hósdagur 23. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 117 - 23. juni 2005
Tá ið tey kongligu
fóru úr Suðuroy aftur
seint týskøldið, sita
tvørafólk eftir við
góðum minnum
KONGLIG VITJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vitjanin hjá teimum kong-
ligu á Tvøroyri seinnapartin
týsdagin, kundi ikki eydn-
ast betur. Veðrið var av tí
besta, heilt nógv fólk var
komið saman at síggja tey
og tey kongligu vóru smíl-
andi og vinarlig vísti gesta-
blídninum ans.
Hóast lítil tíð er á hvørj-
um stað, eydnaðist tað
teimum kongligu at leggja
góð minni eftir sær í Suður-
oy, tí tey góvu tey sær tær
stundir
sum
yvirhøvur
tilbar at heilsa uppá fólk,
ung sum gomul og tey
tvørafólk.
Fyrsti steðgurin var við
skúlan í Trongisvági, har
Tvøroyrar Býráð tók ímóti
og so var farið beina leið út
í byin.
Krúnprinsahjúnini fóru
út á ellisheimið, har tey
heilsaðu uppá búfólkið og
sluppu at síggja sjúkra-
húsið.
Kongshjúnini fóru lista-
skálan Oynna at hyggja
eftir listaframsýning og síð-
ani fóru tey í gamla kong-
liga einahandilin á Tvør-
oyri, sum enn er í varð-
veittur í sínm uppruna líki,
men sum hevur verið betri
kend sum Krambúðin hjá
Thomsen nú í nógv ár.
Og har er nógv at síggja,
tí umframt at varðveita
bygningarnar, hevur Thom-
sen-ættin eisini varðveitt alt
tað gamla skjalatilfarið í
handlinu, tó at tað mesta er
frá tíðini síðani einahand-
ilin varð avtikin í 1856.
Um kvøldið var Tvør-
oyrar Býráð vertur fyri ein
stórfingnan
døgverða,
áðrenn tey kongligu fóru úr
aftur
Suðuroynni
við
Kongsskipinum Dannebrog
klokkan 22.30 týskvøldið.
Gav kongshjúnunum
góð ráð
Í røðu síni fyri teimum
kongligu ynskti borgar-
À Tvøroyri var ein
lítil genta serliga
spent uppá at Mary
Krúnprinsessa
skuldi koma á
vitjan
KONGLIG VITJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
À Tvøroyri vóru tey líka
spent sum alla aðra-
staðni at sleppa at heila
uppá tey kongligu, nú
ter eru er Føroyum.
Men tó skerst ikki
burtur, at ongin var so
spentur sum 10 ára
gamla Halla Káradóttir.
Hon er púra burtur í
Mary, krúnprinsessu og
gekk aftaná tey alla-
staðni har tey vóru á
Tvøroyri.
Men kortini gav hon
mammuni
ein
lítlan
hvøkk, tá ið hon ringdi
heim og segði, at nú fór
hon at keypa Mary eina
gávu.
Og tað nyttaði onki at
muta ímóti tí Halla
hevði sett í seg, at hon
mátti sleppa at geva
Mary eina gávu.
Hon hevur akkurát
verið í Danmark og ferð-
ast og hevði eitt sindur
av lummapengum til
avlops.
So er spurningurin,
hvat gávan skuldi vera.
Hon tímdi ikki at geva
henni blomstur, tí tað
gjørdi øll hini. Tí helt
hon leiðina inn í CN-
Wear Tvøroyri, har hon
keypti tvinnar pinku-
barna-sokkar og fekk
teir pakkaðir inn í ein
gávupakka við bandi um
við sloyfu á.
Ein so øll onnur hevur
Halla fingið við, at
Mary er við barn og at
krúnprinsaparið verður
foreldur í heyst.
Og tá ið krúnprinsa-
parið gekk av sjúkrahús-
inum oman á Danne-
brog, stóð Halla klár í
keibrekkuni við hesum
lítla pakkanu í hondini.
Og tá ið Mary gekk
framvið, smeyg hon sær
út um politistar og lív-
verjar og rætti pakkan
ímóti krúnrpinsessuni.
Mary steðgaði beinan-
vegin á og tók ímóti
pakkanum. Hon spurdi
eisini, hvat var í pakkan-
um og tá ið Halla segði,
hvat var í, fekk hon
klemm frá Mary áðrenn
hon helt leiðina fram
oman á kongsskipið.
Mátti sleppa at keypa
Mary eina gávu
Tíggju ára gamla Halla Sørensen á Tvøroyri hevði eina
heilt serliga gávu til Mary Krúnprinsessu og hon fekk
klemm frá Mary afturfyri
Sita eftir v
Eisini á Tvøroyri tók rættiliga nógv fólk ímóti kongligu gestunum
Heindrikur, prinsur, ber
føroysk klæðir væl. Her er
hann á veg í bilin eftir
døgverðan á Tvøroyri