Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 110 - 14. juni 2005 Meistararnir vinna hvørja ferð, EB/ Streymur eigur fram- vegis fyrsta málið á útivølli ímóti meist- araliðnum á, Skála hevur ilt við at fáa fulla úrtøku ímóti grannunum, og klaks- víkingar tapa so at siga hvørja ferð á heimavølli 5. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Føroyar eru eitt undarligt land. Í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um veður. Sunnudagin vóru fótbólts- líkindini norðanfjørð so mikið fræg, sum tey hava verið í ár. Í Vági vóru teir noyddir at avlýsa, tá ið B36 var og vitjaði. Vindurin var so mikið nógvur, at dóm- arin metti tað ikki ráðiligt at spæla. Tilvildin hevði havt avgjørt, og tað varð ikki mett at vera rætt. Spurningurin er so, nær VB og B36 skulu spæla. Fram til 17. juli eru øll vikuskiftini upptikin. Tá er steðgur í landskappingini inntil 7. august. Hvørki B36 ella VB er partur av steypakappingini, men B36 hevur Europa Cup at hugsa um. Meðan næstu kappingar- neytarnir ikki vóru í eld- inum, syrgdi HB við sigr- inum á EB/Streymi í Gundadali fyri at leggja eyka trýst á B36. Sam- stundis fóru meistararnir tvey stig frá Skála, sum ikki megnaði meiri enn at fáa eitt stig í Fuglafirði. HB vinnur mest sum hvørja ferð. Eftir tapið á Skála í sjeynda umfarinum hava meistararnir fingið stig í fimm dystum á rað. Í fýra dystum hava teir fingið fult, og í lokaluppgerðini ímóti B36 fingu teir eitt stig. Lokalu brakini Í Onglandi plagdi at verða sagt, at ein av orsøkunum til, at høvuðsstaðarfeløgini ikki so ofta vunnu meist- araheitið var, at tey vóru partur í so nógvum lokal- uppgerðum. Tað vísir seg ofta, at lokaluppgerðirnar eru so nógv øðrvísi, enn allir aðrir dystir eru tað. Í føroysku kappingini eru uppgerðirnar í høvuðs- staðnum klassikararnir, tá ið tað snýr seg um lokal- uppgerðir. HB hevur nógvu tey seinnu árini verið om- aná, og tað hevur havt sera stóran týdning í kappingini um FM millum tey bæði feløgini í høvuðsstaðnum. Fyrsta uppgerðin í ár end- aði við javnleiki, og tað er rættuliga áhugavert. Í Eysturoy er tað sum í London. Ein stórur partur av feløgunum í bestu deild- ini eru í oynni, og tað ber nógvar lokalar uppgerðir við sær. Skála hevur higar- til verið einasta felagið uttan fyri høvuðsstaðin, sum av álvara hevur víst seg at vera ført fyri at kapp- ast við B36 og HB. Sunnu- dagin dragnaði munurin millum HB og Skála til fimm stig. Orsøkin var tann, at Skála ikki megnaði at fáa fult í oyggjauppgerð. Hetta var ikki fyrsta ferðin í ár, at Skála hevði trupulleikar ímóti øðrum feløgum í Eysturoy. Higar- til hevur Skála verið partur av fimm oyggjauppgerð- um. Samlaða úrtøkan hevur verið seks stig av fimtan møguligum. Tað vil siga, at Skála hevur mist níggju stig í grannastríðum, og tað er væl meiri, enn fjarstøðan er frá triðja plássinum, sum Skála í løtuni er á, og fram til HB, sum er oddalið. Í 2. umfari var 0-0, tá ið Skála var á Eiði, í triðja umfari var 3-3, tá ið ÍF var á Skála, í sætta umfari vann Skála 3-2 í Gøtu, í níggjunda umfari tapti Skála 1-0 í Runavík, og nú sunnudagin í 12. umfarinum var mál- leyst, tá ið Skála var í Fuglafirði. Kompleksini Tað er longu nevnt fleiri ferðir í ár, at heimaskansin hjá KÍ liggur í skeljasorði. Tað varð undirstrikað aftur sunnudagin. KÍ plagdi oft- ast at fáa fulla úrtøku á heimavølli. Nú er tað rárasta hending av verðini, at tey, sum vitja í Klaksvík, fara um fjørðin aftur við ongum. Heimadysturin ímóti GÍ var tann sjeyndi hjá KÍ í ár. Burturúr teimum hava klaksvíkingar fingið sjey stig - trý ímóti HB og TB og eitt ímóti VB! Tað ber illa til at siga, at KÍ hevur fingið heima- vallar kompleks. Á útivølli hevur ikki gingið stórt frægari, og tað hevur verið minni munurin á úrtøkuni hjá nýggja og fyrrverandi venjaranum. Munurin hig- artil hevur verið, at KÍ hev- ur vunnið stórsigur á heimavølli ímóti TB, síðani teir skiftu venjara. Sigurin í Fuglafirði stutt eftir venj- araskifti var 3-0. Tað er kortini einki at tosa um, tí við venjaranum, sum fyrr í summar fekk sekkin, megnaði KÍ í fjør 6-0 sigur í Fuglafirði. Undan kappingarbyrjan bendu avrikini eitt nú í kappingini í Klaksvík og eisini í fyrsta landskapp- ingardystinum, sum var ímóti HB í Klaksvík, á, at KÍ skuldi kappast ímillum tey fremstu. Nú eru klaks- víkingar heilt stutt frá botninum. Í morgin fara teir á Skála at spæla fram- skundaðan dyst, og klaks- víkingar mugu finna seg í, at Skála er stórfavorittur. KÍ tykist hava kompleks alla staðni. EB/Streymur hevur HB kompleks í Gundadali. Tað er merkis- vert, at EB/Streymur skal hava spælt so ofta í Gunda- dali ímóti HB, og at teir framvegis ikki skulu hava megnað at fáa mál. Ikki minst tá ið mint verður aftur á, hvussu nógvar stórar málmøguleikar EB/ Streymur hevur spælt seg til. Botnurin lættir sær á Gøtumenn hava við sigrum í trimum teimum seinastu uppgerðunum rættuliga tikið dyk á seg. Trivaliga úrtøkan hevur havt við sær, at teir eru farnir at taka seg frá teimum aftastu. Avrikini og úrslitini hjá GÍ staðfesta eisini, at tað ikki altíð er neyðugt við stórum mann- ingarligum broytingum fyri at venda gongdini. Men tað skal kortini á ongan hátt undirmetast, at tað hevur havt alstóran týdning fyri GÍ, at teir hava fingið pól- verskan brand ímillum stólparnar. VB var ikki í eldinum sunnudagin. Teir hava tískil spælt ein dyst færri enn hini liðini, sum teir kappast við. VB er aftast, og TB er næstaftast. 1. mai vann ÍF 1-0 á TB í Fuglafirði. Síðani tá hevur ÍF ongantíð fingið fult. Men stigið á heimavølli ímóti Skála sunnudagin var sera týdn- ingarmikið. Um hetta var tað, sum skuldi til, fyri at venda gongdini, fæst at síggja, tá ið ÍF sunnudagin skal spæla í Vági. Vágbingar eru sperdir. Tað sigst, at teir hava skift venjara. Einki alment hevur verið at hoyrt um hetta, nú teir hava hildið hundrað ára stovningardag. Burturúr seks teimum seinastu royndunum hevur VB bara fingið eitt stig. Um hundr- að ára haldið ikki skal enda við niðurflyting, so er neyðugt hjá VB at fáa fulla úrtøku. ÍF hevur fyrr í ár staðið seg væl í Vági. Men um VB skal skava stig sam- an, so verður neyðugt hjá teimum at fáa nakað burt- urúr, tá ið ÍF fer at vitja. Tvørámenn liggja tungir í sjónum, og teir hava frá nú av og fram til stutta summ- arsteðgin heilt skeiva skrá. Frá og við dystinum í Runavík leygardagin og fram til summarsteðgin, sum verður 17. juli ella eftir seytjanda umfarið, skal TB spæla fimm ferðir á útivølli og eina ferð á heimavølli. Nú sunnudagin skal TB spæla ímóti B36 í Gunda- dali. So fáa teir vitjan av EB/Streymi, og so skulu tvørámenn spæla í Gøtu, á Skála og so í Vági. Tað er ikki bara viðvíkjandi veðr- inum, sum tað einki ber til at gera nakað við, at tað er eitt sindur undarligt í Før- oyum! Alt er sum tað plagar at vera Higartil hevur Skála verið partur av fimm oyggjauppgerðum. Samlaða úrtøkan hevur verið seks stig av fimtan møguligum Mynd: Álvur Haraldsen