Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 110 - 14. juni 2005 Triðja umfarð av grand prix renningini var á Eystanstevnu í Runavík. Hetta var hjá teimum vaksnu eisini ein kapping um føroyamesitaraheitið á 10 km. Hjá monnunum legði vinn- arin á Norðoyastevnu Sím- un Joensen (Treysti) hart út, men tað vísti seg at har var ikki orka til at halda tempo, og so komu Sam Vang (Bragdið), Guttorm Sørensen (Treysti) og Hallur Holm (Bragdið) framvið. Sum frá leið vóru oyggjaleika luttakarnir tó ov stinnir og tí noyddist Hallur eisini at sleppa tak- inum. Móti endanum vísti tað seg, at Sam var tann sterkari, og kom hann á mál tvey sekund frammanfyri Guttorm við Halli á triðja plássinum eitt lítið minutt seinni. Vinnaratíðin hjá Sam er fjórða skjótasta tíð- in, sum er runnin á hesum teininum. Einans Bogi Len- vig, Guttorm Sørensen og Hallur Holm hava runnið skjótari. Í kappingini um grand prix sigurin er Sam í løtuni tann fremsti við 108 stig- um, meðan Gutti er næstur við 100 stigum. Og líkt er til, at kappingin kemur at standa millum hesar báðar, tí næsti maður á listanum er 30 stig aftanfyri eftir tey trý fyrstu umførini. Í liðkapp- ingini er Bragdið úr Tórs- havn fremst við 266 stig- um, meðan Treysti líka í hølunum hevur 244 stig, síðan er langt aftur til triðja plássi har Roysnið hevur 16 stig. Hjá kvinnunum var tað enn einaferð Brynhild Absalonsen (Bragdið) sum vann. Tíðin var 47 min og 17 sekund, og var hon 22 sekund frammanfyri Sigrid Sivertsen (Treysti). Bryn- hild er eisini fremst í saml- aðu kappingini við 114, meðan Maria Jacobsen (Frælsi) í løtuni er nummar tvey við 83 stigum. Her er vert at leggja til merkis, at Sigrid Siversten hevur 74 stig á fjóra pláss hóast hon einans hevur luttikið í tveimum umførum. Hjá mannligu veteranun- um sær tað út til, at Pól Sundskarð (Treysti) ferð at draga longsta stráði. Hann hevur higartil vunnið øll umførðini, meðan Hanna Maria Niclasen (Frælsi) hevur vunnið øll umførðini hjá kvinnuligu veteran- unum uttan mótstóðu. Hjá børnunum er tað við at tekna seg ein mynd av, hvør fer at gerast samlaður vinnari í fleiri av bólkun- um. Hjá gentum 7 ár og yngru hevur Paulina Fuglø (Treysti) vunni øll um- førini, og tørvar henni bert at vinna eitt afturat fyri at gerast vinnari samalagt. Tað sama ger seg galdandir fyri Rebekku Fuglø (Treysti) hjá gentum 13 ár og yngri, Eli Falkvard (Frælsi) hjá dreingjum 13 ár og yngri, Bjørk Herup Olsen (Bragdið) hjá Gent- um 17 ár og yngri og hjá Jan Elmar Sørensen (Treysti) hjá dreingjum 17 ár og yngri. Størstur er spenningurin hjá gentum 10 ár og yngri, har Bjørk Reynagarð Svabo (Frælsi) við 108 stigum í løtuni hevur munin á Barbaru Debes Eiriksfoss (Bragd- ið), ið hevur 106 stig. Fjóra umfar av Grand Prix kappingini verður 18. Juni á Sundalags stevnuni í Hósvík. Kast Innan kastigreinarnar verð- ur tað næstan dagliga sett persónlig met. Tað kanska mest óvantaða í undanfarnu viku var, at Randi Kúrberg (Bragdið) stoytti tað 4 kg tungu kúluna út á 9,10 m. Hetta er 56 cm longur enn tað gamlað metið, og her er vert at nevna at hon ikki hevur vant kúlustoyt síðan 2000, tá hon setti gamla metið hjá sær. Heini Hátún (Bragdið) hevði eina fyri hann minni góða kapping, men stoytti tó kúluna heilt út á 12,86 m, meðan Heri Ziska (Bragdið) spakuliga er við at finna heiðursmerkja formin, eftir at hann nú hevur kasta diskin 41,97 m í kapping. Skal metast eftir venjingunum í seinastuni, er møguleiki fyri, at okkurt heilt gott skal spyrjast burturúr einari av komandi kappingunum. Vónandi verður hendan kapping á Oyggjaleikunum. Bestu atletar innan frælsan ítrótt í heiminum FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Heri Ziska Innan frælsan ítrótt eru nógvar ymiskar greinar, men fyri at kunna sam- anbera ymsu avrikini hevur altjóða samband- ið fyri frælsan ítrótt (IAAF) gjørt eina stiga- skipan, sum kann nýtast til at finna tann, sum óalment er tann besti/a innan frælsan ítrótt. Her verða givin stig eftir, hvussu gott úrslitið er, hvat nummar man blív- ur og, hvat slag av kapp- ing úrslitið er fingið í. T.d. gevur eitt fyrsta pláss á olympisku leik- unum 300 stig eyka (vanliga ca 20%). Tað eru fimm tey bestu úr- slitini gjøgnum undan- farnu 365 dagar sum telja. Hjá monnunum hevur Bekele úr Ethiopia, ið rennur 5.000 og 10.000 m, verið fremstur nú í 68 vikur, men her er væntandi at Powell úr Jamaica, ið rennur 100 m og 200 m, ferð fram við, næstu ferð listin verður almannakunn- gjørdur. Besti norður- lendingur er Christian Olson úr Svøríki á fjórða plássi. Hann leypur trístøkk, og hann er í løtuni olympiskur meistari, heimsmeistari uttandura og europei- skur meistari bæði inn- an- og uttandura. Hann hevur verið best í heim- inum í trístøkk í 116 vikur. Longst á toppin- um í einari grein hjá monnum hevur Felix Sanches úr Mexico ver- ið. Hann hevur verið nummar eitt í 198 vikur á 400 m forðarenning. Hjá kvinnunum Ye- lena Isinbayeva úr Russ- landi, ið loypur stangar- lop, nummar eitt framman fyri sviðjan Carolinu Kluft, ið lut- tekur í sjeykampi. Kluft hevur verið best í sjey- kampi í heiminum í 142 vikur higartil, og tað sær ikki út til at nakar nærkast henni. Tó er langt upp til tær 231 vikurnar, sum Maria Mutola úr Mozambique hevur verið best á 800 m. Mutola hevur sostatt verið best síðan 1 januar 2001. Grand Prix renning Símun Joensen royndi enn einaferð at leggja hart út, men hesa ferð varð hann tikin aftur av meira royndu rennarunum Randi Kúrberg plagar at gera mest um seg í spjótkasti, men í kúluvarpi tykist hon eisini at vera væl fyri