Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

B71 vann á Svangaskarði Nr. 110 • týsdagur • 14. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Síða 28 Tróndur fer í song við landsliðnum Hvat sigur Henrik Larsen við spælarar- nar beint undan dystinum. Hvat takast menn við, tá teir eru saman í átta dagar út í eitt, og hví skulu menn bæði bowla og svimja, tá tað er lands- lisðfótbóltur, sum tað snýr seg um. Hetta er nakrir av spurningun- um, sum kanska verða svaraðir í sending, sum Tróndur Vatn- hamar er í ferð við at gera um føroyska fótbóltslandsliðið HANDAN LEIKTJØLDINI Jákup Mørk Í fótbóltshøpi hevur hann seinnu árini gjørt um seg sum litríkur málverji. Men eisini tey, sum ikki fáast við fótbólt, bera helst kenslu á Trónd Vatnhamar. Sum sjónvarpsvertur í undir- haldssendingum av ymsum slag hevur hann ofta sett sín serliga dám á skíggjan, og nú fer hann so eisini at royna seg hinumegin myndatólið. Ella rættari - báðumegin. Í song við landsliðnum Seinastu góðu vikuna, tá fótbóltslandsliðið var savnað saman til uppgávur- nar móti Sveis og Írlandi, hevði Tróndur nevnliga sín heilt egna arbeiðssetning. »Í song við landsliðnum« var heitið á setninginum, og handan hetta býr ein ætlan um at gera eina sending, har hyggjarin sleppur at kaga aftur um tað, sum vit vanliga seta í samband við fótbóltslandsliðið. - Ætlanin hevur verið, at hyggjarin skal fáa eitt innlit í, hvussu tað veruliga gong- ur fyri seg á fótbóltslands- liðnum. Og ikki minst, so vildi eg vísa, hvussu góður felagsskapur hetta er. Tí tað er einki at ivast í, at spælar- arnir eru nógv meira enn liðfelagar, tá landsliðið er saman, sigur Tróndur. - Í Sjónvarpinum hildu tey alt fyri eitt, at hetta var rættiliga spennandi, og so var bara at fara ígongd, sigur Tróndur. Dogme-upptøkur Og tað fór hann so. Einsa- mallur við myndatólinum hevur hann fylgt við lands- liðnum til at kalla allar hendingar teir átta dagar- nar, sum liðið var saman. - Eg hevði upprunaliga hugsað mær, at kamerafólk eisini var við, men tað vísti seg skjótt at verða ógjørligt. So høvdu vit knappliga havt myndamann, ljós- og ljóðfólk umframt meg sjálvan, og tað hevði nokk ongantíð gingið hjá lands- liðsvenjarunum, sum ann- ars hava sýnt mær sera stóra vælvild. Og heldur ikki í sjónvarpinum hildu tey tað vera neyðugt við fleiri fólki. Tá vildi tað líka sum ikki verið mín upp- living, og tað hava tey nokk eisini rætt í. Tí verður talan í nógvar mátar um dogme- líkar upptøkur, og tað er kanska heldur ikki so galið, heldur hann. Undir upptøkunum hevur talan í nógvar mátar verið um blandað klipp, men hann hevur tó roynt at fylgt einum reyðum tráði. - Eg havi kanska serliga fylgt væl við Jákupi á Borg, Rógva Jacobsen og Jákupi Mikkelsen. Eg haldi ikki, at tú kanst tosa um høvuðs- persónar, men eg havi í stóran mun teir tríggjar til at lýsa tað, sum gongur fyri seg. Uppgávan er vaksin Tá vit at enda fara tosa um lidna produktið, sum ætl- andi skal verða liðugt í heyst, sigur Tróndur, at hann nú fer undir stór- arbeiðið við redigering. - Eg má bara siga, at hendan uppgávan er vorðin nógv størri, enn eg hevði droymt um. Higartil eru so filmaðir 12 tímar, og bara at hyggja hesar ígjøgnum fer við nógdum arbeiðs- døgum. Tað er jú ikki nokk bara at hyggja einaferð. - Síðani skal søgan sjálvandi setast saman, og tað verður kanska størsta av- bjóðingin. Skal talan vera um eina alvorliga doku- mentar, ella eina meira skemtiliga vangamynd? Tað er ein spurningur, sum eg enn ikki havi avklárað ordi- liga, og tað veldst sjálvandi eisini um, hvussu alt tilfarið passar saman, sigur hann. Málið er so at gera eina sending upp eini trý korter, men longdin er tó ikki nakað, sum tey hava lagt seg fast á enn. - Nú mugu vit síggja, hvat tilfarið kann bera. Kann talan ikki verða um meira um tjúgu minuttir, so verður tað tað. Og røkkur tilfarið ikki til eina sending yvirhøvur, so verður eingin sending. Men vónin er so í øllum førum, at vit hava eina sending klára undan landsdystunum í heyst, sigur Tróndur. Enn er sjálvandi ov tíð- liga at spyrja, hvørji hædd- arpunktini í hesi verða, men sjálvur er framleiðarin ikki í iva, tá vit at enda spyrja, hvat hann heldur hevur verið mest spennandi í hesum. - Intensiteturin. Heilt víst. Tað var fantastiskt at standa í spælaratunnlinum beint undan dystinum. Menninir eru so konsentr- eraðir, at tú fært slettis ikki samband við teir, og tað var kanska tað, sum impon- eraði meg mest. - Nú mugu vit síggja, hvat tilfarið kann bera. Kann talan ikki verða um meira um tjúgu minuttir, so verður tað tað. Og røkkur tilfarið ikki til eina sending yvirhøvur, so verður eingin sending. Men vónin er so í øllum førum, at vit hava eina sending klára undan landsdystunum í heyst, sigur Tróndur Vatnhamar Myndir: Álvur Haraldsen