Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fyrsti flokkur í Trongisvági hevur upplivað meiri enn flestu aðrir fyrstu flokkar í landinum og nú ein dagin sluppu tey øll ein túr við tyrluni UPPLIVILSI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hjá fyrsta flokki í Trong- isvági er skúlatíðin ikki bara bókstavir, tøl og terp- ing. Tey hava eisaini fingið nógv øðrvísi upplivilsir, sum aðrir fyrsti flokkar í landinum neyvan hava fingið. Herfyri vóru tey inni í einum kolanámi í Hvalba, har ein gamal kolamaður greiddi teimum frá, hvussu arbeiði har fór fram. Øll foreldrini vóru við hendan túrin, eisini Bjarki Jensen úr Froðba, sum er pápi Sólju. Og hann hevði eini óvæntað, men stuttlig boð til børnini. Og tað var, at hann ætlaði at bjóða øllum flokkinum ein túr við tyrluni hjá Atlantsflog. Støðan er tann, at Bjarki er flogskipari og hann gjørdi av at bjóða børnun- um ein lítlan túr ein dagin, tyrlan var í Froðba og hevði nakrar minuttir til avlops. Og mikudagurin í síðstu viku var so tann stóri dag- urin. Eitt sindur av vindi var, men ikki so at tað bilti nakað, og tað var púra klárt. Spenningurin var øgi- ligur beint eftir døgverða mikudagin, tá ið tyrlan setti seg á tyrlupallin í Forðba og setti ferðafólkið av. Síðani vóru børnini boð- in uppí og tá ið pilotarnir høvdu tryggjað sær, at øll sótu sum tey áttu, lyfti tyrlan sær uppfrá og fór avstað, tvørtur um fjørðin og suðureftir oyggj. Tey flugu yvir Hovi, Porkeri og Vági og síðani norðuryvir aftur yvir Fámj- in, áðrenn tey settu kósina aftur ímóti tyrlupallinum í Froðba. Ætlanin var at vísa teimum stórfingnu bjørgini á vestursíðuni á Suðuroy, men tað varð av ongum, tí flogskiparin segði, at tað var eitt sindur av turbulensi har á leiðini og tað vildi hann spara børnini fyri, hetta var jú ein hugnatúrur burturav. Allur túrurin vardi í góðar fimm minuttir og tað var týðiligt at hetta hevði verið eitt upplivilsi av teim- um heilt stóru. – Og tað var øgiliga stuttligt at síggja, hvussu smá húsini vóru, var fyrsta spontana reaktiónin hjá einum. Ja, tey vóru sum dukkuhús, legði onkur annar afturat. Nr. 110 - 14. juni 2005 7 Eitt spennið á einum pela hjá SEV bjargaði støðuni, tá ið hesin risakletturin loysnaði úr einum hamara omanfyri vegin í Sandvík OMANLOP Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið manning hjá SEV nú ein dagin gekk eftir linjuni ímillum Sandvík og Hvalba í sambandi við árliga eftirlitið av linjuni, ógvað- ust teir við. Uppi í einum hamara heilt uppi undir eggini niðan av tunnilsvegnum í Sandvík, sóu teir, at ein risaklettur var loysnaður úr hamaranum. Men til alla lukku fór hann ikki á bólt, tí hann hetta var beit við ein pela hjá SEV og kletturin endaði í spenninum á pelanum. Og spennið helt, so har varð kletturin liggjandi. Mathias Lassen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV í Suðuroy, sigur, at til alla lukku var júst hetta spennið fest beinleiðis í helluna. harafturat var talan um eitt heilt nýtt spenni, annars heldur hann ikki, at tað hevði hildið fyri steininum Sjálvur metir hann, at steinurin vigar eini fýra tons. Varð hann ikki skriðin í pelaspenni, ivast hann ikki í, at hann var farin á bólt. Har er ógvuliga bratt so tá tá kundi hann farið heilt oman á slætt og tað er niðri á stóra sandinum í Sandvík. Akkurát, hvønn veg, hann hevði farið, veldst so um, hvussu hallið lendin- um, er, men vandi er fyri, at hann kundi skrætt alla linjuna hjá SEV við sær. Men størsti vandi hevði sjálvandi verið, tá ið hann kom oman á vegin, tí var nakar fyri tá, høvdu tey ikki borið boð í bý. Fríggjadagin sprongdu fólk frá Landsverki steinin í túsund petti, so nú er hasin vandin avhasaður. Reiðarin avsannar bæði, at at teir eru seldir og arbeitt verður fyri at selja teir FISKIVINNA Áki Bertholdsen Eyðun Klakstein aki@sosialurin.fo – Vit hava ikki selt skipini og vit arbeiða heldur ikki við nakrari sølu. Helgi Augustinussen, reiðari í Vági, avsannar, av tvey av teimum heilt fáu skipunum, sum eru eftir í Vági, eru seld. Annars hava leysatíð- indini gingið sum róta- súpan um, at bæði Roc Amadour og Sancy eru seld. Ein keypari, sum hevur verið nevndur, er JFK-Trol í Klaksvík. Men í farnu viku av- sannaði Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol, at hald var í hesum. Tá eydnaðist ikki at fáa fatur á reiðaranum sjálvum, Helga August- inussen, men hann avsannar nú somuleiðis at bátarnir eru seldir. Hann sigur eisini, at tað verður ikki arbeitt við at selja teir. Rokkurin Fiskibann Annars liggur Roc Amadour í Vági i løtuni, tí hann hevur fiskibann. Tá ið hann avreiddi í Klaksvík, vístu stak- royndir, at ov nógvur smáfiskur var upp í lastini og tað kostaði honum fiskibann í tríggjar vikur. Hann hevur nú ligið í eina viku og skal sostatt liggja í tvær vikur afturat. Reiðarin heldur, at tað er nógv fyri at fáa fiski- bann fyri tað um teir royna at avreiða til eitt føroyskt virki og sostatt royna at varðveita ar- beiðið á føroyskum virkjum, men avreiddu teir uttanlands ístaðin, var onki hent. Rokkurin og Sancy verða verandi Vági Roc Amadour hevur fiskibann í løtuni og má liggja við bryggju í Vági í tvær vikur afturat. Annars avsannar reiðarin, at hann og Sancy eru seld Hesin risakletturin loysnaði úr einum hamara omanfyri tunnilsbrekkuna í Sandvík, men til alla lukku varð hann hangandi í spenni til ein elsteyra hjá SEV Ikki lukkuligt at fingið hendan á bólt Sóu Suðuroy úr erva Aftast frá vinstru er tað Óli Reynskorð, stýrimaður á tyrluni, Bjarki Jensen, tyrluskipari, Petur Müller, Rói Skaalum, Boas av Rana, og Sólrun Luid, lærari. Í miðraðnum frá vinstru standa Einar Hammer, Rógvi Kárason, Jónas Bech, Jákup Eli Mortensen og Finnur Nielsen. Í fremsta raði frá vinstru eru tað Tabita av Rana, Elin Müller, Sólja Jensen, Anna Mikkjalsdóttir, Judith Hansen og Silja Sørensen.