hósdagur 23. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 117 - 23. juni 2005
Føroya Shell hevur
ein koyripolitikk,
sum er grundaður á
altjóða Shell-reglur
fyri koyring. Sum ein
av veitarunum av
brennievni til akfør
skulu starvsfólkini
hjá Shell verða eitt
gott fyridømi í
ferðsluni
KOYRIPOLITIKKUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sum ein altjóða fyritøka
hevur oljufelagið Shell ein
koyripolitikk,
sum
er
galdandi fyri øll starvs-
fólkini hjá Shell um allan
heimin. Ein av filosofiun-
um er tann, at øll óhapp
kunnu umgangast, tí kunnu
álvarslig
óhapp
undir
ongum umstøðum góðtak-
ast.
Koyripolitikkurin
hjá
Føroya Shell er grundaður
á altjóða Shell-reglur fyri
koyring, og er hann gald-
andi fyri alla koyring fyri
fyritøkuna, tað veri seg
koyring í tangabili, lastbili,
servicebili ella privatbili.
Somuleiðis er hesin poli-
tikkur eisini galdandi fyri
alla koyring hjá samstarv-
arum hjá Føroya Shell.
Dentur verður lagdur á,
at starvsfólkini sýna góðan
hugburð og koyra "defen-
sivt", tað vil t.d. siga halda
góða frástøðu til aðrar bilar,
so ein í góðari tíð kann
síggja, hvat er fyri framm-
an, og harvið varnast
møguligar vandar í ferðsl-
uni. Koyrast skal altíð eftir
umstøðunum, og allar áset-
ingar í ferðslulógini skulu
haldast.
Tá fólk verða sett í starv
hjá Føroya Shell, sum inni-
ber koyring, skal t.d. hugs-
ast um heilsustøðuna og
fysikkin hjá viðkomandi,
og at persónurin hóskar til
aktuellu koyringina.
Allir
bilførarar
sum
koyra tangabil skulu gjøg-
numganga eina byrjanar-
kunning og hava eina
innleiðandi heilsukanning,
sum svarar til hana, ið sjó-
fólk skula hava fyri at
kunna mynstra (Bláu bók).
Teir verða sendir á skeið í
defensivari
koyring
og
fimta hvørt ár sendir á eitt
koyritekniskt skeið, sum
m.a. umfatar koyring á
hálkubreyt.
Allir bilar skulu t.d.
verða útgjørdir við 3-
punkts trygdarbeltum á
øllum setrum, koyra við
vetrardekkum
í
tíðarskeiðinum november
til apríl, og trygdarpakka
við eldsløkkjara, lumma-
lykt,
fyrstahjálparkassa,
rútahamara, knívi til trygd-
arbelti, gulum vestum við
endurskini og ávaringar-
tríkanti.
Persónliga at vera væl
fyri
Ikki er loyvt at nýta fartele-
fon ella aðra samskiftisút-
gerð, meðan koyrt verður.
Heldur enn at ringja, er tað
ofta eitt gott hugskot at tey
senda SMS. Tað órógvar
ikki so nógv og kann lesast
tá ein hevur tíð, men SMS
boð mega hvørki verða
send ella lisin, meðan koyrt
verður. Um bilførari hevur
tørv á at samskifta við
onkran, eigur hann ella hon
at parkera bilin, áðrenn
ringt verður - hetta er gald-
andi fyri alt samskifti,
eisini stutt boð.
Øll koyring verður skip-
að eftir umstøðunum, tað
verður lagt upp fyri veður-
líkindinum og koyrilíkind-
unum annars. Eisini skal
ein tryggja sær persónliga
at vera væl fyri. Vanliga
eiga øll at fáa hvíld 11 sam-
feldar tímar um samdøgrið.
Í sambandi við vaktarskip-
anir og serliga átrokandi
umstøður, sum t.d. oljuveit-
ing til skip, so kann ein fara
niður á 8 samfeldar tímar
hvíld um samdøgrið.
Allir tangabilar og last-
bilar yvir 3.500 kg total
vekt skulu nýta koyriskivu,
sum verður latin inn dag-
liga saman við koyriupp-
gerð.
Ábyrgdarhavandi
hevur eftirlit við, at eingin
fer upp um mest loyvdu
ferð.
Hetta eru so nakrar av
reglunum, sum starvsfólk-
ini hjá Føroya Shell hava at
halda seg til. Palli Petersen,
tekniskur leiðari hjá Føroya
Shell, sigur at starvsfólkini
hava tikið sera væl ímóti
koyripolitikkinum, ið hevur
givið sera góð úrslit - bæði
her heima og um allan
heim, har starvsfólk hjá
Shell lutfallsliga sjáldan
eru íblandað ferðsluóhapp.
Tann samlaði títtleikin av
óhappum við fólkaskaða er
frá 1998 til 2004 fallin við
umleið 40 %.
Mest umráðandi, tá úrslit
skulu náast innan ferðslu-
trygdina, er dagliga sam-
skiftið, har vit støðugt
minna okkum á koyripoli-
tikkin, syrgja fyri at møgu-
lig óhapp, stór sum smá og
eisini vandastøður verða
eftirmettar,
soleiðis
at
koyripolitikkur og hug-
burður støðugt kunnu betr-
ast.
At kunna standa fram
sum eitt gott fyridømi í
ferðsluni er ein góður
síðuvinningur fyri ein veit-
ara av brennievni til akfør.
Men tað er ikki tað, sum er
drívmegin aftanvert koyri-
politikkinum - Tað alt
avgerandi er, at vit grundað
á virðingina fyri tí einstaka
sleppa undan álvarsligum
óhappum, sigur Palli Peter-
sen.
Føroya Shell:
Bláu bók fyri at koyra bil
F.v.: Palli Petersen, tekniskur leiðari hjá Føroya Shell, Anna Louisa Joensen, frá Ferðslutrygd, og Annfinn Jacobsen, bilførari hjá
Føroya Shell. Føroya Shell var ein av fyrstu vinnulívsfyritøkunum, sum gjørdust limir í Ráðnum fyri Ferðslutrygd sum
ferðslutrygdarstuðlar fyri harvið at luttaka beinleiðis í arbeiðinum fyri at gera ferðsluna tryggari
Mynd: Ferðslutrygd
Nógv er hent á trygdarøkinum hesi meira enn 40 árini síðan hesin Morris tangabilurin hjá Shell fór út av vegnum í hálku við Tórshavanr Skipasmiðju í 1964
Myndir: Føroya Shell