Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 117 - 23. juni 2005 Innbjóðing til tey kongaligu Tvær gentur úr kommunuskúlanum vónaðu mánadagin at fáa kongaliga vitjan. Men mongum brestur ætlan, og innbjóðing- in var týsmorgunin funnin á vegnum HOFF STOFF eydna@sosialurin.fo Sporini eftir kongaligu vitj- anina síggjast framvegis í Havnargøtum. Týskvøldið fann undirritaða eina heils- an frá mánadegnum liggj- andi í Tórsgøtu. Talan er um eina heilsan til regentparið og eina til krúnprinsaparið frá tveim- um gentum í kommunu- skúlanum, sum vóru komn- ar oman í býin at flagga fyri teimum. Men á skrædda pappírs- flagginum er eisini ein inn- bjóðing. Innbjóðingin ljóð- ar stutt og greitt »Kom og besøg os«. Ivasamt er, um kongs- familjan hevur sæð flaggið. Í øllum førum hava tey ikki havt stundir at kroyst eina eyka vitjan inn í strømmu tímatalvuna. Men hervið er innbjóð- ingin farin víðari, og møgu- liga fer kongshúsið at um- hugsa Lív og Olgu Mariu næstu ferð tey koma hend- anvegin. BILFØRARAR eydna@sosialurin, mynd Bárður Lydersen Teir, ið koyrdu drotning- ina og fylgi hennara í Havn, søgdu allir, at hetta var ein spennandi upp- gáva. – Tað er eitt sindur øðr- vísi at koyra við teimum kongaligu, í mun til at koyra við øðrum. Men tey eru bara fitt, og vit halda, at hetta er eitt gott arbeiði. Vit eru glaðir fyri at kunna hjálpa til, søgdu teir eftir seinasta steðg í Williams húsi mánadagin. Bilførararnir hjá Margrethu Frá vinstru síggjast: Hans Jákup Jensen, Frank Petersen, John Martin Olsen, Fríðrikur Bláhamar, Tróndur Fuglø og Knud Bjørk Til Magrete og Hendrek fra Lív og Olga Maria i 4.b i kumuneskulen Og til Mary og fredrek fra Lív. t og olga Maria i 4.b. i kumeneskulen Kom og besøg os Tað er ikki sørt, at nógv verður gjørt burturúr royalu døgurðunum, sum verða hildnir kring landið í hesum døgum. Týsdagin var tað Tvør- oyrar Býráð, sum var vertur, og millum tað, sum var at fáa, vóru eisini føroyskar øl á skránni. Hjá Restorff's í Havn høvdu tey til høvi prýtt fløskurnar við serstøkum etikettum, har ávíkavist drotninga- og krúnprinsa- hjúnini eru avmyndað. Tað er Repro-z í Havn, sum hevur sniðgivið serligu etikettunum, sum ikki kunnu sigast annað enn at vera snotuligar. -jm Royalar etikettir