týsdagur 14. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 110 - 14. juni 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. juni. Rufinus, deyður umleið ár 300. Rómverskur hermaður, sum saman við
øðrum varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
Nú eru tað teir, sum sóu
heimin í roykinum eftir
seinna
veraldarbardaga,
sum fara um tey seksti.
Fjúrtanda juni er tað so
Johan Heri, sum er í hesi
rekkju. Mamma og Alvilda
hjá Bakka Pól høvdu sama
føðingardag. Sama dag,
sum hesin sveinur sá dags-
ins ljós fyri seksti árum
síðani, vóru tær báðar í
senn á Sandteignum og
keyptu mjólk og fingu at
vita, at Herborg – mamma
Johan Hera, hevði fingið
son.
»Tað var væl ætlað av
Herborg og Johan, at hann
skuldi koma í heimin
okkara føðingardag,« segði
Alvilda.
Alvilda var av Hellunum,
Johanna (móðir), var úr
Ansastovu í Oyndarfirðir
og Herborg var úr Heiriks-
stovu í somu bygd. Heiriks-
stova og Ansastova er ein
lon. Eg haldi hesar kvinnur
vóru rættiliga orðaríkar og
komu úr sama jørðildi.
Móðir og Herborg vóru trí-
menningar og vaksnar upp
undir eins viðurskiftum.
Faðir Johan Hera, Johan,
var av Toftagarði. Faðir
hansara, Jens Elias, var
systkinabarn abba, Thomas
Johan, sostatt vóru pápi og
Johan eisini trímenningar.
Vert er at nevna at Alvilda
og pápi vóru systkinabørn.
Thomas Johan, abbi, og
Jákup Cederius á Hellin-
um, faðir Alvildu, vóru
brøður. Her var næstan alt
eitt skegg.
Ofta er tað so við fólki,
sum koma av smáplássum,
at tey hava rámligt mál.
Herluf sáli segði altíð um
oyndfirðingar, at teir karr-
aðu. Eg veit ikki, um hetta
var(er) rætt. Eitt veit eg, at
myndamálið var tiltikið,
um so eitt lítið karr var
uppí, gjørdist tað ikki verri.
Hetta var eitt sindur um
ættina, so Johan Heri og
greinskrivarin
eru
ikki
tjúgunda fólk úr ætt.
Havi arbeitt saman við
manninum í eini 25 ár, og
skal hann fáa frá mær, at
hann er stak lagaligur og
hjálpsamur í sínum yrki, at
okkurt nos hevur verið, lata
vit fara aftur við borðinum.
Soleiðis vil tað altíð vera.
Hansara yrki sum lærari er
at undirvísa í lívfrøði og at
vera KT- vørður. Hetta
nýggja við telduni, tók
hann til sín sum sítt einkar-
barn. Vit aðrir stóðu við
borðsendan og mungaðu
eftir hesum nýggja, men
dugdu ikki at trýsta á
knøttarnar, og vóru bangnir
fyri, tá ið trýst varð á ein
knøtt, so kundi tað kanska
henda at einir tríggir, fýra
fóru niður í senn. Ein dag
lætnaði fyri bróstinum, tá
ið Johan Heri hevði skeið
við okkum, og tú fekst tað
lítla KT-koyrikortið fyri
smærri teldur. Signar á
Brúnni var tá landsstýris-
maður í skúlamálum, og
kom hann á skúlan og
handaði greinskrivarinum,
Svend Petersen, Kristin
Poulsen, Jógvan Ólason,
sála, og Dánjal Vang KT-
koyrikortið. Allir eru føddir
undir øðrum veraldarbar-
daga - eitt krígsfabrikat,
sum ikki er so galið. Nú
klára vit at trýsta á ein
knøtt og eitt tal og ein bók-
stavur kemur upp. Hetta er
eitt stórt framstig fyri okk-
um, sum ikki hava KT-ina í
kjøtinum borið.
Jóhan Heri gongur okk-
um »gomlu lærarum til
handa«, tá ið nýggjar ikonir
á telduni skulu lata upp fyri
onkrum
forvitnisligum.
Hann sigur altíð við okk-
um: »Tit skulu ikki gloypa
øllum beinanvegin, men
smáar bitar í senn!« Hetta
er góð pedagogik fyri okk-
um, sum nú við einum
fingri fáa knøttarnar at
dansa og smáu ikonirnar á
skýggjanum at brosa. Ja, er
tað ikki løgið, at vit, sum
eru bornir í heim undir
krígnum, skuldu uppliva
slíkt og ein seksti ára gamal
maður skal vera okkara
stuðilpedagogur? Hetta er
óført.
Síðsta ár høvdu vit eitt
megnar tiltak á Varmakeldu
í list, drama, tónleiki og
skaldskapi. Johan Heri tók
og ruddaði nesti hjá sær, so
Eyðun Eliasen og Rúni
Abrahamsen,
arkitektar,
kundu gera eina installatión
í nestinum. Hetta var
vakurt gjørt av Johan Hera.
Hetta var ein søgulig
hending, sum fór fram í
menningini av listini á
staðnum. Málningafram-
sýningin á Varmakeldu
hevði 35 ár á baki. Spell at
fjøllmiðlarnir ikki vóru á
Varmakeldu og upplivdu
hesa glóð, sum var í bygd-
ini hesar dagar, so Føroya
fólk fingu dastið av hesum
døgum í sína sál.
Nú eru mangir av teim-
um, sum vóru á foldum fyri
tríatifimm árum síðani og
stillaðu út á Varmakeldu,
undir moldum. Men hvat
høvdu teir sagt, um teir
fingu eina myndlistaliga
uppliving í einum nesti
Niðri í Støð hjá Johan
Hera? Er tað ikki ótrúligt!
Ja, listin er stórbar og
skaldakend, at hon eisini
kann rúmast í einum nesti,
er bara eitt annað listaligt
rensl, ið gevur listini aðra
skygging og aðra gongd.
Hjartaliga til lukku við
teimum seksti.
Frits, skyldmaður
Ávíkavist 28. mai og 11.
juni blivu Kristina og Per
Jacobsen í Havn 60 ár.
Kristina er uppvaksin á
Hellunum saman við fimm
syskjum. Foreldur hennara
vóru Helga og Símun
Johannesen.
Sum ung fór Kristina til
Havnar at tæna. Í tveimum
umførum arbeitti hon í
Føroyingahavnini í Grøn-
landi. Seinri arbeiddi hon
eisini hjá tannlækna og í
barnagarði. Í mong ár
hevur hon havt vaski-
arbeiði, men hennara høv-
uðsyrki hevur verið innan
handil, og starvast hon í
dag í Dadduni.
Per
er
uppvaksin
í
Norðragøtu og er yngstur
av 13 syskjum. Foreldrini
vóru Sunnuvá og Eliesar
Jacobsen.
Eftir realskúlan fór Per
til Havnar, har hann hevði
nøkur fyrifallandi arbeiði,
áðrenn hann sum 18 ára gamal fór í læru
hjá Føroya Sparikassa. Har røkti hann í
mong ár álitisstørv sum kassameistari og
marknaðarleiðari. Í hesum høpi hevur
hann verið ein hollur stuðul hjá ítróttinum
og listini. Av hesum grundum er hann fyri
mongum kendur sum »Per í Sparikassan-
um«. Tey síðstu fimm árini hevur hann
verið marknaðarleiðari í Suðuroyar Spari-
kassa.
Í frítíðini hevur Per verið virkin innan
nógvar nevndir í kirkjuarbeiði, m.a. í fel-
agnum fyri kirkjuráðslimir. Eisini sat hann
sum kirkjuráðslimur í Dómkirkjuni í 16 ár,
harav tey 8 sum formaður. Hann er eisini í
nevndini fyri Føroya Barnaheim.
Kristina og Per eru eisini virkin innan
arbeiði í Meinigheitshúsinum í Havn. Har
tey hava røkt og røkja álitisuppgávur, sum
t.d. nevndar- og kórarbeiði og urguspæl.
Kristina er í hesum høpi virkin innan vaski
og køksarbeiði. Har afturat gevur hon eina
hjálpandi hond á Blákross caféini.
Kristina og Per giftust í 1970 í Slotskir-
ken í Hillerød. Saman hava tey tríggjar
synir, og nú eisini 4 ommu- og abbasynir.
Johan Heri Joensen, lærari
seksti 14. juni
Kristina og Per 60 ár
19. mai
2005 fingu
21 heilsu-
hjálparar
prógv á
Heilsu-
skúla Før-
oya á
Tvøroyri
Uppskúlingshold »november 04«:
Aftara rað f.v.: Petrea Poulsen, Porkeri, Ingrid Nielsen, Sandvík, Tóra
Christiansen, Fuglafjørður, Mary Nielsen Argir, Herluffa Traber, Vestmanna,
Marjun Tjørnudal, Tjørnuvík, Jonna Nielsen, Kvívík, Bergtóra Christiansen,
Strendur, Beinta Bárðalíð Vágur, Fríðhild Winther, Skopun, Sigrid Mørkøre,
Eiði, og Hanna Berg Hvalba
Fremrað f.v.: Andrea Mourtitsen, Tórshavn, Jórun Eyðunsson, Porkeri, Ruth
Løvhoyten, Toftir, Iris Haldansen, Vestmanna, Jórun í Løðu, Miðvágur, Hjørdis
á Lakjuni, Fuglafjørður, Anna Elisabeth Krog, Sandur, Agnas Højgaard,
Glyvrar, og Anna Maria Gudmundarson, Tórshavn
Heilsuskúli Føroya, Tvøroyri:
21 heilsuhjálparar fingið prógv