týsdagur 14. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
9
Føroyskur kalendari ferðast kring allan heimin
- Eg veit um, at sjálvt í
eini fjarskotnari bygd
í Australien hava fólk
sæð mín kalendara,
sigur 73 ára gamli
Jákup Andreas Arge,
sum nú er komin við
Myndakalendaranum
fyri komandi árið
KALENDARI
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Summargestur: Líka so
vist sum at ferðafólkini
koma higar um summarið,
kemur Myndakalendarin til
árið eftir út um somu tíð.
26. árið á rað hevur Ják-
up Andreas Arge aftur givið
út ein slíkan myndakalend-
ara fyri 2006, sum nú er at
fáa til keyps kring landið.
- Mær dámar altíð best at
vera í góðari tíð við hesum
kalendaranum. Men í ár var
eg kortini tveir mánaðir
seinni enn eg plagi.
- Eg haldi, tað er gott at
fáa kalendaran út um
summarið, tí tá selir hann
meiri, sigur 73 ára gamli
Jákup Andreas Arge við
Sosialin.
Í kalendaranum eru sjálv-
sagt 12 myndir úr Føroyum,
harav fleiri teirra eru for-
vitnisligar loftmyndir, sum
eru tiknar úr tyrluni hjá At-
lantsflog og úr lítla flog-
farinum hjá Hans Hansen,
flogskipara.
Kendur kalendari
Tað byrjaði sum ein roynd í
1980, men síðani tá er hes-
in myndakalendarin vorðin
fast innbúgv í mongum
heimum í Føroyum.
Tað eru tó ikki bert før-
oyingar, sum dáma henda
kalendaran, tí Jákup Andre-
as Arge veit um, at hesir
kalendarar eru at finna í
hópin av heimum í mong-
um londum, t.d. Íslandi,
USA og Russlandi.
- Eg fekk enntá at vita frá
nøkrum íslendingum, at teir
høvdu sæð mín kalendara í
Australien.
Teir
vóru
komnir inn í eitt heim í eini
fjarskotnari bygd, og mín
sann - har hekk so mín
kalendari eisini.
- Ja, er tað ikki ótrúligt?,
sigur hann.
Sjálvur hevur hann onga
frágreiðing um, hví hansara
kalendari verður so væl
móttikin av fólki.
- Kanska er tað tí, at fólk
kenna henda kalendaran
gjøgnum fleiri ár, sigur
Jákup Andreas Arge.
Góð motivir
Tá ein ger slíkan kalendara
er tað altíð ein spurningur,
hvørjar myndir ein skal
velja út.
Hesaferð hevur Jákup
Andreas Arge lagt stóran
dent á loftmyndir, har ein
sær meiri niðuryvir vøkru
oyggjar okkara úr flogari
og tyrlu.
Hann hevur verið á fleiri
túrum við tyrluni hjá At-
lantsflog, eins og við flog-
farinum hjá flogskiparan-
um, Hans Hansen. Og júst í
seinna førinum heldur hann
seg hava fingið mest burtur
úr.
- Eg havi havt eitt head-
sett á høvdinum, so at eg
kundi tosa við Hans um
hvar flúgvast skuldi, so eg
fekk tær allarbestu myndir-
nar. Soleiðis hava eg fingið
júst tað motivið, sum eg
ynskti mær, sigur hann.
Flestu myndirnar eru
tiknar í fjør, meðan ein er
tikin í ár. Ein av myndunum
er tó um 20 ára gomul, og
er tikin við fyri at vísa,
hvussu nógv er broytt á
Tvøroyri hesi árini.
- Vit eru sannførd
um, at rektarin á
Studentaskúlanum í
Hoydølum er farin
útum sínar heimildir,
við ætlan síni at nið-
urleggja okkara flokk.
Vit eru eisini sann-
førd um, at rektarin
ikki hevur fylgt teim-
um mannagongdum
sum eru ásettar fyri
skúlan, siga næming-
arnar í flokkinum 2.
A. Hesin flokkurin
hevur higartil verið
ein, men sum eftir
summarfrítíðina helst
verður býttur sundur
í tríggjar flokkar. Nú
hava næmingarnir
kært avgerðina til
mentamálaráðharran
SKÚLAMÁL
Snorri Brend
Hoydalar: Fyri næmingar-
nar í 2. A er eingin ivi um,
at alt er ikki farið nóg greitt
fram í málinum, tá avgerð
varð tikin um at syndra
teirra flokk.
Tey siga beinleiðis, at av-
gerðin
hjá
rektaranum
manglar
nøktandi
og
kravdar grundgevingar, og
at allar mannagongdir, m.a.
í fyrisitingarlógini ikki eru
fylgdar.
Sum eitt av kærupunkt-
unum vísa teira á, at rekt-
arin ikki hevur fylgt øllum
ásetingum um skrivliga at
boða
næmingunum
frá
avgerðini, og at rektarin
ikki hevur loyvi at flyta
málsligar næmingar í ein
matematiskan flokk.
- Avgerð rektarans byggir
ikki á nakran hátt á atlit at
næmingunum,
hvørki
námsfrøðiliga ella á annan
hátt, men er einans grundað
á, at loypa uppum harðin
har hann er lægstur, sigur
næmingarnir í kæru síni.
Kæran er seks A4-síður
til støddar við samandrátti
og við ávísingum til ein
mannagongd, sum ikki heilt
er í tráð við galdandi lógir
fyri virksemið kring ein
studentaskúla av slíkum
slagi.
Tað hevur skund fyri
næmingarnar at fáa øll við-
urskiftini uppá pláss, í
øllum førum áðrenn summ-
arfrítíðin byrjar og áðrenn
næsta skúlaár skal byrja.
Eitt annað mál, sum held-
ur ikki er loyst, er hvussu
flokkurin skal býtast sund-
ur. Tann spurningurin er
eisini ósvaraður í skrivandi
løtu.
Ásetingar ikki fylgdar
Í teirri grundigu kæruni
vísa næmingarnir á lógir og
greinar innan skúlans virki,
og vísa m.a. til nakrar av
grundgevingunum hjá rekt-
aranum fyri hesi loysnini -
grundgevingar, sum næm-
ingarnir ikki eru samdir í.
Teir vísa eisini til Lær-
araráðið, sum - eftir teirra
metan - ikki hevur havt
hetta málið til ummæli sum
lógin ásetur. Sama støðan
er, tá talan er um lærara-
fundin, sum heldur ikki
hevur havt hesa avgerðin til
ummælis, og heldur ikki
Næmingaráðið við skúlan.
Út frá punktunum í kæruni
og grundgevingunum í
ymiskum
løgtingslógum
eru næmingarnir tí sann-
førdir um, at rektarin er
farin út um sínar heimildir.
Næmingarnir eru tí sera
misnøgdir við framferðina í
hesum málinum, og ynskja
tí svar uppá kæruna og eina
lýsing av øllum málinum
sum skjótast. Og hetta
hevur veruliga skund, tí
síðsti skúladagur í hesum
skúlaárinum er beint fyri
framman.
At enda í kæruni siga
næmingarnir, at teir ikki
enn hava tikið avgerð um at
kæra manglandi innlit í
skjøl v.m. í málinum, frá
rektaranum og frá menta-
málaráðnum. Ein slík kæra
kundi verðið send til løg-
mann ella løgtingssins um-
boðsmann.
- Avgerð um hetta verður
tikin so skjótt svar er komið
uppá hesa kæru, men tó
seinast 20. juni í ár, siga
næmingarnir at enda í kær-
uni til Jógvan á Lakjuni.
900 undirskriftir
Eftir at hava gingið í sama
flokki í samfull tvey ár, var
avgerð nú tikin um, at 2. A
í Studentaskúlanum skuld
býtast sundur í tríggjar aðr-
ar flokkar. Onkur teirra
varð enntá noyddur at fara í
ein matematiskan flokk.
Hetta góðtóku tey ikki,
men fóru beinanvegin undir
at savna inn undirskriftir,
og eftir fáum døgum høvdu
tey fingið um 900 undir-
skriftir frá lesandi og van-
ligum fólki móti sparingum
í miðnámsskúlunum.
Tey kravdu eisini at fáa
alment innlit í alt sam-
skiftið í hesum máli, men tá
vit seinast frættu frá teim-
um, var einki svar komið til
teirra, hóast slík mál hava
eina ásetta tíðarfreist. At
henda ásetingin ikki varð
fylgd, hevur tí fingið næm-
ingarnar at taka enn eitt
stig.
Hóast tey øll sum ein eru
bundin at royndum í hesum
mánaðinum, hava tey sett
fram eina kæru til Jógvan á
Lakjuni,
mentamálaráð-
harra um ætlaðu niðurlegg-
ingina. Tað er hann sum
hevur ovastu ábyrgdina av
undirvísingarmálum, og tí
er kæran stílað til hansara.
- Uttan konuna, Solveig, so hevði ikki nógv komið burturúr. Hon hevur skil á roknskapinum og
øllum tí, og soleiðis fá eg møguleika at hugsa bert um myndirnar og hvussu eg seti kalendaran
upp, sigur Jákup Andreas Arge, sum er avmyndaður saman við konuni, Solveig
Mynd: Álvur Haraldsen
- Eingin heimild at syndra flokkin
Hvat víðari hendir í
málinum er ilt at siga.
Men vit fara at fylgja
málinum upp í komandi
tíðum.
Næmingarnir í 2. A í Hoy-
dølum er ikki enn komnir á
mál í stríðnum fyri at varð-
veita flokkin sum ein flokk
tað seinasta árið í Hoydøl-
um. Trupult er at fáa svar frá
myndugleikunum, og tí er nú
ein kæra send mentamála-
ráðharranum