týsdagur 14. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
15
r úti í Svínoy
koma væl við, tí tá vit
seinni fóru at fregnast,
høvdu kokkarnir júst oyst
upp í tallerk nummar 450!
Efir at Ólavur Klement-
sen hevði sett stevnuna
beint, vóru nógv ymisk
tiltøk at skránni fyri bæði
børn og vaksin. So nógv, at
illa bar til at taka lut í
øllum. Saman við eini 30
øðrum valdu vit at fara við
Jógvan Edmund á Geilini
eystur á Hjalla at hyggja at
tí tiltiknu Árantsholuni, har
Árant, sum segðist vera
seyðatjóvur, fletti seyðin og
goymdi krovini. Jógvan
Edmund dugdi framúr væl
at greiða frá søguni um
Árant, so tað var ein fragd
at sita og lurta og njóta
góða útsýnið yvir móti
Fugloynni.
Heima í bygdini hevði
Havnarkórið
við
Ólavi
Hátun tikið pláss frammi í
kór í kirkjuni. Eftir langa
túrin út í Árantsholu kend-
ist tað fjálgt at sessast í
kirkjuni at lurta eftir vakra
sálmasanginum og hoyra
Ólav Hátún greiða frá,
hvussu tað bar til, at Havn-
arkórið var komið á Út-
oyggjastevnu. Ólavur er
føddur og uppvaksin úti í
Svínoy, har pápi hansara
stjórnaði fyrsta føroyska
bygdakórinum, sum eisini
plagdi at syngja her í kirkj-
uni í 1920unum. Tí mundi
tað
kennast
ikki
sørt
kensluborið fyri Ólav at fáa
høvi at endurtaka søguna á
hendan hátt meir enn áttati
ár seinni.
Heri Joensen prestur,
sum eisini er úr Svínoy,
greiddi síðani hugtakandi
frá søguni hjá kirkjuni.
Sum eitt frískt og eitt sind-
ur øðrvísi innslag fingu
fólk eisini høvi at hoyra
vøkru røddina hjá Barna-
prix vinnaranum, Ingibjørg
Hansen ú Mikladali, sum
sang sálmin "Jesus hitt
einasta", áðrenn seinasta
felagssálmin.
Várharra og
ferðaætlanin
Ongin Útoyggjastevna utt-
an eina rætta togtogan, har
oyggjarnar dystast móti
hvørji aðrari. Fyri nógv var
togtoganin uttan iva eitt av
hæddarpunktunum á stevn-
uni, so spenningurin var
stórur og rópini ofta øgilig,
meðan togarnir reyðir í
andlitið settu føtur í spenni
og togaðu, alt teir vóru
mentir.
Tey, sum ikki høvdu
fingið hitan av at vera við í
togtogan, kundi nú leita sær
oman á støðna, har stóra
bálið var við at verða
tendrað, og Bjarni Jacobsen
helt bálrøðuna.
Summi vóri nú eisini so
smátt farin at halda seg
framat onkrum av bátunum
niðri á keiini at sleppa sær
heimaftur. Ta einu løtuna sá
tað eitt sindur ivasamt út
við næsta túri, so onkur av
gestunum fór at sóknast
eftir eini ferðaætlan.
– Ferðaætlan? Nei, okk-
ara ferðaætlan er tað bara
Várharra, ið ræður fyri, so
tú mást bara vera klárur tá
hann er, helt ein svínoying-
ur smílandi fyri. So í staðin
fyri at ótolnast settust fólk
at njóta frálíka útsýnið yvir
Svínoyarvík og fegnast um
eina avbera væleydnaða
Útoyggjastevnu. Tey flestu
bíðaðu tó til seinasta túr við
Másanum, tí enn var nógv
eftir av kvøldinum. Og fyri
tey, sum gistu, bíðaði ein
lang og góð dansinátt í
góðum vertskapi við bæði
enskum
og
føroyskum
dansi.