Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 14. juni 2005 3 GONGUTÚRUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fitt av fólki var savnað á Vaglinum, tá tiltakið "Kom og Gakk" varð sett seinnapartin leygardagin. Borgarstjórin, Heðin Mortensen hevði í sam- bandi við tiltakið latið seg í gonguklæði, og fór sjálvur við at ganga. Fólk kundu velja millum fimm ymiskar gongutúr- ar, alt eftir huga, møgu- leikum og evnum. Kunningarstovan og Tórshavnar kommuna skipaðu fyri gongudeg- num. Ingigerð á Trøðni leiðari á kunningarstov- uni segði við portalin, at tiltakið er skipað so- leiðis, at øll fáa verið við, og hon gleddist um góðu uppmøtingina. Hóast veðrið var væl verri í ár enn í fjør, vóru næstan líka nógvir luttakarar SKIP Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Gamla træskipið Thorshavn er komið út úr høllini á Tórshavnar Skipasmiðju, aftan á størsta timburar- beiðið í Føroyum í ein mansaldur. Arbeiðið við at skifta dekk, tak á stýrihús- inum, lúnning og mangt annað hevur verið sera um- fatandi. Eisini er allur skrokkurin eftirhugdur, og har ábøtur eru neyðugar eru tær gjørdar. Maskinan er somuleiðis eftirhugd, og allur streymur umborð er lagdur av nýggjum, umframt nógv annað. Tórshavnar Skipa- smiðja hevur miðjað í móti at fáa skipið liðugt til Kongavitjanina, og tað fer at eydnast. Skipið spælir tó ikki nakran leiklut í sjálvari vitjanini, men fer at liggja í Vágsbotni, tá tey kongaligu eru har. Væntandi verður skipið sjósett mánadagin. Tað skilst at samlaði kostnaður- in fyri umvæliningina er yvir 4 milliónir. Thorshavn er smíðað í 1941. Hóast skipið hevur havt hampi- ligar umstøður sum so, var ein høvuðsumvæling til- trongd. Størsta timburarbeiðið í Føroyum í ein mansaldur Snotiligt er gamla træskipið vorðið Kom og gakk gekk væl Væl av fólki var við til tiltaki »Kom og gakk« í Havn leygardagin