týsdagur 14. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 110 - 14. juni 2005
Flokkast í Nibe
Føroyskur tónleikur er
væl umboðaður á tón-
leikafestivalinum
í
Nibe, sum verður hildin
um góðar tvær vikur.
Nibe
Festivalurin
hevur seinnu árini havt
fleiri føroysk nøvn við,
og festivalurin er ein av
teimum, sum plagar at
velja sær bólkar frá Prix
Føroyar finaluni. Eisini
í ár valdi Nibe sær bólk
frá Atlantic Music Festi-
val, men festivalurin
hevur eisini onnur før-
oysk við.
Høgni Lisberg stend-
ur ovarlaga á plakatini í
Nibe,
og
harafturat
spæla eisini Guðrun
Sólja Jacobsen, Eivør
Pálsdóttir og hálvfør-
oyski Gunnar Mikkel-
sen á festivalinum.
Nibe
Festivalurin
verður hildin frá 29.
juni til 2. juli, og meira
kann lesast um festi-
valin á
www.nibefestival.dk
ek
200 á toppinum
Føroyskur
tónleikur
hevur havt tað gott á 15
teimum bestu seinastu
vikurnar, og aftur hesa
vikuna eru føroyskir
bólkar nummar 1 og 2.
Sangurin hjá 200 um
Muscleman-blaðið
er
framvegis ovast á list-
anum, og Forever And
Beyond hjá Makrel er
nummar .
Harafturat eru eisini
Jan & Jákup, Lív Han-
sen, Deja Vu og Eyðun
Noløse á 15 teimum
bestu hesa vikuna.
Tað ber til at atkvøða
fyri sangunumá listan-
um umvegis heimasíð-
una hjá Útvarpinum.
ek
Eivør í Tønder
Eivør Pálsdóttir vinnur
alt meira fram í Dan-
mark. Seinastu vikuna
hevur hon spælt bæði á
Bornholm,
í
Keyp-
mannahavn og í Århus.
Fyrr í ár hevur hon
eisini havt framførslur
saman við Danmarks
Radio Big Band.
Eivør hevur fingið
enn eina spennandi upp-
gávur, tí hon skal spæla
á Tønder Festivalinum,
sum er ein víðagitin
festivalur fyri fólkatón-
leik. Har fer Eivør at
spæla
saman
við
kanadiumanninum Bill
Bourne.
Tønder Festivalurin
verður hildin í døgunum
frá 25. til 28. august.
ek
Føroysku tónleikar-
arnir á SPOT-festival-
inum í Århus fáa sera
góð ummæli eftir
framførslurnar um
vikuskiftið. Eivør
Pálsdóttir, Teitur
Lassen og Lena
Andersen vóru við, og
tey megnaðu øll at
gera vart við sín
tónleik
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyingar gjørdu av álvara
um seg á SPOT-festivalin-
um, sum varð hildin í År-
hus um vikuskiftið. Hetta
var 11. ferðin, at SPOT var
á skránni, og talan er um
eitt tiltak, sum fyrst og
fremst bjóðar tónleikarar,
sum eru á veg fram.
Byrjanin til yrkisleiðina
hjá Teiti Lassen var á júst
einum slíkum SPOT-festi-
vali fyri fleiri árum síðani,
og Teitur var aftur við á
SPOT 11 um vikuskiftið.
Afturat honum høvdu eisini
Eivør Pálsdóttir og Lena
Anderssen framførslur.
Konsertirnar á SPOT 11
vóru hildnar á ymsum
spælistøðum í Århus, og
tað vóru tríggir dagar við
nógvum spennandi fram-
førslum. Stórur áhugi er
fyri konsertunum á SPOT.
Sirena úr Føroyum
Gaffa og mymusic.dk hava
ummælt allar framførsl-
urnar, sum vóru á SPOT
11, og føroysku tónleikar-
arnir fáa nógv góð orð við á
vegnum.
Hóskvøldið var fyrsta
konsertin á festivalinum, og
hetta var ein konsert við
fleiri kendum donskum
nøvnum. Steffen Brandt úr
TV2, Lars H.U.G, Henri-
ette Sennenvaldt, Dicte og
so Eivør Pálsdóttir vóru
solistar hjá Midtvest En-
samble, og tey sungu tón-
leik hjá sær sjálvum og
øðrum.
– Eftir eina fína byrjan á
konsertini, gjørdist lagið
enn betur, tá ið føroyska
sirenan Eivør Pálsdóttir
kom á pallin. Við gittara,
trummu, einari rødd á hædd
við Bjørk og Annisette og
við strúkarum í bakgrund-
ini sang Eivør við fullari
orku so mann næstan kundi
stúra fyri, at bygningurin
fór at rapa, skirvar um-
mælarin Ole Rosenstand.
Hann skrivar, at fram-
førslan hjá Eivør fekk
nógvar lógvabrestir frá tí
annars varnu áhoyrara-
fjøldini.
Lena skaraði framúr
Lena Anderssen spældi
nakrar sangir á Train, og
millum
sangirnar
vóru
fleiri av seinastu útgávuni
hjá henni.
– Lena spældi fimm
sangir, og teir umboðaðu
ymiskar stílir. Har vóru
balladir og tveir væleydn-
aðir poppsangir – serliga
»Catch 22«, sum hevði eitt
fangandi niðurlag, skrivar
ummælarin Anja Følleslev.
Saman við Lenu spældu
eisini Niclas Johannesen,
Óli Poulsen og Hans Poul-
sen, og ummælarin heldur,
at Lena skaraði framúr av
teimum.
– Bólkurin spældi væl,
men teir høvdu tíverri ikki
sama neista sum Lena, sum
bæði undir sangunum og
millum sangirnar skaraði
framúr og livdi seg inn í
framførsluna. Lena hevði
eina sera trygga framførslu,
og hon hevði eisini yvirskot
til stuttligar viðmerkingar,
sum fingu áhoyrararnar
við, skrivar ummælarin.
Teitur fekk flestar
lógvabrestir
Teitur Lassen hevði eina
framførslu á konsertini,
sum kallaðist »Sangskriv-
ing í hvítum, reyðum og
bláum«. Fýra solistar vóru
á konsertini, og Teitur, sum
var tann triði í røðini, stóð
seg sera væl.
– Teitur fekk flestu
lógvabrestirnar frá fólki, og
tað er ikki so løgið, tá ið
hugsað verður um, at hann
fær alt størri undirtøku
millum fólk, skrivar um-
mælarin Lea Hjort Mathie-
sen.
– Teitur var sjarmerandi
og beskeðin, tá ið hann tók
pallin við sínum vøkru og
melankolsku sangum.
Framførslan hjá Teiti
Lassen var ikki tann fyrsta
á SPOT-festivalinum, tí
longu í 1999 spældi hann
har, og tá fekk hann eisini
fyrstu sambondini, sum
síðani førdu til eina veru-
liga yrkisleið sum tón-
leikari í Europa og USA.
Teir føroysku bestir
Eivør Pálsdóttir hevði eis-
ini eina solokonsert á
SPOT 11, og framførslan
var í ARoS. Eivør sang í 40
minuttir á fýra ymiskum
málum
–
føroyskum,
donskum, svenskum og
enskum.
– Tað er blivið eitt tón-
leikaligt góðskustempul at
verða norðuratlantiskur, og
eisini tann lítla danska
koloni-oyggin, Føroyar, er
farin at framleiða talent,
sum kunnu sláa ígjøgnum í
móðirlandinum. Teitur er
framvegis tann størsti, men
onnur eru til reiðar at geva
honum mótspæl, og ein av
teimum er unga song-
kvinna Eivør Pálsdóttir,
skrivar Mads R. Marie-
gaard í tí nakað »danska«
ummælinum av konsertini.
– Eivør hevur eina rødd
av tí slagnum, sum kann
siga eina søgu frá norður-
lendsku gudalæruni á ein
slíkan hátt, at tú trýrt tí.
Eivør sang fleiri sangir
av útgávuni Krákan, men
tað var ein danskur sangur,
sum gav mest respons frá
áhoyrarunum. Eivør sang
danska fólkasangin »Livet
er ikki det værste, man
har«, og tað vóru fólk fegin
um, skrivar ummælarin.
– Men teir bestu sang-ir-
nir vóru teir føroysku, tí teir
blivu sungnir við einari
slíkari kraft, inniligheit og
erligheit, sum bara fá
kunnu gera Eivør eftir.
Føroyingar gjørdu
vart við seg í Århus
Teitur Lassen er við at gerast kendur í Danmark, og hansara framførsla í Århus um vikuskiftið
fekk sera góða móttøku. Eisini Eivør og Lena gjørdu vart við seg á SPOT 11
Mynd: Jens Kr. Vang