Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 23. juni 2005 21 Viðareiðisbørn í før- oyskum klæðum dansaðu føroyskan dans fyri krúnprinsa- parinum. Hetta gjørd- ist stóra løtan undir vitjanini á Viðareiði, og sjálvt teir álvar- somu lívverjarnir blotnaðu í andlit- inum TEY KONGALIGU Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Viðareiði: Vitjanin hjá krúnprinsaparinum á Viðar- eiði fyrrapartin mikudagin var hátíðarlig. Alt frá al- mennu móttøkuni uttan fyri gamla skúlan og til vitjan- inar í kirkjuni og í presta- garðinum. Men tann mest hugtak- andi løtan var, tá ið viðar- eiðisbørn dansaðu føroysk- an dans fyri krúnprinsa- parinum í túninum uttan fyri gamla skúlan. Burtur á heiði rungaði við góðari viðareiðisherð- ing, og dansurin gekk lysti- liga, tá ið Mary og Fríðr- ikur komu úr prestagarðin- um og gingu yvir móti gamla skúlanum. Fingu ein málning Har stóðu tey og lurtaðu eina góða løtu, og løtan var so serliga, at sjálvt teir álvarsomu lívverjarnir fingu eitt smíl upp á eina løtu. Eftir at børnini vóru liðug at dansa, fekk krún- prinsaparið handað eina gávu frá fólkinum á Viðar- eiði. Tað var ein stórur málningur eftir lokala listarmannin Arnold Vegg- hamar. Málningurin var útsýnið av Viðareiði, sum Mary hevði verið so hugtikin av, tá ið hon kom til bygdina. Sjálvur sigur Arnold Vegg- hamar um sínar málningar, at teir eru hansara innara landslag. So hvør veit, um ikki eyðkendi málningurin hjá Vegghamar fær eitt gott pláss á onkrum royalum veggi, tá ið tey koma aftur til Danmarkar. Krúnprinsesan var so hugtikin av útsýnin- um á Viðareiði, at hon fór til stroks oman eftir bønum. Krúnprinsurin noyddist at stórleypa aftaná TEY KONGALIGU Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eftir at krúnprinsaparið hevði heilsað upp á um- boðini fyri bygdaráðið á Viðareiði, gingu tey yvir í kirkjuna, har Elsa Funding, prestur, skuldi taka ímóti teimum. Men á vegnum yvir móti kirkjuni fór Mary krúnprin- sessa til stroks oman eftir bønum.Hon var so hugtikin av útsýninum, at hon mátti ganga oman móti bakkan- um at hyggja seg um. Krúnprinsurin kom stór- leypandi í hølunum á henni, og borgarstjórin Árni Absalonsen og bygda- ráðslimurin Kári Kallsberg fóru eisini við oman móti helluni. Hugtikin av útsýninum – Tey tosaðu um, hvussu vakurt tað var, og eg haldi, at tey vildu vera eina løtu úti. Eg greiddi teimum frá fuglabjørgunum norðan- fyri, sigur Kári Kallsberg. Mary og Fríðrikur stóðu eina løtu nirði móti bakk- anum og skimaðist rundan um seg. Útsýnið var stór- sligið við teimum høgu fjøllunum í tí góða veðrin- um. Prátið gekk eina løtu millum tey fýra niðri í bø- num, og so komu tey niðan aftur og tóku upp aftur al- mennu skránna. Mary fór til stroks Viðareiðisbørn tóku tey kongaligu á bóli Børn á Viðareiði dansa føroyskan dans fyri krúnprinsaparinum. Mary og Fríðrikur vóru týðiliga hugtikin av bønunum Mynd: Eyðbjørn Jacobsen Mary fer undan øllum hinum fylginum fyri at hyggja seg um niðri móti bakkanum á Viðareiði. Prisurin roynir sum frægast at fylgja við Mynd: Jens Kr. Vang Tey koma niðan aftur gjøgnum bønum – Kári Kallsberg, Árni Absalonsen, Mary og Fríðrikur Mynd: Jens Kr. Vang