Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 14. juni 2005 11 VIÐMERKINGAR IRF - eitt reinari umhvørvi - er tað tað vit vilja? Regin Jacobsen, nevndarformaður í IRF Eg vil heita á landsins mynduleikar - og politisku flokkarnar - at vísa í verki, at teir taka undir við ar- beiðnum hjá IRF at fáa og halda eitt reint og gott umhvørvi í øllum oyggjum í Føroyum. Flestu fólk hugsa ikki stórvegis um ruskið tá tað er farið í ruskposan. Ruskið verður jú heintað regluliga, og so er ikki meira hóva- sták av tí. Verður ruskið hinvegin ikki heintað, so ganga ikki nógvir dagar fyrr enn røring kemur í. Seinastu mongu árini er meira fokus sett á - um- hvørvið, - náttúru, - grøn økir og - trivnaði annars. Í hesi gongdini er altav-ger- andi at hava skipanir til at taka hánd um burturkast av alskins slag. Í 1989 varð brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík tikin í nýtslu. Hetta var eitt tiltak, sum føroysku komm- unurnar vóru felags um, tó undandikið Havnina, sum valdi sína egnu loysn. Tað er einki at yvast í, at IRF er størsta umhvørvisátak í Føroyum higartil. Í endamálsgreinini í við- tøkunum fyri IRF stendur: Felagsins endamál er: • at virka fyri at burtur- kast og annað órudd verður beint burtur, so dálking av umhvørvi heldur uppat • at løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúru- friðing og løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd verða hildnar, og um gjørligt, at fáa framleiðslu í lag í samband við frammanfyri nevnda endamál. IRF heintar sum kunnugt burturkast frá húskjum, bingjuplássum og virkjum í limakommunum. Ruskið verður skilt í fleiri bólkar: - tað sum kann brenna - pappír og papp - lívrunnið burturkast - jarn - elektr- oniskir lutir - vandamikið burturkast - spillolju og - rottangaevju. Hetta verður gjørt eftir eini solidariskari skipan, har allar kommunur í Før- oyum deila kostnaðin sína- millum og gjalda eftir tali av íbúgvum í einstøku kommununum. Tað er eyðsæð at kostn- aðurin, bæði at gera íløgur í innsavningarskipanir og rakstur annars er høgur, tá talan er um innsavning og flutning av ruski ímillum smábygdir og smáar oyggj- ar, sum talan í stóran mun er um í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at kostnaðurin at heinta rottangaevju í einari av lítlu oyggjunum er hægri enn árliga gjaldið, sum oyggin skal gjalda fyri alla tæn- astuna (bæði fyri rusk og rottangatøming) frá IRF fyri eitt ár. Sum annað dømi kann nevnast, at IRF árliga rind- ar góðar 2 mió kr í flutn- ingskostnaði av at flyta ruskið millum oyggjarnar. Harafturat kann nevnast, at tað er kostnaðarmikið bæði í útgerð og rakstri, at savna rusk saman í smáplássum. Sum kunnugt, hevur brennistøðin nýliga fingið umhvørvisgóðkenning. Drúgv viðgerð hevur verið av hesi umhvørvisgóð- kenning. Krøvini sum eru ásett viðføra, at brennistøð- in skal gjalda eina árliga eyka umhvørvisútreiðslu á umleið 3 mió kr ella uml. 100 kr/íbúgva/ár. Tá IRF byrjaði, varð gjaldið fyri hvønn borgara áleið 700 kr árliga. Fyri árið 2006 verður gjaldið 1.230 kr árliga fyri hvønn borgara. Eftir 5 ára fíggjar- ætlanini hjá IRF, kemur gjaldið at hækka upp til umleið 1.630 kr árliga írokna rottangagjald til tess at fáa raksturin at hanga saman. Hóast alt hetta, so er láni- byrðan hjá IRF alt ov stór. Framvegis er skuldin 71 mió kr sum er nógv, tá hugsa verður um, at brenni- støðin eftirhándini nærkast 20 árum. Hóast støðin er væl viðlíkahildin, kann ikki síggjast burturfrá, at um nøkur ár skal fitt av peningi til fyri at dagføra brenni- støðina. IRF hevur í hesum sam- bandi havt fund við Inn- lendismálaráðharran tann 10.05.2004 og Fíggjar- málaráðharran tann 07.06.2004 um, at lands- kassalánið ella partar av tí, sum IRF hevur frá Lands- stýrinum verður avskrivað. IRF vónaði, at Føroya Landsstýri, eins og við Fjarhitafelagnum, vildi finna eina loysn og av- skriva alt lánið ella partar av tí; men framvegis er eingin støða tikin til hetta. Tá kostnaðurin til ren- ovatión í smákommunum í Føroyum fer uppá 10-15% av skattaálýkningini (sam- anborið við uml. 3% í Tórshavnar kommunu), kann hugsast at øll skipanin fær trupulleikar. Eg fari at mæla til, at samfelagið framvegis gongur á umhvørvisleið - samfelagi og borgarum til gagns. Tó fari eg at heita á landsins mynduleikar og politisku flokkarnar at vísa í verki, at teir taka undir við arbeiðnum hjá IRF at fáa og halda eitt reint og gott umhvørvi í øllum oyggjum í Føroyum. Heystsvita TÍÐINDASKRIV Mánadagin 13. juni 2005 kl. 15.00 letur upp ein framsýning í Gallarí Riberhúsi í Fuglafirði við fotomyndum hjá Olav Schneider. Sýningin ber heitið: »Heystsuita« – ein søga um slakt – ein søga um børnini. Heystsuita Lívsins andadráttur ættarinnar andadráttur Børnini speglingin av tí farna og tí komandi Brúgvin Lat tey glógvandi eygu leiða okkum inn í núið hygg við teirra eygum síggj við teirra eygum Hvat síggja tey? Hvussu síggja tey? Minnist tú? Minnist tú myrkrið? Heystið? Guvan í kjallararúmi vásaklæddir menn, sum biðja tey smáu bíða uttanfyri, meðan svævað verður. Blóðið! Sveitin! Dreymurin, dampandi blóð. Barnið, sum við alspentum sonsum fylgir hvørji rørslu meðan urheimur fullur av vitan letur seg upp. Vitan um lív og ósvitaligan deyða og mammubeiggin við skálkabrosi: »Tí hvør av øðrum liva má…« Soleiðis skal lítlin læra lívsins treytir. Í spølni og kæti og djúpum álvara – eygleiða tey vaksnu gera sum tey vaksnu. (Brot úr yrking eftir Sonju Schneider) Heystsuita er ein søga um slakt; men hon er fyrst og fremst ein søga um børn- ini. Hvat síggja barna- eygu? Hvat uppliva børn- ini? Hvussu luttaka tey í hesum serliga universi, sum eitur slakt? Hvussu hava tey tað saman við teimum vaksnu? – Í Kaldbak verða tey tíðliga tikin upp í arbeiðið við slaktinum. Á sýningini eru 48 svart/hvítar fotomyndir. Myndirnar eru tiknar í Kaldbak, Kaldbaksbotni og á Sundi í tíðarskeiðn- um 2001-2004. Sýningin er í Ribarhúsi til 29. juni 2005. Seinni í summar verður hon at síggja í Havn og í Klaks- vík. Asta Lydersen, Klaksvík Av tí at tað nú er so nógv frammi um pedagogút- búgvingina í Føroyum, hevur undirritaða hug at koma uppí kjakið við hesum innleggi, sum varð skrivað tá Pedagogblaðið nr. 1 – apríl 2005 kom út: Aftaná at hava lisið í seinasta »Pedagogblaðið« um, hvussu nógvir peda- gogar enn restar í áðrenn tørvurin, úti á ymsu stovn- unum er nøktaður, kundi eg hugsað mær at komið við nøkrum tonkum hesum viðvíkjandi. Ein útbúgvingarmøgu- leiki, sum ikki hevði verið eins kostnaðarmikil, sum at seta ein pedagogflokk á stovn afturat, kundi verið: At farið niður í hálva tíð á arbeiðsplássinum, fingið restina av lønini sum SU líknandi stuðul ella við lagaligum láni, meðan við- komandi var fjarlesandi frá Pedagogskúlanum í Havn. Kundi so verið innkallaður á skúlan ein til tveir dagar um mánaðin, kanska annan hvønn mánað, (meðan hinir næmingarnir eru heima vegna uppgávur). Gjøgnum telduna kann ein allatíðina vera í sam- band við ein vegleiðara frá skúlanum. Hesin mátin kundi fyrst og fremst verið fyri tey »eldru« hjálparfólkini, sum í fleiri ár hava arbeitt á stovnunum í Føroyum. Hava familju o.a. sum ger tað vónleyst hjá teimum, eisini um tey skuldu slopp- ið gjøgnum nálareygað, at sloppið inn á Pedagogskúl- an í Havn, at flyta ella at skula ferðast til Havnar hvønn dag. Tað kunnu verða nógv ymisk viðurskifti, sum gera at hjálparfólkini, hóast stóran áhuga og gott hegni, geva upp og tískil ongantíð fáa útbúgvingina tey kundu hugsað sær. Sum nevnt valdu tey kanska at fáa sær familju fyrst, kanska var einasti møguleikin tá at fara til Danmarkar at lesa, og so gekk tíðin… Síðani kom Pedagogskú- lin í Havn, men nógv ov fáir næmingar sleppa inn. Fyri hesi fólkini hevði fjarlestur verið svarið. Latið tey ungu, sum orka at ferðast til Havnar hvønn dag ella lættliga kunnu flyta til Havnar eina tíð, eiga møguleikan at sleppa á Pedagogskúlan, fyri tey er sosiala samveran á skúl- anum av stórum týdningi og mennir tey nógv. Mítt egna bakland fyri at skriva um hetta málið er, at eg sjálv eri pedagogur. Ein av teimum »gomlu« frá 1969. Útbúgvingin fór fram á Jysk Børnehaveseminari- um í Aarhus, men eg havi arbeitt øll árini í Føroyum. Havi starvast saman við nógvum hjálparfólkum, sum vóru vælegnað til ped- agogar, men sum ikki sóu sær nakran møguleika fyri at fara at lesa. Eg havi eisini sæð tær sum fluttu nógv mørk og fóru at lesa, við hjálp og stuðuli frá teirra nærmastu. Ofta havi eg hoyrt sagt, aftaná lokna útbúgving· »Eg hevði ikki trúð at eg fór at broytast so nógv!« Tá eg sjálv byrjaði í Før- oyum, varð ofta spurt. »Hví skal man læra at ansa børn- um? Kunnu øll ikki tað?« Jú, sjálvsagt ansa øll foreldur sínum børnum, útfrá tí tey meta er best fyri júst teirra barni. Men vit, sum skulu ansa nógvum ymiskum børnum, við ym- iskum fyritreytum, mugu læra um barnasinnið, um hvussu stórt árin, ymiskt vit koma út fyri í lívinum, hevur á tann einkulta. Tey seinastu árini, havi eg havt næmingar, sum hó- ast »eldri« eru farin undir fjarlestur við tilknýti til eitt danskt seminarium. Hetta vísir satt árræði og má eg bara taka hattin av fyri hes- um næmingum. Teir gera ein stóran innsats fyri at fáa ynskidreymin uppfyltan! Tó vildi eg ynskt, teirra vegna, at útbúgvingin kundi farið fram, við til- knýti til føroyskt seminari- um, tí tað er her teir ætla at arbeiða. Føroyar hava síni egnu viðurskifti, og sínar egnu lógir. Tað hevði verið gott um øll hjálparfólkini á ymsu stovnunum í Føroyum, høvdu sæð sín møguleika í tí, at fjarlestur frá Føroya Pedagogskúla, var teirra loysn! At fáa bjóðað ymisk skeið, kann vera mikið gott, men at kunna standa við einum prógvi, aftaná lokna útbúgving, tað er tað sum gevur sjálvsálit! Pedagogútbúgvingin anno 2005 Setrið Sjúrður Hansen exam.art. í føroyskum Setrið fyllir 40 og vit hava ein universitetsbý sum eitur Keypmannahavn og onnur útlendsk staðar- nøvn. Outsidermentan av ringasta slag at læra føroy- ingar at orða seg og hugsa intellektuelt. Einaferð sat eg til próv- tøku á setrinum í móður- málinum. Hetta var fysti føroyingur sum fór inn til grøna borðið í sínum egna landi, sínum egna lærda háskúla og í egna móður- máli sínum. Síðani er nógv vatn runnið í ánna og hópur av fólki hevur bæði ársnám, cand. phil. og meira í føroyskum. Men skuldi føroyskt á Setrinum ikki heldur fylgt lítla ???? eisini fylgt tí intellektuella allan veg- in á ferð sínari úti í heimi.