týsdagur 14. juni 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 14. juni 2005
23
Enn einaferð vísti
EB/Streymur, at teir
veruliga hava eitt
kompleks ímóti HB,
sum aftur hesaferð
vann trygt uttan at
ómaka sær serliga
nógv
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Heldur ikki í sjeyndu
royndini eydnaðist EB/
Streymi at fáa stig ella mál,
tá teir vitjaðu hjá HB í
bestu føroysku fótbólts-
deildini.
Tann sannroyndin, at
EB/Streymur hevur okkurt
slag av kompleksi í Gunda-
dali, tá HB er mótstøðulið-
ið varð í øllum førum ikki
avsannað sunnudagin, tí
hóast úrslitið varð ein sann-
førandi sigur, so var talan tó
ikki um eins sannførandi
spæl frá meistarunum. Men
tað kravdist so heldur ikki.
Fyrsta veruliga ábend-
ingin um, at talan aftur
hesaferð kundi gerast um
ein av hesum dystunum,
har EB/Streymur kanska
hevði møguleikarnar, men
ikki neyðuga hepnið, kom
longu eftir fáum minuttum,
tá Sonni L. Petersen brád-
liga slapp ímillum sløsut
HB-verjuspæl, men hann
var ikki nóg kaldur, tá
Bárður Johannesen kom
ímóti.
Hinvegin vísti HB eisini,
at teir væl kundu koma
framat møguleikum, tá teir
í næsta álopinum vóru heilt
nær við at skora eftir horna.
Effektivitetur framman
fyri málinum hevur verið
eitt av fremstu eyðkennun-
um hjá HB seinnu árini, og
tá teir eftir átta minuttum
aftur fingu møguleikan, fór
hesin ikki fram við borðin-
um uttan víðari. Tað tóktist
annars, sum skuldu gestir-
nir sleppa við skrekkinum,
tá Magnus Poulsen í málin-
um fekk hálvbjargað roynd-
ini frá Tór-Ingar Akselsen,
men við handaru stong var
Jákup á Borg skjótur at
fylgja upp, og hann smekk-
aði bóltin í tóma málið.
Hetta tók líka sum nakað
av luftini úr dystinum, og tá
HB um miðjan hálvleikin
aftur skoraði, punkteraði
spenningurin fullkomuliga.
Talan var annars um mest
sum heilkiksað skot, tá
Rókur royndi seg av brots-
teigarmarkinum, men Hans
á Lag var skjótur á stað-
num, soleiðis at kósin á
bóltinum kundi rættast
móti málinum.
Kompleksið
Og so var alt í roynd og
veru avgjørt. Størsta undir-
haldsmomentið, tað sum
eftir var av dystinum,
mundi vera, hvussu sjónligt
kompleksið hjá gestunum
viðvíkjandi
málskjóting
var.
Fleiri ferðir var talan um
heilt góðar møguleikar,
sum bæði kundu og skuldu
kastað mál av sær, men tað
gjørdist ongantíð meira enn
næstan. Egil á Bø stútaði
beint fyri steðgin horna-
spark niður í vøllin og upp
um málið. Beint eftir steðg-
in kendu gestirnir seg væl
og virðiliga snýttar fyri
brotsspark, tá Sorin varð
feldur, og heldur ikki eydn-
aðist at skora, tá Sonni L.
Petersen og Hans Pauli
Samuelsen hvør í sínum
lagi gjørdust leysur, ella tá
Gert og Marner høvdu góð-
ar møguleikar eftir horna.
Ikki tí. Hóast møguleik-
arnar til gestirnar, so tóktist
sigurin hjá HB ongan tíð av
álvara at vera í vanda. Fyri
tað allar mesta sat áskoð-
arin við kensluni av, at HB
gjørdi tað neyðuga og ikki
so øgiliga nógv meira. Sum
um teir høvdu eitt eyka
gear at taka til, skuldi tað
verðið neyðugt.
Og
móti
dystarenda
eydnaðist so eisini HB at
sementera sigurin. Tað sá
annars ikki út av so øgiliga
nógvum, tá Bárður Mort-
ansson við øgiligum rópi
fór um koll uttan fyri brots-
teigin, men fríspark varð so
dømt. Og út 16,5 metrum
er hetta meira enn trý-
kvartur møguleiki, tá Ras-
mus Nolsøe er á mótstøðu-
liðnum.
Tvøramaðurin hjá HB
læt heldur ikki møguleikan
fara framvið, men langaði
bóltin flatt í handara síðu-
net, soleiðis at allar seinasti
ivin um stigini hvarv.
Við dystinum hevur HB í
fyrstu atløgu lagt seg einsa-
malt á odda í bestu deildini.
Gaman í hava teir spælt ein
dyst fleiri enn B36, sum
bara er trý stig aftanfyri,
men sum onkur klókur
maður hevur sagt, so er
betri at hava fingið stigini,
enn at hava dystirnar til
góðar.
Hjá EB/Streymi var talan
um fyrsta tapið, síðani teir
seinast vóru í Havnini. Skal
formurin síðani tá nýtast
sum barometur, so er helst
einki at ivast í, at saman-
setta liðið skjótt aftur fer at
klintra upp eftir talvuni.
Men skal dysturin sunnu-
dagin nýtast sum baromet-
ur, so er ikki nógv at fara
eftir. Verður sæð burtur frá
Hans Paula Samuelsen,
sum tað fleiri ferðir glógv-
aði í, so var talan fyri tað
allar mesta um planleyst
gúpparí í vónini um, at
Sorin kundi gera okkurt
einsamallur.
Tað kundi hann onkra
tíðina eisini gera, men tá
sjálvt teir mest upplagdu
møguleikarnir móti einum
hálvsovandi HB-liði ikki
geva mál, so er ilt at
ímynda sær, hvaðani stigini
skulu koma. Men tað man
nú ikki fara at verða heilt so
galið í øllum dystum kort-
ini. Tað hava seinastu árini í
øllum førum borið boð um.
HB-EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Jákup á Borg, 8.
2-0: Hans á Lag, 21.
3-0: Rasmus Nolsøe, 82.
Dómari: Lassin Isaksen. Ikki alt ov sannførandi.
HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Jóhannis
Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Jákup á
Borg (Svenn Jacobsen, 72.), Rúni Nolsøe, Kári Nielsen
(Emil N. Leifsson, 85.), Tór-Ingar Akselsen - Hans á Lag
(Bárður Mortansson, 61.), Rókur Jespersen
GK: Kári Nielsen, 63.
EB/Streymur: Magnus Poulsen - Bárður Olsen, Andrzej
Pacek, Egil á Bø, Gert Hansen - Hans Pauli Samuelsen,
Knút Vesturtún, Marni Djurhuus (Finnbjørn Zacha-
riassen, 72.), Esmar Eiðisgarð (Jákup Martin Joensen, 46.)
- Sonni L. Petersen (Teitur Joensen, 69), Sorin Anghel
Fakta um dystin
HB-EB/Streymur 3-0 (2-0)
Sama søgan
Hóast HB sjáldan fór úr
triðja geari, so høvdu teir
ikki stórvegis trupulleikar av
EB/Streymi, sum enn eigur
fyrsta málið á í Gundadali
móti HB
Mynd: Sofus D. Johannesen