Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 14. juni 2005 5 Føroyski sangfuglur- in, Sigrið Rasmussen, hevur júst tikið bachelorprógv í sangi við Pains Valley Uni- versity í London. Hon var best í sínum ár- gangi og vann sunnu- kvøldið eisini eina virðisløn, sum lærar- arnir einmæltir valdu at geva henni VIRÐISLØN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Jamen, tað var heilt fantastiskt, og eg hevði slett ikki roknað við, at eg fór at vinna nakað, tí tað vóru so nógvar góðar røddir í mín- um flokki, er fyrsta við- merkingin frá eini týðiliga glaðari Sigrið Rasmussen. Bestu røddina Sigrið Rasmussen hevur seinastu trý árini gingið á einum universiteti í Lond- on. Hon hevur lisið sang, og bachelorheitið er júst komið í hús. Universitetið, ið eitur Pains Valley University og er ein partur av London College of Music, hevur frálæru í nærum øllum økjum av tónleikinum. Í ár var tó nakað serstakt á skránni. Fyri fyrstu ferð vórðu nevniliga virðislønir latnar teimum bestu á hvørjari tónleikargrein. Besti bassspælarin fekk eina virðisløn, besti trummuleikarin eina o.s.fr. Virðislønina fyri bestu røddina fekk havnardaman Sigrið Rasmussen, fyri at hava verið besti sangari á skúlanum tey trý árini, hon hevur gingið har. – Lærarinnan hjá mær ringdi til mín í síðstu viku, og segði, at eg var vald til besta sangara á skúlanum, og at eg eisini skuldi fram- føra á endaliga galladøg- urðanum, sum var sunnu- kvøldið. Eg bleiv øgiliga yvirraskað, greiðir Sigrið frá. Hon sigur, at rættiliga nógv var gjørt burturúr kvøldinum. Døgverðin var í Riverside Studios, og nógv kend fólk vóru við. – Eg fekk prísin handa- ðan frá Richard Niles, sum er rættiliga kendur her í Onglandi, tí hann hevur arbeitt við nógvum av stjørnunum, sigur Sigrið. Men umframt prísin og heiðurin fingu vinnararnir eisini sera góðar og við- komandi vinningar. Sigrið fekk eitt PA-system, sum er eitt sera flott og framkomið sanganlegg, við mixara, hátalarum, mikrofon o.s.fr. – Eg visti ikki av, at vit sum vunnu, eisini fingu so flottar gávur. Eg helt bara, at tað var ein virðisløn, so eg kendi meg rættiliga privi- ligeraða, greiðir Sigrið frá. Bachelor í sangi Spurd, júst hvat hon hevur lært seinastu trý árini og hvørjar førleikar útbúgving- in gevur, svarar Sigrið, at hon hevur lært eina rúgvu. – Vit hava faktiskt lært alt um sangyrkið. Bæði um at vera forsangarar og kór- sangarar, at komponera, ar- rangera, framleiða og eisini nakað um tað tekniska. Vit hava eisini lært at hava sangundivísing, so tað er eitt sindur av hvørjum, sig- ur Sigrið. Við hesi útbúgvingini kann hon vera sanglærari og undivísa í sangi. Men hon leggur dent á, at henn- ara ætlan við útbúgvingini fyrst og fremst var, at hon sjálv skuldi at læra meiri um sangheimin. – Eg kann eisini útbúgva meg víðari og taka eina sonevnda Master-degree. Tað haldi eg næstan at eg fari at gera, hóast eg ikki havi søkt enn, tí eg fyrst vildi hava allar bacchelor royndirnar afturum fyrst, sigur Sigrið. Ikki sungið ímeðan Hóast Sigrið altíð hevur sungið, so sigur hon, at stundirnar ikki hava verið so góðar til sangin seinastu trý árini. – Eg havi gjørt nógv við skúlan, so eg havi ikki havt tíð til so nógv annað. Men eg havi tó roynt at fáa eitt kór á føtur. Tað er eitt kór fyri atferðartrupul børn í 15-16 ára aldrinum. Tey hava ikki so nógvar møgu- leikar og tilboð, men tey eru faktiskt rættiliga evna- rík, greiðir Sigrið frá. Umframt kórið við at- ferðartruplu børnunum, hevur Sigrið eisini fingist nógv við at komponera. – Tað er nakað, sum eg altíð havi viljað dugað og vitað meiri um. So tað havi eg nýtt rættiliga nógva tíð uppá, eisini uttamfyri skúl- an, sigur Sigrið. Fløguútgávu Spurd, hvørjar ætlanir hon hevur, nú fyrsti parturin av útbúgvingini er komin und- ir land, svarar Sigrið, at hon hevði hildið tað verið stutt- ligt at givið eina fløgu út. – Men tað eru enn bara hugsanir, og eg veit fram- vegis einki um nær ella hvussu, staðfestir hon. Fyrst og fremst ætlar hon sær tó at koma heim til Føroya. – Í høvuðsheitum verður tað bara feria, tí eg havi ikki sovið í nakrar vikur nú, ímeðan eg havi gingið til royndirnar. So eg havi enn ikki nakrar ítøkiligar ætlan- ir um at framføra har heima, sigur Sigrið. Hon vil tó ikki útiloka, at tað møguliga verður til onkra framførðslu. – Einki er avtalað, men tað kann vera, at man finn- ur uppá okkurt. Nú fáa vit at síggja, sigur Sigrið Ras- mussen at enda. – Tað var eingin ivi Høvuðslærarinnan hjá Sigrið, Sara Reybould, sigur, at tað var eingin ivi um, at Sigrið skuldi hava virðis- lønina fyri bestu rødd VIRÐISLØN Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Hetta er fyrstu ferð, at vit hava latið tílíkar virðislønir, og tað var eingin ivi um, at Sigrið skuldi vinna fyri bestu rødd, sigur Sara Rey- bould, ið er høvuðslær- ari á sangútbúgvingini. Hon greiðir frá, at tað eru lærararnir á ymsu útbúgvingunum, sum kjósa vinnararan, og tað varð einmælt samtykt, at Sigrið skuldi vinna. – Hon hevur alt, sum ein góður sangari skal hava. Hon hevur eina ótrúliga rødd, sum spennir ógvuliga víða og kann syngja bæði høgt og lágt. Hon kann eisini syngja nærum hvat slag av tónleiki tað skal vera, bæði rock, pop, gospel, you name it. Hon er ein ógvuliga dynamiskur sangari, sum eisini dugir væl at samstarva við bæði aðrar sangarar og tón- leikarar, og umframt tað, so er hon altíð fús at hjálpa sínum floksfeløg- um. Hon hevur ongantíð ov nógvan skund til at rætta eina hjálpandi hond, og tað er ein fram- úr góður eginleiki, sigur høvuðslærarinnan, Sara Reybould at enda Sigrið hevur bestu røddina Maðurin, sum handaði Sigrið virðislønina, var eingin annar enn kendi framleiðarin Richard Niles, ið hevur arbeitt saman við meginpartinum av stóru stjørnunum í Onglandi Á stóra galladøgverðanum sunnukvøldið, tá eisini úr- mælingarnir á skúlanum fingu sínar virðislønir, var Sigrið Rasmussen biðin at syngja. Og sum so mangan áður bergtók hon áhoyrara- fjøldina, og prógvaði hví hon vann virðislønina fyri bestu rødd