Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 • hósdagur • 23. juni 2005 • 79. árg. Nú 30 ár eftir at VW Polo fyrstu ferð kom á marknaðin, og trý ár eftir at hann kom í eini størri og rúm- ligari útgávu enn áður, hevur bilurin fingið eina "facelift", so hann nú líkist hinum í VW familj- uni, serliga Golfinum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW eru komnir við eini nýggjari útgávu av Polo, sum kom á marknaðin fyri góðum trimum árum síðan. Tá bleiv Polo eins stórur og VW Golf II frá 80-unum. Sereyðkenni fyri allar teir níggju VW-bilarnar er V- formaða kølaragittari, sum Polo nú eisini hevur fingið saman við nógvum øðrum broytingum, bæði uttan og innan. Bilurin er fullkomiliga broyttur framman við t.d. nýggjum kølaragittari, kú- fangara og forlyktum, bak- lyktirnar eru eisini nýggjar og síðu-blunkljósini eru nú í síðuspeglunum, sum á VW Golf. Innan eru fleiri broyting- ar og alt er gjørt úr betri til- fari, sum t.d. setrini, instru- mentborðið og rattið. Blau- punkt-radio við fløguspæl- ara, MP3-spælari og fýra hátalarar eru standard eins og fartpilotur, elektronisk startsperra, og tríggjar nakkastúttur aftan. Fyri 4.000 krónur eyka fæst Polo við DK-pakkan- um við t.d. el-síðurútum framman, hita at stilla í forsetrunum, el-síðuspegl- um við hita, skuffum undir forsetrunum, el-upphitað- um sprinklaradysum, eisini eru kúfangarar, listar, síðu- spegl og hurðahandtøk lakkeraði í sama liti sum bilurin. Av trygdarútgerð kunnu vit nevna ESP stabilitets- programm við bremsu- assistenti, EDS og ASR. Airbag framman og í síð- unum og elektroniska start- sperru. Allar útgávurnar hava elektrohydrauliska servo- stýring sum standard. Fyri- munurin við hesi servo- stýring er, at hon alla tíðina lagar seg til ferðina, og hvussu bilurin er lastaður. Polo var ein av fyrstu bilum við viskarum úr gummi, eisini tað sum viskara- gummiið er heft í. Hetta fyri at viskararnir skulu larma minst møguligt. Polo fæst við seks ymisk- um motorum, tríggir bensin og tríggir diesel. Bensin- motorarnir eru hesir: 1,2 litur 3 syl. við 55 hk, tveir 1,4 litur við ávikavist 75 og 101 hk. TDI dieselmotor- arnir eru: 1,4 litur 3 syl. við 80 hk, og tveir 1,9 litur við ávikavist 101 og 130 hk. Allir motorarnir eru orku- sparandi og lúka tey strongu EU4 krøvini fyri umhvørvisvernd. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík, og prísirnir byrja við kr. 163.000 fyri ein 1,2 litur við 55 hk. VW Polo 1,4 5/h Motorurin 1,4 litur 4 syl. bensin 75 hk 0-100 km/t 12,9 sek Bensinnýtsla 15,5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 165/70-14 Stødd og vekt Longd 391,6 cm Breidd 165,0 cm Hædd 146,7 cm Eginvekt 1.025-1125 kg Viðførisrúm 270 / 1030 litrar Prísur kr. 175.000,- metallak (+ 4.000,-) Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.bilasolan.fo Polo líkist nú hinum í VW-familjuni Innan eru fleiri broytingar og alt er gjørt úr betri tilfari, sum t.d. setrini, instrumentborðið og rattið Polo líkist nú hinum í VW- familjuni. Sereyðkenni fyri allar teir níggju VW-bilarnar er V-formaða kølaragittari Suzuki Swift 5 stjørnur Ekstra Bladet hevur givið nýggja Suzuki Swift fimm stjørnur í teirra serblaði "Biler" frá 19. juni 2005. Teir skriva m.a. "Suzuki Swift har alt hvad der skal til for at blive en kult-bil for folket. Den er cool på en Mini-agtig måde. Motorlyden er under alle forhold dæmpet og behagelig. Selv om Swift er fast af- fjedret og krænger be- skedent i kurver, opsuger undervognen effektivt alle ujævnheder".