hósdagur 23. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 23. juni 2005
23
Nú, bert fáar dagar
áðrenn skotið verður
ígjøgnum, fingu
kongshjúnini høvi at
fara heilt inn í Norð-
oyatunnilin. Men
hóast tú ert konga-
ligur, er neyðugt at
vera í røttu klæð-
unum til ein slíkan
túr.
Hoff-stoff
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Kulissurnar vóru ikki júst
kongaligar, tá kongshjúnini
skuldu gera seg til reiðar at
vitja í Norðoyatunnlinum
mikumorgunin. Arbeiðs-
skúrar, IRF bingjur, grav-
kýr og lastbilar tóku meir
pláss enn kongaligu bil-
arnir, tá kongafylgið kom
niðan á Borðoyvík at hitta
Dávur Reinert Hansen,
stjóra í P/F Norðoyatunn-
linum. Men tað sóðu
kongshjúnini ikki út til at
taka serliga hátíðarligt.
Heldur ikki, tá leiðin gekk
inn í ein av arbeiðsskúrun-
um hjá NCC, har drot-
ningin og prinsurin vórðu
latin í, ja tað sum minti
mest um klæðini hjá tunn-
ilsmonnunum. Og drot-
ningin sá bara óføra hug-
farslig út, sum hon stóð har
í appelsingulum hjálmi,
vesti við endurskinum,
langum grønum gummi-
stivlum
og
føroyskum
klæðum.
Inni á botni í tunnlinum
sluppu kongshjúnini at
sessast,
meðan
Dávur
Reinert Hansen, stjóri í P/F
Norðoyatunnlinum greiddi
frá arbeiðinum sum heild
og serliga nú, bert fáir
dagar eru eftir, til seinasta
skotið verður latið av. Bert
42 metrar og 3 skot
norðoyamegin eru eftir, til
hol er ígjøgnum millum
Borðoynna
og
Eystur-
oynna, og arbeiðið hevur,
sum vera man, dám av stór-
um spenningi í løtuni.
Arbeiðmenninir bíðaðu spentir tá kongshjúnini vitjaðu í Norðoyatunnlinum
Drotningin í hjálmi og gummistivlum
Drotningin sá óføra
hugfarslig út í hjálmi, vesti,
gummistivlum og føroyskum
klæðum
Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Norðoyatunnlinum, og ein av
arbeiðsformonnunum greiddu kongshjúnunum frá um arbeiðið í tunnlinum