týsdagur 14. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 110 - 14. juni 2005
Døgurða til 450 fólk og
opið hús í allari bygdini.
Blíðskapurin var óførur,
tá fjórða Útoyggja-
stevnan varð hildin út í
Svínoy leygardagin
ÚTOYGGJASTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Veðrið var gott og hýrurin á
fólki av tí allarbesta á Út-
oyggjastevnuni, sum varð
hildin úti í Svínoy leygar-
dagin. Longu kvøldið fyri
hevði Másin flutt eini 200
fólk út til Svínoyar, og
leygarmorgunin
løgdust
fleiri skjóttgangandi bátar
afturat at flyta stevnugestir
til oynna. Út við 600 fólk til
samans mundu hava verið á
hesi fjórðu Útoyggjastevn-
uni, tá avtornaði.
Gestablídni og
aðalfundur
Tað sá eitt sindur illfýsið út
í veðrinum ta einu løtuna
umborð á Másanum hend-
an morgunin á veg út til
Svínoyar, so onkur byrjaði
at ivast í, hvussu stevnan
mundi fara at eydnast.
- Veðrið fáa svínoyingar
neyvan gjørt nakað við,
men teir fara í øllum førum
ikki at lata tykkum ganga
svong harúti, helt ein av
manningini fyri. Svínoy-
ingar eru jú tiltiknir gesta-
blíðir, og vit fingu skjótt
sjón fyri søgn. Komin nið-
an móti húsunum Yviri í
Stovu, rendu vit okkum alt
fyri eitt í fleiri vældekkaði
morgunmatarborð í túnin-
um við kaffi, te, bollum og
køkum, og tað var bara at
fáa sær. Og kendist tað eitt
sindur kølið onkra løtu,
vóru gestirnir vælkomnir
inn í køkin, har matmøður-
nar fegnar góvu sær tíð til
eitt prát, hóast tær høvdu úr
at gera við at smyrja meir
bollar og gera kaffi.
Út á fyrrapartin byrjaði
so aðalfundurin hjá út-
oyggjafelagnum, sum er
fastur táttur á árligu Út-
oyggjastevnuni. Formað-
urin í felagnum, Óli Jakup
úr Dímum greiddi frá árin-
um, ið fór, og samskiparin
Olga Biskopstø legði fram
ymsar
ætlanir,
felagið
arbeiðir við í løtuni. Eftir
nevndarvalið nýttu fleiri
høvið at gera viðmerkingar
og siga sína hugsan, og
skjótt kom ferð á eitt rætti-
liga lívligt kjak um støðuna
á útoyggjunum og út-
oyggjapolitikk yvirhøvur.
So hóast hetta økið ikki
kann sigast at standa ovast
á dagsskránni hjá politik-
arum, var tað týðiligt, at
útoyggjafólk sanniliga ikki
hava sett seg hendur í favn.
Nógvar sera forvitnisligar
verkætlanir eru í umbúna,
og eftir áræðinum hjá út-
oyggjafólki at døma, koma
vit uttan iva at hoyra meir
um hesar ætlanir í nærm-
astu framtíð.
Árantshola og
kórsangur
Skjótt angaði av góðum
døgurða niðri við lærara-
húsið, og tað gekk íkki lang
tíð, til bíðirøðin av stevnu-
gestum rakk næstan oman í
Tún. Og hetta var sanniliga
eisini vert at bíða eftir, tí
komin framat stóru grýtun-
um í kjallaranum, har frynt-
ligu kokkarnir oystu uppí,
stóðu vit næstu løtu við
einum rimmars tallkerki av
væl kryddaðum grýturætti
við oksakjøti og rísi. Sólin
kagaði fram hesa løtuna, so
bøurin uttanfyri lærara-
húsið gjørdist skjótt ein
forkunnug og frísklig mat-
stova við framúr góðum
útsýni. Sum vit skiltu, var
hjálp komin úr Fugloy at
gera døgurða, og tað mundi
Góður hýrur