hósdagur 23. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ynskja
sam-
starv
um
høllina
Fótbóltssambandið
vil hava teir báðar
verkætlanarnarból
karnar í Eystur-
oynni at tosa um
møguleikan fyri
samstarvi um eina
fótbóltshøll
FÓTBÓLTSHØLL
Jákup Mørk
Fótbóltssambandið hev-
ur nú á fundi viðgjørt
umsóknirnar, sum vóru
komnar inn um fyrstu
føroysku fótbóltshøll-
ina.
Trý uppskot vóru inn-
komin, men í eftir
viðgerðina hevur FSF í
fyrsta umfari valt at
síggja burtur frá upp-
skotinum hjá Havnar
Timburhandli, sum ikki
ítøkiliga segði, hvar ein
slík skuldi byggjast, ella
hvussu
bygging
og
rakstur av hesari skuldi
fíggjast.
Tað vil so siga, at støða
nú skal takast til, um
talan skal verða um høll
á Svangaskarði ella í
Skálabotni, men í fyrsta
umfari hevur FSF ikki
gjørt sær nakra niður-
støðu hesum viðvíkj-
andi.
Ísak Mikladal, aðal-
skrivari hjá FSF, sigur,
at tey í fyrstu atløgu
hava roynt at fáa partar-
nar aftan fyri tey bæði
uppskotini at tosa sam-
an.
- Áðrenn vit eru farin
víðari í okkara arbeiði,
hava vit valt at biðja
partarnar um at kanna
samstarvsmøguleikar-
nar, sum kunnu liggja í
hesum. Um tað er gjør-
ligt, so halda vit tað vera
betri, um talan verður
um høll, sum hevur so
breiðan
uppbakning
sum gjørligt, og sum
ikki skal síggjast sum
kapping millum øki ella
bólkar,
sigur
Ísak
Mikladal.
Enn er ikki greitt, nær
FSF ella innblandaðu
partarnir fara at arbeiða
víðari við málinum,
men meira verður helst
at frætta um hetta í
næstum.
Nr. 117 • hósdagur • 23. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
40 sparkivallir kring landið
UEFA hevur givið
føroyskum fótbólti
tilsøgn um 4,7 mió
stuðulskrónur til 40
sparkivallir kring
landið
SPARKIVALLIR
Jákup Mørk
Seinnu árini hevur UEFA í
fleiri umførum latið stuðul
úr
HatTrick-grunninum,
sum hevur til endamáls at
menna græsrøturnar innan
fótbóltin.
Ein partur av hesum
hevur verið ein verkætlan,
har roynt hevur verið at fáa
fótbóltsspælið
á
smáu
vallunum í fokus aftur. Ein
partur av fótbóltsspælinum,
sum gjøgnum tíðirnar hev-
ur ment hópin av evnarík-
um spælarum, men sum við
tættbygdu býarmyndunum
runt alt Europa er skumpa-
ður alt meira frá fólkinum.
10 vallir koma í ár
Eisini Fótbóltssambandið
hevur sýnt áhuga fyri verk-
ætlanini, og í fjør heyst
varð ein royndarverkætlan
gjørd
á
Hamrinum
á
Argjum. Hendan hevur
bæði riggað væl og verið
serstakliga væl umtókt.
Somikið væl, at FSF hevur
arbeitt víðari við ætlanini,
og nú hevur UEFA altso
givið grønt ljós.
Samlaða
stuðulsupp-
hæddin frá UEFA er 4,7
mió kr., og Ísak Mikladal,
aðalskrivari í FSF, sigur, at
hetta helst kann røkka til
einar 40 vallir kring landið.
- Vit hava valt at handfara
málið soleiðis, at vit hava
gjørt avtalu við ein út-
lendskan veitara av gras-
líki. Er talan um standard-
støddina, 13X21 metrar, so
syrgja vit fyri graslíkinum
og álegging. Hartil veita vit
so 60.000 kr. í stuðuli til
gyrðingar, mál v.m., sum
hoyra vøllinum til.
Fótbóltssambandið hevur
longu gjørt av, hvar teir
fyrstu 10 vallirnir fara.
Fyrstu fimm verkætlanirnar
verða væntandi útlagdar í
august mánaði, og eru hesar
í Havn, Leirvík, Sunda
Kommunu, Sørvági og á
Toftum. Í øðrum, sum vón-
andi verður lagt út seinni í
ár, er stuðul játtaður til Mið-
vágs, Sjóvar, Eiðis, Skúvoy-
ar og Viðareiðis Kommunu.
Verkætlanin skal ætlandi
ganga fram til 2008, og
skulu Føroyar tá hava 40
slíkar sparkivallir.
Ikki bara komunalt
Sum skilst, so er tó ikki
nøkur treyt, at talan er um
kommunur, sum søkja um
stuðul til verkætlanir. Tað
er t.d. væl hugsandi, at okk-
urt eigarafelag eisini kann
standa fyri eini slíkari verk-
ætlan. Er økið planerað og
annars klárt at taka í nýtslu,
so kemur FSF við undirlagi
og álegging, umframt at
stuðul eisini verður veittur
til kringstøðurnar. Og verð-
ur talan tá um sjálvboðið
arbeiði, sum verður gjørt á
t.d. einum fríøki, so nýtist
tað ikki at kosta eigarafel-
agnum nógvar krónur, áðr-
enn ein liðugur sparkivøllur
er veruleiki.
BÚMERKI
Tíðindaskriv
Skála Ítróttarfelag hevur nú
fingið sær nýtt búmerki. Á
seinasta aðalfundi samtykti
nevndin, at nýtt búmerki
skuldi fáast til vega. Eina-
mest tí felagið nú bara fæst
við fótbólt, og at gamla bú-
merkið tí var ótíðarhósk-
andi.
Ein
búmerkjakapping
varð útskrivað, og hóast
stutta skotbráðið, hevur
nevndin síðani fingið eini
30 uppskot at meta um.
Eftir viðgerð av innkomnu
uppskotunum kom nevndin
ásamt um at velja oman-
fyristandandi uppskot, sum
Guðrun Christiansen, ið er
ættað av Strondum men bú-
sitandi í Danmark, er
meistari fyri.
Grundgevingin
hjá
starvsnevndini at velja upp-
skot Guðrunar er, at talan er
um eitt einfalt búmerki, har
Skála er á ferð frameftir og
uppeftir. Eisini eru fáir litir
í hesum uppskotinum og
tað ger tað einfaldari at ar-
beiða við grafiskt. Litirnir í
búmerkinum kunnu skifta,
alt eftir hvør bakgrundin er,
og tað ger tað lætt at ar-
beiða við.
Nýtt búmerki til skála
Tað er Guðrun Christiansen, sum hevur teknað nýggja
búmerkið hjá Skála Ítróttarfelag
Á Hamrinum á Argjum hevur børunum dámað væl at sparka á nýggja vøllinum. Næstu árini skulu ætlandi koma 40 vallir av
sama slag kring landið