygd at vísa fram og tóktust kongaligu gestirnir eisni hugtiknir av skipinum og av frágreiðingini, sum ein høvuðsmonnunum aftan fyri varðveitingina av sluppini, Gudmund Jacob- sen, gav teimum um slupp- ina og søgu hennara. Eisini tosaðu gestirnir við fleiri av teimum, sum ofta hava mannað Johonnu, t.d. nakrar teirra, sum vóru við á søguligu ferðini fyri stuttum. Tá fylgið kom í land av Johonnu, gekk leiðin úr Vági og norður eftir oynni til Tvøroyrar. Vitjaðu Johonnu TG 326 Klokkan umleið 13 sást Dannebrog á Vágsfirði og júst eftir skránni legði skipið at bryggju innan klokkan 13.30 KONGALIG VITJAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kappróðrabátar og tiltiknu grindabátarnir í Vági tóku ímóti Dannebrog á Vágs- firði, tá kongaligu gestirnir komu til Vágs klokkan 13 seinnapartin týsdagin. Meðan eitt næmingaor- kestur leikti horntónar, legði kongaskipið at bryggju og júst eftir skránni, klokkan 13:30, komu kongaligu gestirnir í land eftir reyða leyparan- um. Har tóku borgmeistarin, Kirstin Strøm Bech, og býráðslimir ímóti Drotning Margrethu, Hendrikki Prinsi, Krónprins Frede- rikki og Mary krúnprin- sessu. Tá tey høvdu heilsast fóru tey at heilsa øllum teim mongu fólknum, sum høvdu leitað sær á bryggj- una at heilsa kongaligu gestunum og síðani gekk leiðin á Hotel Bakkan til ábit. Kongaligu gestirnir í Vági Borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech beyð vælkomin, tá kongaliga húskið var komið í land Tiltiknu grindabátarnir í Vági tóku saman við kappróðrarbátunum móti Dannebrog, tá tað stevndi inn á Vág týsdagin Drotningini tóktist dáma gomlu sluppina væl, soleiðis sum hon nú er riggað til