týsdagur 14. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 110 - 14. juni 2005
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku komu fá týdn-
ingarmikil lyklatøl. Tað
førdi við sær, at broytingar-
nar á marknaðunum ikki
vóru so stórar. Amerikanski
tjóðbankastjórin helt røðu,
har hann legði áherðslu á, at
amerikansi búskapurin ikki
er í vandi fyri at steðga upp,
og at tjóðbankin fer at halda
áfram við at hækka stuttu
rentuna. Undirskotið á am-
erikanska handilsjavnanum
var eitt vet minni enn vænt-
að. Hetta eru øll viðurskiftir,
ið eru við til at styrkja doll-
aran. Tað sær enn ljóst út hjá
dollaranum í mun til evruna,
kursurin er nú undir 1,21
fyri hvørja evru. Um markn-
aðirnir aftur seta sjóneyk-
una á gjaldsjavnahallið,
kann vend tó koma í.
Lánsbrævarenturnar
lækka enn
Lánsbrævarenturnar eru
lækkaðar nærum út í eitt
seinastu
3
mánaðirnar.
Danska 10-ára rentan er nú
3,10% og íleggjarar tykjast
enn
bjartskygdir
um
lánsbrøvini, so rentan kann
lækka enn meir.
Partabrøv hækka
Lækkandi oljuprísurin og
bjørtu búskaparútlitini í
USA stuðlaðu undir fram-
haldandi virðisøkingina á
partabrævamarknaðinum 6.
viku á rað. Á norrønu
marknaðunum stóð serliga
Statoil seg væl (+5,5%).
Eisini A.P. Møller-Mærsk
hækkaði heili 3,6% í farnu
viku, tá keypsboð teirra
uppá 17 milliardir DKK
fyri kappingarneytan P&O
Nedlloyd var kunngjørt.
Síðani reiðarin Fredriksen í
farnu viku keypti 48% av
partabrøvunum í Pan Fish
frá Nordea, er virðið á
partabrøvunum næstan tví-
faldað. Eftir stóru hækkan-
ina á partabrævamarkn-að-
inum er sannlíkindi økt
fyri, at íleggjarar kunnu
fara at staðfesta vinning
hesa vikuna og kann tað fáa
partabrøv at lækka.
Hesa vikuna
Hendan vikan verður týð-
andi fyri dollarakursin. Prís-
vøkstur og ídnaðarfram-
leiðsla í bæði USA og
Evropa verða kunngjørd,
umframt smásøla og gjalds-
javnahallið í USA. Um
prísvøksturin í USA verður
hægri enn væntað, styrkir
tað dollaran. Um gjalds-
javnahallið
hinvegin
er
størri enn væntað, viknar
dollarin. Marknaðirnir eru
tó sum heild bjartskygdir
um dollaran, og tað kann
styrkja hann enn meir.
Lyklatølini fara væntandi
eisini at ávirka partabrøv í
vikuni.
Dollarin styrknar
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
614,29
1,0%
Lánsbrøv í DKK
104,30
0,2%
JPY
5,65
0,1%
Evru Lánsbrøv
176,76
0,5%
GBP
1.113,22
0,8%
Norrøn Partabrøv
92,54
0,9%
NOK
94,90
0,8%
Altjóða Vøkstur
64,74
0,1%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,0%
3,2%
3,4%
3,6%
3,8%
26/02
29/03
29/04
30/05
30/06
840
860
880
900
920
26/02
29/03
29/04
30/05
30/06
Vika 24, 2005
www.kaupthing.fo
Nýtt yrkingasavn:
Gud og erotikkur
Alexander Kristian-
sen hevur givið út
nýggja yrkingar-
savnið Báðumegin
blátt, har Gud og
erotikkur eru sterku
drívmegirnar
YRKINGAR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Úr Fuglafirði er í mong ár
komin ein streymur av
dygdargóðum og fjølbroytt-
um skaldskapi. Høvundur-
in er Alexandur Kristian-
sen, sum ferðast heimkunn-
igur ímillum øll hugsandi
sløg av lyrikki. Hann týðir
klassiskar høvundar, ger
barnasangir og evnar skald-
skap til, sum er ímillum tað
dyggasta í okkara landi.
Báðumegin blátt leggur
fyri við "Kredo", har tað
verður sagt, at Guð er í øll-
um. Hann er í barndómsins
brekkum, í taranum, í flykr-
unum, í tambaðum seglum,
men niðurstøðan er kortini,
at hann er ein spegilsmynd
av okkum sjálvum. Síðani
kemur ein røð av kærleiks-
yrkingum við tølandi erot-
iskum lýsingum. Føði-
landsalskurin
vísir
seg
eisini, men hann finst ikki
bara í natúruni, men í
okkara lívi og er avgjørt
ikki av chauvinistiskum
slagi. Hugleiðingar verða
gjørdar um himmal og
helviti, og at tað er ilt at
velja ímillum, so man jørð-
in ikki vera tað frægasta?
Her rør høvundurin fram
undir
sjónarmið,
sum
minna um William Heine-
sen, ið eisini vildi vera við,
at tað mest undurfulla finst
her á fold.
Í savninum er eisini ein
vøkur kantata til heim-
bygdina rammað inn av
sonettum til deyðar høv-
undar og opinskáraðar erot-
iskar lýsingar, eisini kallað-
ar saftigar sonettir.
"Báðumegin blátt. Savn
við yrkingum" er eingin
svíkur í føroyskum bók-
mentum.
Alexandur Kristiansen:
Báðumegin blátt. Ment-
unargrunnur Studentafel-
agsins gav út. 119 bls. kr.
140.
Sic við nýggjari
manning og nýggjari
heimasíðu
Tungmálmsbólkurin
yvir allar føroyskar
tungmálmsbólkar,
Sic,hevur fingið
heimasíðu.Á bú-
staðnum www.enter-
sic.com liggur nýggja
heimið á netinum hjá
tungasta málmsbólk-
inum í Føroyum
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
Sic vóru eitt av teimum
nógvu jaligu upplivingun-
um í Prix Føroyum í ár.
Bólkurin fekk við sínum
orkumikla tónleiki allan
salin í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði at kóka, og
sjálvt um teir ikki komu
víðari í einum hørðum
umfari, høvdu teir sligið
navnið Sic fæst.
Bólkurin hevur síðan
prixið skift út í manning-
ini. Teir skriva á heimasíð-
uni, at síðan teir byrjaðu í
2002 til februar í ár, hendi
líti og einki annað enn
nakrar konsertir. Eingin
dokumentatión liggur eftir
frá hesum árunum. Teir
siga víðari, at tað var ikki
fyrr enn í februar, at Sic
fekk manningina, sum
bólkurin hevur uppiborðið.
Sangarin Mikkjal G.
Hansen og gittarleikarin
Eddie Jakobsen eru enn í
bólkinum. Farnir eru bass-
leikarin
Meinhard
og
trummuleikarin Kári, og
ístaðin eru tríggir mans
komnir, Frans Galán á gitt-
ar og sang, Magnus Han-
sen á trummum og sang og
Gudmar Hansen á bass.
Hetta eru spennandi av-
loysarar, Frans er kendur
úr nógvum av bólkunum á
Margarinfabrikki í Havn
eitt nú 48 pages og Fólka-
yvirlitið. Magnus spælir
trummir í Makrel, og hev-
ur fyrr sungið í Diatribes.
Gudmar Hansen hevur
sambært entersic.com eisi-
ni spælt í ymiskum bólk-
um, tó ikki nøkrum, sum
hava veruliga sligið í
gjøgnum.
Heimasíðan er annars
pen og fitt, men har er
ikki nógv tilfar enn, okk-
urt lítið tónleikabrot er, og
nakrar heilt fáar myndir,
men mest stuttligi partur-
in er vangamyndirnar av
limunum.