Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 110 - 14. juni 2005 Føroyar ein banantjóð HEILUR FISKUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Tað eru ikki vit, sum gera spælireglurnar við- víkjandi útflutningi av fiski. Tað gera tey, sum sita í Tinganesi. Vit kunnu ikki bara sita hendur í favn – og einki gera. Soleiðis tekur Birgir F. Kass til, sum starvast á deildini hjá Faroe Seafood í Bretlandi, nú Sosialurin herfyri prentaði eitt skriv, har felagið bjóðar sínum viðskiftafólkum heilan fisk. - Vit vilja helst virka fiskin í Føroyum, og tað gera vit so sanniliga eisini. Tað er ikki við okkara vilja, at Føroyar í ávísan mun kunnu samanberast við eina banan-tjóð, sum sendir sína rávøru óvirkaða av landinum. Birgir F. Kass vísir eins og stjórin, Mein- hard Jacobsen, á, at nøgdirnar av heilum fiski, sum Føroya Fiskavirking hevur út- flutt óvirkaðar, eru for- svinnandi smáar. - Okkara uppgáva er eins og hjá øðrum keyp- arum og framleiðarum at tjena pening, sigur Birgir F. Kass. Mánamorgunin komu tær tríggjar vindmyllurnar til landið, sum SEV fer at seta upp í Nes haga. Myllurnar, sum Vestas hevur bygt, komu úr Danmark við Norrønu og vórðu út á fyrrapartin koyrdar heim í Nes kommunu á trailar- um VINDMYLLUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Henning Jacobsen, verk- frøðingur, væntar, at gong- ur alt sum ætlað, standa myllurnar uppi um einar 14 dagar ella so. Hann sigur, at hesar tríggjar vindmyllurnar hava eitt veingjabreiði, sum er 47 metrar í mun til verandi myllu í Nes haga, har longdin úr enda í annan er einar 25 metrar. - Hesar myllurnar eru 660 kW hvør, meðan ver- andi mylla í Nes haga er 150 kW. 18 milj. krónur Spurdur, hvussu stór íløgan er – og um hetta er ein góð íløga hjá SEV, sigur Henn- ing: - Verandi mylla í Nes haga, sum hevur staðið upp í eini 11-12 ár, hevur riggað væl og við teimum roynd- um, sum SEV hevur gjørt sær við hesi myllu, er vænt- andi, at íløgan upp á einar 18 miljónir krónur, verður ein hampiliga góð íløga. Henning Jacobsen sigur, at nýggju myllurnar í minsta lagi skuldu givið einar 7 miljónir (kW) kilo- watt tímar um árið, og havandi í huga, at nýtslan í einum vanligum húsarhaldi liggur um 5.000 (kW) kilo- watt tímar, svarar orku- framleiðslan hjá nýggju myllunum til nýtsluna hjá einum 1300 húsarhaldum. Eystari armur… Á eystara armi á Skála- fjørðinum búgva eini 3.600 fólk tilsamans. Býta vit hetta tal við 3, sum man vera umleið miðaltalið av fólki í hvørjum húsi, fáa vit 1.200 húsarhald. Tað merk- ir, at nýggju vindmyllurnar hjá SEV í minsta lagi kunnu nøkta el-tørvin hjá øllum húsarhaldum á eyst- ara armi á Skálafjørðinum. Í hesum einfalda rokni- stykki er vinnan í økinum ikki tikin við, men bert vanligu húsarhaldini. Hetta gevur hóast alt eina mynd av, hvussu stór el- framleiðslan hjá hesum trimum vindmyllunum kann væntast at verða. Á Kollafjord Pelagic verður eingin norð- havssild fryst í løtuni. - Sildin er full ætu, og tá er hon ikki egnað til frystingar, sum tíverri er einasti møguleiki, vit hava í løtuni, sigur Dánjal Jákup Andreasen, stjóri KOLLAFJORD PELAGIC Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dánjal Jákup Andreasen, stjóri á Kollafjord Pelagic, sigur, at á virkinum í Kollafirði hava tey tíverri bert møguleikar til heil- frystingar, og tá ið norð- havssildin nú er full í æti, letur tað seg ikki gera at taka ímóti sild. Tá ið vit frættu mána- morgunin, hevði stjórin ikki talið við hondina sum sigur, hvussu nógv tons av norðhavssild, tey í hesum umfari frystu, men tað vóru skip, sum høvdu fleiri landingar í Kollafirði. - Nú skulu vit bara vóna, at sildin fær so nógv at eta í føroyskum sjógvi, at hon verður verandi longri enn undanfarin ár – og soleiðis tekur uppaftur gamla ferða- mynstrið. Spurdur, um sildafiski- skapurin minkaði burtur í einki, áðrenn virkið gavst at taka ímóti, sigur Dánjal Ják- up, at tað gjørdi hann ikki. - Skipini fingu framvegis nakað av sild, tá ið vit góv- ust at keypa, sigur hann. Frysta gulllaks Um mánaðarskiftið, apríl/ mai, tók virkið í Kollafirði ímóti fyrstu nøgdunum av gulllaksi til heilfrystingar. - Vit hava síðan fryst gulllaks og vóna, at fiski- skapurin fer at roynast í summar og út á heystið. Dánjal Jákup sigur, at fiskiskapurin hjá gulllaksa- skipunum hevur verið held- ur smáligur í seinastuni, men vónir eru um, at hann batnar aftur. Skipini, sum eru á gull- laksaveiði, eru Eysturbúgv- in, Vesturbúgvin, Polarhav og Stjørnan. Stjórin á Kollafjord Pela- gic vísir á, at meðan gull- laksur verður heilfrystur í Kollafirði, verður hann virkaður til fars í Leirvík. - Vit samstarva um gull- laksin, sigur Dánjal Jákup Andreasen á Kollafjord Pelagic. Norðhavssildin full í ætu – frysta gulllaks í Kollafirði Nú sildin er full í æti og ikki er egnað til heilfrystingar, verður gulllaksur frystur á Kollafjord Pelagic. – Men fiskiskapurin hevur verið smáligur í seinastuni, sigur stjórin, Dánjal Jákup Andreasen Mynd: Jens Kr. Vang Nýggjar vindmyllur í Nes haga Veingirnir eru velduga stórir. Úr enda í annan eru teir 47 metrar langir. Hvør mylla er 660 kW í mun til verandi myllu í Nes haga sum er 150 kW Mynd: Jens Kr. Vang