Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 110 - 14. juni 2005 - Tað var eitt frálikt og serstakt hugskot og tað vit vita, so hev- ur ongin gjørt tað áður. Soleiðis hugs- aðu ungdómsskót- arnir hjá KFUM í Havn, tá teir fríggja- kvøldið fóru á Slætt- aratind á legu, ella biwauk, sum tað rópast á skótamáli SKÓTALÍV Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Fríggjadagin fóru 9 skótar frá ungdómsskótunum í Havn á ferð niðan á hægsta fjall í landinum, Slættara- tind. Ætlanin var greið, nevniliga at fara á legu, ella biwauk, eina nátt á hesum frálíka stað. - Tað var eitt frálikt og serstakt hugskot og tað vit vita, so hevur ongin gjørt tað áður, hetta at liggja í biwauk á Slættaratindi, sig- ur Bogi Sigurstein, leiðari. Undir opnum himni Á skótamáli kallast ein slík lega biwauk. Skótarnir lógu ikki í tjaldi, men svóvu undir opnum himni í skjóli, ið teir sjálvir gjørdu. – Veðrið var hampuligt, men nakað av vindi. Vit gjørdu okkum verju fyri vindinum og svóvu so undir opnum himni, greiðir Bogi Sigurstein frá. Talan var sostatt um ein túr, ið vardi eitt samdøgur, frá fríggjadegi til leygar- dag. Og at gistingin í bi- wauk á Føroya hægsta fjalli var eitt upplivilsi er ongin ivi um, tá Bogi greiðir frá, tí sera vakurt var hesa nátt- ina á tindinum, sigur hann. Og skótarnir eru annars vanir við ferðir úti í náttúr- uni, tí tað er nakað, ið teir gera nógv við. Skótarnir gera nógvar ferðir út í náttúruna og í ár hava teir longu verið fleiri ferðir. Við á serstøku ferðini á Slættaratindi vóru 9 fólk: Bogi Sigurstein, leiðari, Andras Hammer, Bárður Elendersen, Andrias Høg- enni, Trúgvi Árting, Mort- an Johannesen, Jóna Venn- ed, Gunnleyð Dam og Bar- bara Vang. Lógu nátt á Slættaratindi – Tað var eitt frálikt og serstakt hugskot og tað vit vita, so hevur ongin gjørt tað áður, hetta at liggja í biwauk á Slættaratindi, sigur Bogi Sigurstein, leiðari.