Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 117 - 23. juni 2005 Drotningin lýddi hugtikin á, tá Alex Sólstein greiddi frá listarligu søguni hjá altartalvuni í Christi- anskirkjuni í Klaksvík HOFF-STOFF Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Eftir vitjanina í Norðoya- tunnlinum, gekk leiðin hjá kongshjúnunum yvir í Christianskirkjuna. Har tóku Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer, sóknarprestar, ímóti saman við kirkjutænarum og kirkjuráðslimum. Inni í kirjuni stóð kvinnukórið Suð til reiðar, og sungu tær tveir vakrar sálmar, áðrenn Alex Sólstein, sum júst hevur fingið riddarakross- in, byrjaði at greiða frá søg- uni hjá Christianskirkjuni og teimum ymsu kirkjulut- unum. Serliga hugtikin tóktist drotningin, sum jú sjálv er listakvinna, at vera, tá Alex, á sín serliga livandi hátt greiddi frá um stóru og sermerktu altartalvuna í Christianskirkjuni. Alex greiddi fyrst frá, hvussu hesin kalkmálningur á lørift varð til. Síðani hugleiddi hann eitt sindur um teir ímyndaligu týdningarnar í altartalvuni. Eisini nam hann við sjálvan arkitektur- in í kirkjuni, sum er ein samanseting av ymsum ser- føroyskum bygningshætt- um. Kongshjúnini í Christianskirkjuni: Drotningin hugtikin av altartalvuni Drotningin, sum jú sjálv er listakvinna, lýddi hugtik á, tá Alex Sólstein greiddi frá listarligu søguni hjá altartalvuni í Christianskirkjuni Tað ljóðaði óvanliga vakurt í Christianskirkjuni, tá kvinnukórið Suð sang tveir sálmar fyri kongshjúnunum