týsdagur 14. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Svanhild Johan-
sen, Strendur,
andaðist á
Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi
leygardagin, 59 ára
gomul. Kistan fer
av Eysturoyar
Røktar- og
Ellisheimi í kvøld
klokkan 19 í Sjóvar
kirkju. Jarðarferðin
verður úr Sjóvar
kirkju týsdagin
klokkan 13.
Tey, sum vilja
minnast Svanhild,
kunnu lata
Missiónshúsinum á
Strondum eina
peningagávu, konto
í peningastovn-
unum.
Kelda: Útvarp Føroya
Andlát og
jarðarferðir
Mánadagin 13. juni var
innanhýsis samkoma fyri
starvsfólkunum hjá P/F
Meinhardt Arge í Havn, í
samband við at Jona Jensen
í Vestmanna fekk prógv
sum bilsmiður.
Finnbogi Arge, stjóri,
helt talu fyri Jonu og hand-
aði henni prógvið. Hann
segði m.a., at Jona er fyrsti
kvinnuligi bilsmiður, sum
fær prógv hjá fyritøkuni.
Hon er sera dugnalig og
sýnir stóran áhuga fyri
arbeiðinum. Hon hevur
prógvað at kvinnuligur
bilsmiðir klára seg eins væl
og mannfólk – í nøkrum
førum enntá betri.
Ein onnur, Elin Durhuus,
eisini úr Vestmanna, er í
læru sum bilsmiður hjá P/F
Meinhardt Arge, hon hevur
lært í tvey ár.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma,
vermamma og omma okkara
Jetta Kirke
Kaldbak
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til samkomur og einstaklingar,
sum bóðu fyri henni meðan hon var sjúk.
Tøkk til tey mongu, sum vitjaðu hana,
og vístu henni kærleika og umsorgan.
Tøkk til læknar og starvsfólk á B7
á landssjúkrahúsinum, sum vóru um hana
seinastu tíðina, og sum vóru so góð við hana.
Tøkk til samkomuna í Evangeliihúsinum í Havn.
Tøkk til samkomuna í Nazaret í Kaldbak.
Tøkk til talarar fyri troystarrík orð.
Tøkk til urguspælarar, sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk fyri fjarrit, kort og aðrar heilsanir.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum.
Hjartans tøkk til tey mongu, sum fylgdu henni
til gravar.
Harrin signið tykkum øll.
Álvur - Petur, Adelaid og Rebekka -
Ingi og Kathryne -
Rúni, Jana, Jón, Signar, Iris, Elisabet, Sarah og Anja
Jona Jensen, Vestmanna:
Kvinnuligur bilsmiður prógv hjá P/F Meinhardt Arge
Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, handaði Jonu
Jensen, prógvið sum bilmsiður
Mynd: Magnus Gunnarsson
70 ár
16. juni verður Regin á Rógvu skipari Vestmanna 70
ár. Dagurin verður hildin í heiminun 17. juni frá kl
18.00.
Tíðindaskriv
Í vikuskiftinum fingu 4
næmingar
prógv
sum
kavarar frá Faroe
Dive í Klaksvík. Teir
hava staðið teoretiskar,
praktiskar og aðrar royndir
innan kaving. Við hesum
prógvinum hava teir nú
møguleika at kava um allan
heim.
Kunngjørt verður, at kæra kona, mamma,
vermamma og omma
Svanhild Johansen
Strendur
andaðist á Eysturoyar Røktar & Ellisheimi leygardagin,
59 ára gomul.
Kistan fer av Eysturoyar Røktar & Ellisheimi
mánakvøldið kl. 19.00 í Sjóvar Kirkju.
Jarðarferðin verður úr Sjóvar Kirkju týsdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Óli, Sunrid og Jóna
Tey sum vilja minnast Svanhild, kunnu lata Missiónshúsinum á Strondum,
eina peningagávu, konto í peningastovnunum.
Faroe Dive, Klaksvík:
Fýra kavarar fingið prógv
Luttakararnir á myndini eru
f.v.: Bergur Mikladal, OWD-
kavari Janus Joensen,
instruktørur Regin Joensen,
OWD-kavari Jógvan Fróði
Hansen, og OWD-kavari Jón
Ingi Johansen,
bjargingakavaralærlingur.
Jákup Pauli Joensen OWD-
kavari vantar á myndini