Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2005 19 Matskrá Hetta er døgverðin, sum tey kongligu fingu á døgverðanum á Tvøroyri týskvøldið Undanrættur: Carpaccio av Havtasku við rukolasalati, fennika og gularótum Vín:Trimbach Riesling Reserve 2002 Høvuðsrættur: Sneið av krúnhjørti- og kenguru við pom røsti, innbakaðum soppum, mini squash og vill glace Vín: CSM Elderton 2000 Omaná: Mazarin muffin við sjokulátumoussé, fikum og kokus ísi Vín: Botrutis Semillion,Elderton 2003 - - - Kaffi/te, avec & petit four stjórin teimum kongligu hjartaliga vælkomnum. Og at suðuroyingar eru serliga kongatrúgvir, lat borgarstjórin ongan iva vera um, tí hann fortaldi teimum, at ímillum manna verður Suðuroyggin eisini oftani nevnd Lítla Dan- mark. Hann fortaldi teimum eisini, at uttan kongshúsið var kanska heldur onki Tvøroyri, tí fyrsta hús á Tvøroyri var kongligi út- handilin, sum varð bygdur í 1836. – Men síðani hevur menningin verið øgilig, segði hann. Og so fortaldi hann teim- um eisini eina stuttliga søgu. – Tá ið Fríðrikur, krún- prinsur var føddur, útskriv- aði eitt danskt vikublað eina kapping, har lesarar vórðu bidnir um at senda inn uppskot um, hvussu krúnprinsurin skuldi alast upp. Ein av teimum, sum sendu inn, var ein 11 ára gamal tvøradrongur, sum nú er borgarstjóri á Tvør- oyri. Í svari sínum vísti tvøra- drongurin á, hvussu fegin børn vóru um at búgva í Føroyum og tí helt at lítli prinsurin átti at sloppið at uppliva Føroyar so ofta sum gjørligt. Hann helt somuleiðis, at tað var ikki gott at lata prinsin fáa alt, sum hann peikaði á, og hann skuldi heldur ikki hava so nógva leiku, at hann svam í tí, tí so kom at hann ikki at seta prís uppá tað. Hvussu nógv av ráðun- um, kongshjúnini hevði fylgt, visti hann ikki. À døgverðanum sang Guðrun Sólja Jacobsen og Neil Magnussen spældu gittar og Jens Mortan Mort- ensen á klaverinum og Oddur Hentze á klarinett spældu eisini. À døgverðanum fingu tey eisini gávur, sum vóru klæðir frá Pau. ið góðum minnum Limir úr dansifeløgum í Suðuroy skipaðu fyri tí føroyska dansinum Gestirnir standa í gongini og bíða eftir at verða bjóðaðir til borðs Allir gestirnir fara inn í døgverðasalin og standa við stólarnar og bíða, til tey kongligu hava sett seg Tey dansaðu frá borðinum eftir døgverðan í Trongisvági. Frá vinstru eru tey, Mary, Krúnprinsessa, Pauli Einarsson, varaborgarstjóri á Tvøroyri, Anita Eidesgaard, løgmansfrúa og Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Konglig vitjan ella ikki- hesin lítli varð móður av hóvastákinum