Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 110 - 14. juni 2005 Tony Blair stríðist av øllum alvi fyri at varðveita tann bretska ES-avslátt- urin, men hann stendur púra einsa- mallur ES Árni Joensen fartekst@mail.dk Sunnudagin skuldu uttan- ríkisráðharrarnir í ES-lond- unum taka støðu til spurn- ingin um, hvussu sam- starvið skal fíggjast í fram- tíðini. Men fundurin endaði úrslitaleysur, og sambært finska uttanríkisráðharr- anum, Erkki Toumioja, var fundurin púra nyttuleysur. Trupulleikin er, at hini londini vilja skerja tann serliga avslátturin, sum Bretland hevur havt síðani 1984, og sum ger, at landið rindar umleið 30 milliardir krónur minni í ES-kassan, enn tað annars skuldi gjørt. Bæði Jacques Chirac og Gerhard Schröder hava sagt, at lykilin til semju liggur í London, og at teir bíða eftir, at Tony Blair fer at lata upp. Hann hevur svarað, at skal Bretland missa avslátturin, má land- búnaðarstuðulin skerjast, men tað vilja Frakland og fleiri onnur lond ikki hoyra talan um. Tony Blair stendur tí einsamallur í hesum stríð- num, og hann hevur boðað frá, at kemur tað til skarp- skeringar, er Bretland til reiðar at nýta sýtingarrætt- in, og so fellur ES-fíggjar- lógin. Tony Blair stendur rættiliga einsamallur í hesum døgum Mynd: Reuters Nóg mikið av olju – Vit hava onga orsøk til at stúra fyri, at oljutrot fer at skrúva prísin longri upp, tí tað er nóg mikið til av olju í heiminum. Tað sigur fremsti orku- serfrøðingurin hjá risa- stóra oljufelagnum ExxonMobil, John D. Constable, við Aften- posten. Hann sigur, at oljugoymslurnar eru so stórar, at tað er heilt óhugsandi, at prísurin fer at liggja uppi á 50 dollarum eitt longri tíðarskeið. Hann vísir á, at oljuprísurin hevur altíð verið skiftandi. Í 1999 var hann niðri á átta dollarum fyri tunnuna, og nú liggur hann um teir 50 dollar- arnar, men hetta verður ikki varandi. John D. Constable væntar, at oljan verður nógv tann týdningar- mesta orkukeldan í mong ár afturat. Orkunýtslan fer at veksa umleið 1,7 prosent um árið tey næstu tríati árini. Í sama tíðar- skeiði fer oljunýtslan at veksa 1,5 prosent árliga, meðan gassnýtslan fer at veksa 2,2 prosent um árið. Samstundis fara vit at brúka 1,7 prosent meiri kol um árið. John D. Constable sigur, at var- andi orkukeldur so sum vind- og alduorka fáa eisini ein ávísan, men lítlan týdning tey næstu tríati árini. Svøríki fær rós Búskaparfrøðingarnir hjá OECD halda, at Svøríki er komið væl fyri seg eftir búskaparkreppuna fyrst í nítiárunum. Tað merkir kortini ikki, at ongar avbjóðingar eru eftir, men sammett við fleiri onnur lond í Evropa er Svøríki væl fyri. . Ein tann størsta av- bjóðingin eru tær veks- andi útreiðslurnar til tey eldru. OECD sigur, at hetta fer at herða trýstið á tær almennu skipaninar og á tann almenna bú- skapin. Sagt verður, at svenski búskapurin er væl fyri, men kortini heldur OECD, at Svøríki eigur at hava tvey prosent í avlopi á bruttutjóð- arframleiðsluni tey næstu 15 árini, skal vælferðar- skipanin nøkta tørvin. Hetta skal ikki gerast við at økja skattin ella við at spara, tí loysnin er, at sviar arbeiða meiri. Tí er neyðugt at fáa fleiri fólk á arbeiðsmarknaðin og at skerja sjúkrafráveruna. OECD væntar, at bú- skaparvøksturin í Svøríki verður 2,8 prosent í ár og 3,3 prosent næsta ár, og at inflasjónin verður niðan fyri tvey prosent. Norskur laksur úr Kili Í seinastuni hava fleiri laksavirkir í Danmark keypt laks úr Kili. Úr Danmark verður laksurin sendur til Pólands til hagreiðingar, og síðani verður hann seldur sum norskur laksur. Eitt nú brúka virkini sama pak- ning til tann kilska laksin, sum tey vanliga hava brúkt til laks úr Noregi. Peter Bamberger, sum er nevndarformaður í danska fiskiídnaðar- og útflutningsfelagnum, sigur við Aftenposten, at hann veit um eitt virki, sum hevur keypt 800 tons av laksi úr Kili, og sam- bært einum virkisleiðara í Esbjerg brúka ímillum 80 og 90 prosent av teimum donsku virkjunum kilsk- an laks. Peter Bamberger vísir á, at Danmark hevur verið ósamt við ES um at revsa norsku laksavinn- una, men hann leggur afturat, at Noreg eigur sín part av trupulleikunum. Eitt nú eru Noreg og ES ósamd um norðhavs- sildina, og tað hevur havt við sær, at donsk skip sleppa ikki at landa sild í norskum havnum. Tað kemur donsku skipunum illa við og hevur uttan iva gjørt, at Noreg fær ikki somu vælvild í Bruxelles nú sum fyrr, sigur Peter Bamberger. Dómurin kærdur Tann 31. mai vórðu russ- iski oljuríkmaðurin Mik- hail Khodorkovskij og starvsfelagi hansara, Pla- ton Lebedev, dømdir drúgva fongsulsrevsing fyri skattasvik og fíggjar- undandrátt, men nú er dómurin kærdur til býar- rættin í Moskva. Ein av verjunum sigur við Pravda, at dómurin er í stríð við russiska lóg, og at einki hald er í tí, sum ákæruvaldið segði undir rættarviðgerðini. Tí hava verjarnir lagt málið fyri býarrættin við kravi um frídøming, sigur hann. Fáa teir ikki viðhald har, verður málið lagt fyri hægstarætt, og fáa teir heldur ikki viðhald har, skal málið fyri grund- lógardómstólin, sigur verjin. Harafturat kunnu teir leggja málið fyri ein altjóða dómstól. Khodorkovskij og Lebedev vórðu dømdir í eina fongsulslegu, men so leingi málið er í rætt- inum, sita teir í varðhaldi í Moskva. UTTAN ÚR HEIMI Avgerðin hjá G8- londunum at strika 55 milliardir dollarar av skuldini hjá teim- um fátækastu lond- unum er skilagóð, men tað ikki nóg mikið FÁTÆKRADØMI Árni Joensen fartekst@mail.dk Hjálpar- og menningarfe- lagsskapir eru á einum máli um, at tað var skilagott av G8-londunum at strika 55 milliardir dollarar av skuld- ini hjá nøkrum av teimum teimum fátækastu londun- um. – Tey fátæku lndini skuldu gjalda hálva aðru milliard dollarar í uttan- landsskuld, men tey hava tørv á nógvum afturat. Eitt nú hava vit kravt 50 milli- ardir dollarar fyri at fáa Afrika á føtur, og enn restar nógv í, sigur Max Lawson í hjálparfelagsskapinum Oxfam við Reuters. Hann vísir á, at toppfundurin hjá G8-londunum verður um tríggjar vikur, og hann vónar, at londini fara at finna meiri pengar til ta tíð. Max Lawson sigur, at sjálvandi fer avgerðin hjá G8-londunum at gera tað lættari hjá einstøkum lond- um, sum fáa meiri pengar at brúka til onnur endamál, men at neyðugt er við munandi stuðuli afturat, skal tað gera nakrann mun. Patrick Smith, sum er blaðstjóri á Africa Confi- dential, segði við BBC leygadagin, at handilsforð- ingar eru ein stórur mein- bogi fyri Afrika, og hann heitti á G8-londini um at taka tann spurningin upp á toppfundinum. 38 lond Avgerðin hjá G8-londunum ber í sær, at tey fátækastu 38 londini í heiminum fáa skuldarlætta, og av teimum fáa14 afrikonsk og fýra latínamerikonsk lond 40 milliardir dollaar strikaðar av uttanlandsskuldini. Har- afturat fáa níggju lond í Afrika 11 milliardir doll- arar strikaðar, og tær sein- astu fýra milliatrdirnar verða strikaðar hjá 11 lond- um, sum tó skulu lúka nakrar treytir fyrst. Tey átjan londini, sum í fyrsta umfari fáa skuldina strikaða, eru afrikonsku londini Benin, Burkina Faso, Etiopia, Ghana, Madagaskar, Mali, Maure- tania, Mosambik, Niger, Rwanda, Senegal, Tansa- nia, Uganda og Zambia. Tey fýra latínamerikonsku londini eru Bolivia, Gu- yana, Honduras og Nikara- gua. Eitt týðandi stig - men ikki nóg mikið Tony Blair ongan góðan Bretski fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, hevur verið talsmaður fyri at strika skuldina hjá teimum fátækastu londunum. Mynd: Reuters