týsdagur 14. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 110 - 14. juni 2005
Fyrsta fremmanda ferðamannaskipið kom á Havnina í farnu
viku. Tað plagar at vera tekin um, at summarið er komið. Tó
at tað hevur verið kalligt og norðanætt, so hava hesir seinastu
dagarnar kortini verið sólríkir og hava boðað frá sumrinum.
Hóast veðrið kortini kenst svikaligt og lítið summarsligt alla
staðni, so verður tó riggað til enn eitt ferðafólkasummar.
Bæði loftvegis og sjóvegis koma mong ferðafólk til landið.
Atlantsflog og Smyril Line gera sítt ítarsta til at flyta fólk
millum lond. Hotel og gistingarhús kring landið lata upp
dyrnar fyri teimum fremmandu, sum so aftur eru ein partur av
gerandismyndini komandi mánaðirnar. Ein hugaligur partur,
tí tað er altíð gott og sunt at fáa vitjan av fremmandafølki. At
kunna gleða tey men eisini at kunna fáa íblástur frá teimum.
At hesi so eisini eru við til at fylla karmarnar út í okkara bú-
skapi, sum ein partur av ferðavinnuni, er positivt og gott. Her
royna so myndugleikar og privat at gera sítt til, at fremmandu
gestirnir skullu kenna seg væl og verða væl móttiknir.
Ferðaráð Føroya ger eitt stórt arbejði saman við kommunal-
um myndugleikum og privatu vinnuni. Ikki bert fyri útlend-
ingar men eisini fyri føroyingar sjálvar, sum vilja ferðast í
egnum landi. Hjálpa okkum at lata eyguni upp fyri, hvussu
einastandandi vakurt og friðsælt okkara egna land er. So løgið
tað ljóðar, so eru tað mangir føroyingar, sum als ikki hava
upplivað sítt egna land. Ja, fær út og spyr, hvussu mong hava
verið í Mykinesi, Fugloy ella fyri tað í Suðuroy! Og tú vil
gerast sera sera bilsin av svarinum. Tað er nevniliga so, at sera
mong av okkum kenna ikki okkara egna land og harvið heldur
ikki týðandi partar av okkara søgu og mentan.
Og tað er so eisini hetta, sum ferðavinnan og myndugleikar
vilja bøta um við eitt nú lýsingum í bløðunum og faldarum av
ymsum slag. Vit síggja í hesum døgum m.a., at tað verður lýst
við at ferðast í Sandoy og Skúvoy. Og har uppliva part av
gomlu søgu okkara, í Sandoynni at hoyra um og síggja vík-
ingabústaðir og í Skúvoy um ein part av okkara elstu søgu
okkara.
Tað er hugaligt at siggja fremmandu ferðafólkini í gøtunum
og í náttúruni. Og tað er enn meira hugaligt at síggja føroy-
ingar sjálvar geva sær fær um sítt egna vakra land. Og tað er
greitt, at ein fortreyt fyri at hetta letur seg gera er gott sam-
band millum oyggjar og búpláss. Vit hava so eisini upplivað
eina sera hepna gongd í so máta, har vegir, berghol og nú eis-
ini undirsjóvartunlar knýta landið saman á ein hátt, at tað er
lagamanni hjá bæði fremmandum ferðafølki og okkum sjálv-
um at ferðast millum oyggjarnar. Nú um dagarnar kom heim
ein skjóttsiglandi og vakur ferðamannabátur til Vestmanna,
sum skal vera enn eitt klípi í einum betri flutningi og vera við
at at byggja brýr millum ymsu oftani ótilgongiligu partarnar
av landinum. Vælkomin nýggja Silja.
Lat okkum vóna, at vit fáa eitt gott summar. Og lat okkum
geva øllum teimum, sum hava gjørt og gera sítt til at fáa út-
lendingar eins og føroyingar at vitja vøkru og stoltu oyggjar
okkara eitt herðaklapp. Og kann hetta vera við til at menna
ein part av búskapinum, so kann tað ikki verða betri heldur.
Gott summar øll somul. Og eisini tykkum, sum leggja leiðina
í Vágsbotn.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Síggið Føroya land
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Prestastarvið í Dómkirkjuni
Thomas J. Askham
Tað er ein lítið heiðurlig
viðgerð og viðferð sum
tann ungi presturin Fonsdal
hevur fingið frá teimum,
sum sita á ovastu rók í
fólkakirkjuni.
Sum skilst so koyra próst
Bæk og biskop Joensen
parleyp fyri at diskvalifis-
era henda unga og vælum-
tókta prest frá starvinum.
Hevði tað nú verið so at
Fonsdal lanseraði nøkur
heilt spildirnýggj sjónar-
mið, um kvinnuligar prestar
og um uppafturgiftu spurn-
ingin, so kundi ein skilt at
farið var móti manninum
sum gjørt verður.
Persónliga
kendi
og
minnist eg prestar, sum
høvdu sama sjónarmið sum
Fonsdal, hesir prestar fingu
frið at virka sum prestar í
kirkjuni, eisini í tí gomlu
havnar kirkju – nú dóm-
kirkjuni.
Í hesum skammiliga og
lítið tignarliga máli týður
alt uppá, at biskop Joensen
hevur ein alvorligan leið-
aratrupulleika, hann letur
seg draga í maneguni av
nøkrum makt søknum per-
sónum.
Fyri at vísa eitt slag av
myndugleika (autoriteti) so
leggur hann á har garðurin
er lægstur og fær danir at
hjálpa sær at taka livibreyði
frá familjuni Fonsdal.
Vit kunnu bert ásanna, og
staðfesta at tey mongu árini
vit høvdu Jákup Joensen og
Eivind Vilhelm sála sum
bispar, valdaði ikki so nógv
misnøgd í kirkjuni.
Teir høvdu tey evnini at
kunna tosa seg til sættis um
eitt hvørt tók seg upp.
Tað varð ein líka so
blandaður skari av prestum,
sum vit hava tað í dag, ein
skari sum er so rúkandi
ósamdur
um
bíbilskar
spurningar og hvussu teir
skulu skiljast og útleggjast,
tó atlíkavæl eydnaðist tað
at halda hesum spenning-
um innanveggja. Jú, Joen-
sen og Vilhelm kundu og
dugdu hetta at umgangast
fólk.
Tann blandaði skarin av
prestum vit hava í dag er
ikki minni ósamdir í bíb-
ilskum spurningum, um ein
ikki sjálvur lesur í orðinum,
men bert letur seg leiða av
tí ein fær boða, so verður
ein skjótt bæði ørkymlaður
og forvirraður.
Tí er spurningurin, hví
skal Fonsdal ofrast?
Er tað tí hann hevur eina
sjálvstøðuga meining um
kvinnuligar prestar og um
uppgiftuspurningin?
Ella er tað tí hann tekur
Guds orð sum tað er?
Tað
mugu
vera
tey
fægstu, sum keypa hasa, at
ongir pengar eru til starvið,
eitt navn má barnið hava.
Um so er at peningur trýtur,
so má kirkjan sum stovnur
royna at finna hvar kunna
vit spara og hvar kunna fáa
hesar pengar, tað eru allir
aðrar stovnar her í land-
inum noyddir at finna út av.
Hvat við at hyggja uppá
konti um viðlíkahald av
havaarbeiði við prestagarð-
ar, har hevði óivað verið
nakrar krónur at heinta.
Kirkjuráðið í
Dómkirkjuni
Vit hoyra ikki eitt pip frá
kirkjuráðnum í fjølmiðl-
unum, eru tit sett heilt út á
eitt síðuspor?
Kunnu tit góðtaka at tann
presturin tit sjálvi vildu
hava og sum tit valdu til
kirkjuna er bara fjernaður
vegna maktgirnd.
Hava tit sum kirkjuráð
gjørt eina kanning millum
konfirmantar og foreldur
teirra, hvat siga tey, at ann-
ar prestur tekur yvir.
Møguliga er tað ikki
tykkara uppgáva, tað vildi
givið tykkum eina mynd av
hvat brúkarin av kirkjuni
hevði at siga.
Tað eru foreldur sum
hava verið sera, sera fegin
um tað tíðina sum børn
teirra hava gingið til hjá
Fonsdal, hann hevur megn-
að at fáa børnini at interess-
era seg meira fyri tí anda-
liga, tað vóru tey foreldur,
sum ynsktu at tað var Fons-
dal, sum fermdi (konfirm-
eraði) børn teirra, nú er so
tann gleðin tikin frá teim-
um vegna maktsøkni.
Nú má tíðin vera komin
hvar kirkjuráðið, um tað
hevur nakran myndugleika
ruddar upp í dómkirkjuni
og fær tingini uppá pláss.
Nú er tað óivað onkur,
sum hevur reist seg úr sæti,
og spyr hvat billar hann sær
inn at blanda seg uppí hett-
ar, hann gongur ikki í
dómkirkjuna.
að er púra rætt eg gangi
ikki í dómkirkjuna, eg vil
gera brúk av mínum demo-
kratiska rætti og sum limur
í tí føroysku fólkakirkjuni
og sum gjaldari av kirkju-
skatti, vil eg luttaka í deb-
attum sum hava mín áhuga
innan fólkakirkjuna.
Mín áheitan til kirkjuráð-
ið í dómkirkjuni, berið so í
bandi, at uppsøgnin av
Fonsdal verður innaftur
drigin, so maðurin kann
halda áfram um hann
ynskir tað.
Ein seinasti
spurningur
Eg vil venda mær til tín
Fonsdal við einum spurn-
ingi?
Var tú vitandi um tey við-
urskiftir, sum vórðu í dóm-
kirkjuni, um kvinnuprestin
og støðuna hjá próst Bæk?
Kanst tú greina hettar
fyri okkum.