hósdagur 23. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 117 - 23. juni 2005
"Mary, Mary, Mary"
stemmaðu skúlabørn-
ini í, tá Dannebrog
legði at keiini í
Klaksvík mikumorg-
unin. Ongin ivi
mundi vera um, at
krúnprinsessan
hoyrdi hjartaligu
heilsanina heilt
umborð, langt áðrenn
skipið hevði lagt at
HOFF STOFF
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Tað var ein vøkur sjón, tá
kongaskipið
Dannebrog
stevndi inn á Klaksvíkina
mikumorgin. Og sigast má,
at Klaksvíkingar vóru í
rætta royala hýrinum. Bila-
røðin rakk langt heim í
býin, og úti á keiini á eyst-
ara havnalagnum tyrptust
fólk so nær tí reyða leypar-
anum, sum tey sluppu.
"Mary, Mary, Mary"
Øll skúlabørnini høvdu,
sum vera man, fingið frí
hendan morgunin, og tey
høvdu rættiliga gjørt seg út
við hópin av føroyskum,
donskum og australskum
fløggum. Og móttøkan, tey
góvu kongaligu familjuni,
fekk illa verið lívligari.
"Mary,
Mary,
Mary",
stemmaðu børnini í so hart
og leingi, at krúnprinsessan
uttan iva hoyrdi hjartaligu
heilsanina heilt umborð á
Dannebrog, langt áðrenn
skipið hevið lagt at.
Á keiini stóðu borgar-
stjórin, Steinbjørn O. Jacob-
sen, varaborgarstjórin, Ják-
up Mikkelsen og býráðlim-
irnir og tóku ímóti kongs-
familjuni. Borgarstjórin helt
røðu, har hann millum ann-
að greiddi frá, hvussu nátt-
úran rundan um Klaksvík-
ina hevur tryggjað skipum
og bátum serliga góð kor og
soleiðis hevur lagt lunnar
undir fremsta fiskivinnubý-
in í Føroyum. Borgarstjórin
nam eisini við, tann týdning,
hetta hevur havt fyri sterku
samleikakensluna hjá Norð-
oyingum. Eisini hugleiddi
hann um, hvussu tað fer at
ávirka júst hesa samleika-
kenslu,
at
Norðoyggjar
verða ein partur av fastland-
inum um bert fáar mánaðir.
Hvussu skjótt hetta verður
veruleiki, fingið kongs-
hjúnini høvið at gera sær
eina fatan av, tá tey seinni
hendan fyrrapartin vitjaðu
inni í Norðoyatunnlinum.
Skúlabørnini
vóru
í
rættiligum royalum hýri, tá
Dannebrog legði at á
Klaksvík mikumorgunin
Børnini heilsaðu Mary so
hart og hjartaliga, at hon
mundi hoyra tey, langt
áðrenn Dannebrog legði at
Á keiini í Klaksvík tóku
borgarstjórin, varaborgar-
stjórin og býráðslimir ímóti
kongafamiljuni
Í
móttøkurøðuni
fyri
kongafamiljuni hugleiddi
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, um sterku
samleikakensluna
hjá
Norðoyingum.
Dannebrog á Klaksvík