Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 110 - 14. juni 2005 Russar í Føroyum og fa- miljur teirra vóru í dag savnaði á skrivstovuni hjá russiska Konsulátinum fyri at hátíðarhalda tjóðardagin hjá russum. Tað var Konsulátið og Faroe Agency, sum høvdu bjóða til móttøku. Russiski kon- sulin í Føroyum Árni Dam bjóðaði vælkomnum, og hugleiddi um sítt samstarv við russar seinastu 30 árini. nud NEYTAHALD Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bóndin í Koltri Bjørn Patursson hevur gjørt beiti til ungneyt av slagnum Scottish Highland Cattle í 478 metra hædd. Leygar- dagin flutti tyrlan hjá Atlantic Airways 11 ung- neyt upp í hæddirnar, og hetta eitt sindur øðrvísi arbeiði eydnaðist sera væl. Bjørn Patursson sigur, at tey høvdu fyrireika seg væl, millum annað gjørdu tey eina roynd í fjør. Hann er sannførdur um, at neyvu fyrireikingar eru orsøk til, at alt eydnaðist so væl. Hann sigur, at hetta verður gjørt aftur. Scottish Highland Cattle eru fjallaneyt, av tí gamla skotska slagnum, hetta eru sera harðfør neyt, sum ikki kreja nógva røkt. Neyta- slagið er ein rein rasa, sum er beinleiðis ættað frá evro- peiska uroksanum. Neytini hava varðveitt teir náttúr- ligu eginleikarnar. Neytini vaksa ikki líka skjótt, sum onkur onnur neytasløg, men kjøti er sera gott. Sam- an við seyðahaldi eru neyt- ini eitt bein at standa á fyri garðin í Koltri. Bóndin slakter umleið 10 neyt um árið. Sambært Bjørn Paturs- son, siga skotar, at Scottish Highland Cattle eigur lívið í teimum. Neytaslagið verður nú flutt úr aftur Skotlandi og inn á megin- landið, har uroksaslagið er útdeytt. Bjørn Patursson hevur gjørt høga beitið, fyri at geva neytunum rætta smakkin av fjallalendi. Tey skulu tí ganga har uppi í summar. Oksakjøtið er at rokna sum forkunnugt og ein verulig delikatessa. Bónda- hjúnini hava havt neyt av hesum slagi síðan 1999. Tey fyrstu árini er alt kjøtið selt til Glasstovuna á Hotel Føroyum. Men nú er eisini møguleiki at keypa sær kjøt, við at venda sær til bóndan ella við at fara inn á heimasíðuna: www.koltur.com Martin Joensen varð fyri nøkrum vikum síðan vátt- aður, sum eitt av nøvnunum á MjúS festivalinum á Sandi, og nú váttar G! eisini, at Føroya kanska besti sangskrivari spælir har. Martin Joensen fer í næstum at spæla nýggja fløgu inn, og umframt nýggju løgini verða eisini klassikarar frá Martini at hoyra á Gøtusandi. SANGKAPPING Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Johanna Niklasen og Jón á Steig mundu ikki steðga at hoppa av gleði, tá dómar- arnir høvdu tikið sína av- gerð og valt tey bæði sum finalistar í Barnaprixnum 2005. Jón sum gjørdist nummar tvey, kláraði slettis ikki at standa stillur: "Mega gott, vit hava bara vant í 2 dagar, alt var fullkomiliga kaos", segði Jón, sum hevði tær tríggjar Lív, Mariu og Olgu Mariu við sum dansarar. "Lív hótti við at rýma, tí alt var kaos". Dansararnir hava gingið til fimleik og hip hop, og tað sást á teimum, tær dugdu ordiliga væl at dansa. Jón elskaði at standa á pallinum, hann hevur annars ikki verið á palli í fleiri ár, seinast var, tá hann framførdi í forskúlanum, tá hann búði niðri. Johanna vann undanum- farið og ordiliga glað, men samstundis eisini móð, hon hevði júst verið á pallinum aftur og sungið vinnara sangin, tá vit hittu hana. Hon segði, "Hetta er ræðu- liga gott, vit hava vant ordiliga leingi. Fyrst lærdi eg meg sangin, og so vandu vit dansin. Men so segði systir mín, at dansurin og sangurin ikki riggaðu sam- an, so máttu vit finna uppá okkurt nýtt." Eini 150 fólk vóru komin saman í Mentanarhúsinum at lurta eftir teimum 10 sangarunum, sum vóru úr Havn, Klaksvík, Kollafirði, Runavík og Hvalba. Russiski tjóðardagurin hátíðarhildin á konsulátinum Martin Joensen á G!Festivalinum 11 oksar í tyrlu 11 ungneyt vórðu flutt við tyrlu upp í 478 metra hædd Mynd : Bjørn Patursson Johanna og Jón eru Barnaprix finalistar Vinnandi sangararnir og teirra dansigentur.