týsdagur 14. juni 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
21
Nú er greitt, at Champ-
ions League vinnararnir
úr Liverpool sleppa at
verja heitið.
Aðalstjórnin í UEFA
viðgjørdi
á
fundi
fríggjamorgunin,
um
Liverpool skuldi sleppa
at
verja
Champions
League-heitið.
Liver-
pool gjørdist einans
nummar fimm í Ong-
landi og fekk tí bert
pláss í UEFA-Cup, men
nú avgjørdi aðalstjórnin,
at Liverpool skal verða
við í Champions League
kappingini, sum skjótt
fer av bakkastokki.
Liverpool verður við í
fyrsta innleiðandi um-
farinum, og tað merkir,
at føroyameistararnir úr
HB hava møguleika at
hitta enska stórfelagið.
-jm
Liverpool við í
Champions League
Talvið hesa vikuna
Indiski superstórmeistarin, Viswanathan Anand,
vann sunnudagin eina kvikkapping í Leon, Spania. Í
hálvfinaluni vann hann trygt á 14 ára norska
undurbarninum og stórmeistaranum Magnus Carl-
sen (2548). Í finaluni fekk Anand harða mótstøðu,
men vann loksins 2,5-1,5 á Rustam Kasimdzhanov,
sum í hálvfinaluni hevði vunnið á Alexei Shirov
(2714).
Talvið hesa vikuna er frá seinna talvinum í
finaluni.
Anand,V (2785) - Kasimdzhanov,R (2670)
18th Rapid Leon ESP 12.06.2005
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3
a6 6.Be3 e6 7.f3 b5 8.Fd2 Ribd7 9.g4 Eingilski
varianturin í sisilionsku byrjanini, sum nú á døgum
verður nógv spældur millum heimsins bestu 9...h6
10.0-0-0 Bb7 11.h4 b4 12.Ria4 Fa5 13.b3 Ric5
14.a3 Rc8 (14...Rixa4 15.axb4 Fc7 16.bxa4 er eisini
møguligt hjá svørtum. Ivasamt er tó hvussu nógv
meirfinnan vigar) 15.Fxb4 Fc7 16.Kb1 Rifd7
17.Rib2 d5 18.Fd2 dxe4 19.f4 Rif6 20.Be2 Rid5
21.Ric4 Rid7 22.g5 Rixe3 23.Fxe3 Bd5 24.Rhf1
Bc5 25.Fc3 hxg5 26.Rif5! Bxc4? Betur hevði verið
at tikið riddaran og latið d5-bispin 27.Rixg7+ Ke7
28.Bxc4 Rhg8 29.hxg5 e3 30.f5 Hvítur brýtur
ígjøgnum 30...Rie5 31.fxe6 Rxg7
Støðumynd eftir 31...Rxg7
32.Rd7+! Rixd7 33.Fxg7 Og svartur gavst í
vónleysari støðu 1-0
Suðuroyggin verður
av álvara sparkað inn
aftur í føroyska talv-
heimin, tá sterk IM-
kapping fer av bakka-
stokki á Tvøroyri
komandi vikuskiftið
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Enn einaferð er tað Rani
Nolsøe, ið er høvuðsmaður
aftanfyri stór talvtiltøk.
Atljóða talvdómarin og
talvlærarin hjá børnunum á
Sandoynni, Mogens Niel-
sen, hevur aftur í ár veitt
Rana eina góða og effektiva
hjálpandi hond. Millum
annað við at finna fram út-
lendsku telvararnar. Mog-
ens verður eisini dómari í
kappingini.
Fyri stuttari tíð síðani
fekk Rani hugskotið at hava
eina IM-kapping í Suðuroy.
Oyggin hevur ligið í talv-
dvala síðani Sumbiar Talv-
felag datt niðurfyri fyri um-
leið seks árum síðani. Talv-
felagið sunnast í Føroyum
varð sett á stovn í 1993 og
framanundan hevði einki
talvfelag verið í Suðuroy í
fleiri áratíggir.
Tí helt Rani, at tíðin var
komin at fáa suðringar at
lata eyguni upp aftur fyri
áhugaverdu heilaítróttini.
Spennandi verður at vita
um kappingin fer at skapa
áhuga í oynni.
Ung kvinna við
Tá fíggingin varð komin
upp á pláss, fór Mogens í
holtur við at finna tittul-
telvarar í grannalondum
okkara. Eftir stutta tíð
vórðu allir tíggju telvarar-
nir funnir. Fýra útlendingar
og seks føroyingar.
Tíverri komu nøkur av-
boð, men maður kemur jú í
mans stað. Í einum føri
kom tó ein ung kvinna í
mans stað, nevnliga 22 ára
gamla atljóða kvinnuligi
meistarin Oksana Vovk úr
Danmark.
Góðar vónir
IM John Shaw, sum vit
kenna frá FM 2003 í Havn,
er ein av útlendsku gestun-
um. Shaw og IM Emil Her-
mansson eru helst favorittar
at vinna á Tvøroyri.
John Arni Nilssen vitjar
aftur á klettunum. Seinast
hann telvaði í føroyum var
á heysti 2002, tá føroyski
eittarin luttók í 1st Klaks-
vík International. John Arni
hevur mangan víst at hann
telvar sum ein sterkur
altjóða meistari.
Rani og Mogens meta
vónirnar vera serliga góðar
fyri John Arna at vinna sær
sín triðja og seinasta IM-
norm á Tvøroyri. Til hetta
krevst 6,5 stig av 9 møgu-
ligum,
Heini
Olsen,
Martin
Poulsen og Flóvin Tór Næs
fingu innbjóðing, men teir
høvdu ikki stundir at lut-
taka á hesum sinni. Í teirra
stað vera Hans Kristian
Simonsen, Ólavur Simon-
sen og ungi tvøroyramað-
urin Sjúrður Thorsteinsson.
Stjørnuskotið frá FM á
Oyrarbakka,
Helgi
D.
Ziska, fekk innbjóðing,
men mátti geva avboð. Tí
sleppur Sjúrður at royna
seg á heimavølli.
John
Rødgaard,
sum
heldur til á Tvøroyri, hevur
telvað væl hetta seinasta
árið og góðir møguleikar
eru uttan iva hjá honum at
blanda seg í oddastríðið.
Kappingin verður í døg-
unum 18 - 25. juni. Upp-
runaliga varð ætlanin at
skúlin í Trongisvági skuldi
hýsa kappingina, men telv-
að verður í staðin í skúlan-
um á Tvøroyri. Tíggjunda
og seinasta umfar verður á
sjálvari Jóansøku.
Vinnarin av 1st Suðuroy
International
fær
5000
krónur. Nr. 2 og 3 fáa
ávíkavist 3000 kr. og 1500
kr.
Klaksvík International
kappingarnar, sum Rani
seinastu árini hevur skipað
fyri, eru ikki farnar í
gloymibókini. Als ikki.
Arbeitt verður við at hava
4th Klaksvík International
nú komandi heyst.
Heimsmet
Menn
Michael Johnson
USA
19,32 sekund
Oyggjaleikamet
Menn
Mattias Sunneborn
Gotland
21,31 sekund
Føroyskt met
Menn
Heini Hátún
Bragdið
23,00 sekund
Heimsmet
Kvinnur
Florence Griffith Joyner
USA
21,34 sekund
Oyggjaleikamet
Kvinnur
Cydonie Mothersill
Cayman Islands
24,44 sekund
Føroyskt met
Kvinnur
Margreth Augustinusssen
Vágur
29,67 sekund
1st Suðuroy International
Luttakaralistin
1 IM
Shaw John
2462
2 IM
Hermansson Emil
2454
3 IM
Nilssen John Arni
2432
4 FM
Rødgaard John
2372
5 FM
Glud Jacob Vang
2319
6
Simonsen Hans Kristian
2317
7
Simonsen Ólavur
2254
8
Samuelsen Carl Eli Nolsøe
2238
9 WIM
Vovk Oksana
2122
10
Thorsteinsson Sjúrður
(2100)
1st Suðuroy International
Á 13 teimum fyrstu olymp-
isku leikunum (frá 776 -
724 fyri Kristi føðing) í
gamla Grikkalandi varð
einans kappast í einari
ítróttargrein. Tað var hon
teir
kallaðu
"Stadion".
Hetta var ein kapprenning
har teinurin var 600 føtur
(192,27 m). Tað sigst at
hesar 600 føtur vóru upp-
runaliga máldar upp av
Hercules, eftir at hann
hevði fullført tær 12 upp-
gávurnar sum gjørdu, at
hann ikki longur var trælur
hjá konginum í Argos.
Seinni var tað broytt til eitt
stadium, næstan eins og vit
kenna tað í dag. Runnið var
úr einum enda av økinum
(Stadium) yvir í hin. Økið,
sum kappast varð á, var
upprunaliga eitt planerað
øki sum var 212 m langt.
(heimild:
http://www.mediaconcerto.com/olym
pic/about/index.php)
200 m er enn tann dag í dag
partur av olympisku leikun-
um. Hendan greinin stend-
ur í dag í skugganum av
100 m og 400 m kapp-
ingunum, og verður mest
roknað fyri at verða tann
greinin, har 400 m og 100
m rennarar kunna møtast
og kappast um, hvør er
besti sprintarin í heiminum.
-hz
SÚKKLING
tíðindaskriv
Kappsúkklingin á Sunda-
lagsstevnuni í Hósvík verð-
ur fríggjakvøldið klokkan
19:00. Tað er Tórshavnar
súkklufelag, sum skipar
fyri kappingini. Kappingin
er bert fyri unglingar og
vaksin. Eingin barnasúkkl-
ing verður, tí mett er at
trygdin til barnasúkkling,
meðan stevnan er, er ikki
nóg góð.
Startur og mál er á lands-
vegnum í Hósvík. Súkklast
skal úr Hósvík, eftir lands-
vegnum fram við Streym-
nesi,
um
Brúnna
við
streymin og niðan til rund-
koyringina omanfyri Norð-
skála, har verður vent og
síðan skal súkklast sama
veg aftur til Hósvíkar, tein-
urin er umleið 22 km.
langur.
Fyrsti súkklarin byrjar
klokkan 19:00, síðan verða
hinir sendir avstað, við 2
minuttum ímillum hvønn.
Medaljur verða lætnar
trimum teimum skjótastu
súkklarunum
samanlagt,
trimum teimum bestu undir
18 ár og teimum trimum
bestu yvir 45 ár. Tað vil
siga at teir undir 18 ár og
yvir 45 ár, kunnu vinna 2
medaljur, bæði medaljur í
sínum bólki og medaljur
fyri at súkkla skjótast sam-
anlagt!
Øll eru vælkomin at
verða við, treytin er at góð-
ur súkkluhjálmur verður
brúktur og at súkklan er í
rímiligum standi, best er at
allir luttakararnir eru møttir
áðrenn kl. 18:30, komandi
fríggjakvøld.
200 m
Súkkla í Hósvík fríggjadagin